mánadagur 21. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað ber væl til at vera einsa
mallur
skúlanæmingur
á
útoyggj og kortini duga at
ferðast i flokki.
Døgg úr Dímun er eitt gott
dømi um hetta.
Vanliga gongur hon í
skúla í Dímun og verður
undirvíst av læraranum Búa
Brattaberg.
Men í minsta lagi sjey
vikur í skúlaárinum skal
hon vera í Havn, tí tað hevur
Mentamálaráðið avrátt.
Foreldrini ráða sjálv fyri,
nær gentan skal í skúla í
Havn. Tað verður lagað eftir
arbeiðinum í Dímun.
Tær vikurnar, Døgg er í
Havn, gongur hon í fyrsta
flokki í Tórshavnar komm
unuskúla, og hinir næm
ingarnir rokna hana sum ein
part av flokkinum. Hon fellur
natúrligt inn í flokkin. Tað
sama ger lærari hennara Búi
Brattaberg, sum er saman við
henni í skúla í Havn.
– Hinir næmingarnir eru
við uppá, at vit skulu bíða við
tiltøkum, til tá ið Døgg er her,
sigur flokslærarin Brynhild
Kamban.
Best í Dímun
Seinastu tvær vikurnar var
Døgg í Havn, men hóast
henni dámar væl í 1. b og at
gista hjá ommuni og abb
anum, gleddi hon seg nógv
fríggjadagin at fara út aftur
til Dímunar.
Sosialurin vitjaði 1. b
fríggjamorgunin, tá ið teir
24 næmingarnir í flokkinum
høvdu rokning. Har vóru
bæði roknilærarin, lærarin
í Dímun, og flokslærarin
Brynhild Kamban var inni á
gólvinum.
Flokkarnir hava eina sín
ámillum kapping um best
røktu skúlastovu, og fyri
jól fall avgerðin. 1. b vann
og fekk aftur fyri ein túr av
bovla. Tey bíðaðu við at fara
at bivla, til Døgg nú kom
til Havnar, so at hon eisini
kundi vera við.
- Hetta er ein einastand
andi góð skipan, bæði fyri
Døgg og meg, sigur Búi
Brattaberg, sum annars býr
í Havn.
Velja tónleik
Flokkurin er ikki ein vanligur
1. flokkur. Áðrenn skúlaárið
byrjaði, kundu næmingarnir
og foreldur teirra velja, um
næmingarnir vildu fara í
henda flokkin, sum nevnist
Litir í Leiki. Tað er ein tón
leikarflokkur.
Næmingarnir hava allar
tær vanligu lærugreinarnar,
men umframt tað hava tey
nakrar tónleikartímar um
vikurnar. Tá venja tey bæði i
flokk og hvør sær.
Skipanin við tónleikar
flokkinum
er
eisini
ein
granskingarætlan av, hvussu
tað avirkar børn at spæla
tónleik.
Tað krevur nakað av for
eldrunum at lata barnið fara
í tónleikaflokk, tí tey binda
seg til at venja 20 minuttir
saman við barninum heima
hvønn dag. Hetta ber ikki til,
um foreldrini ikki stuðla fult
og heilt.
Børnini
kunnu
velja
millum ljóðførini fiól, cello,
tvørfloytu, kontrabass og
akordeon.
Døgg valdi fiólina, men
annars plagar hon eisini at
spæla á klaver og gittara.
Vit sita og práta í flokk
inum, men knappliga fer
Døgg á føtur, tí hon skal til
fiólspæl, og tað er í einum
øðrum húsi.
Í skúlastovuni eru fleiri
næmingar. Teir flestu ganga
í øðrum flokki, og henda dag
in var bara Døgg úr fyrsta
flokki.
– Vit spæla eftir nótum,
onkuntíð venja vit bara, men
onkuntíð spæla vit sangir,
sigur Døgg, sum heldur tað
vera stuttligt at spæla á fiól.
Ein avbjóðing
Lærari í fiólspæli er Angelika
Nielsen, sum eisini undirvísir
í musikkskúlunum.
Spælið gongur væl. Børn
ini eru hugagóð og vilja
treyðugt gevast, tá ið lærarin
biður tey sleppa fiólini.
Hon heldur tó, at Døgg er
Einanæmingur
Døgg er einasti
skúlanæmingur í
Dímun, men hon
gongur eisini í
1. b í kommunu
skúlanum í Havn.
Fjarundirvísing
fær hon í violin
spæli um skype