mánadagur 21. februar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
Sosialurin
Jan Müller
Eftir nógvar atfinningar
móti Uttanríkisráðnum
fyri ikki at vilja stuðla
føroyskari
luttøku
á
eitt nú oljumessum í út
landinum vísir tað seg nú
kortini, at Føroyar fara
at hava ein bás á stóru
altjóða oljumessuni í
Aberdeen í heyst. Eftir
at Uttanríkisráðið í fjør
bílegði ein bás á olju
messuni hava fleiri før
oyskar fyritøkur víst
áhuga fyri at vera við,
eitt nú Atlantic Air
ways, Atlantic Supply
base, Runavíkar Havn
og Føroya Tele. Harum
framt hava fleiri aðrar
fyritøkur sagt seg vilja
umhugsa luttøku.
Lív Lamhauge frá
Uttanríkisráðnum sigur
við Portalin, at áhugin
fyri at luttaka er so mikið
stórur, at Føroyar verða
við á Offshore Europe í
Aberdeen í september.
Føroyar hava luttikið á
flest øllum oljumessum,
sum hava verið í Sta
vanger
og
Aberdeen
seinastu 15-20 árini, tó
við onkrum undantaki,
eitt nú oljumessuni í
Norra í fjør.
Spurningurin
er
sjálvandi, hvat føroyskar
fyritøkur fáa burtur úr
slíkari luttøku, nú eingin
olja enn er funnin í Før
oyum. Her meta fleiri
umboð fyri vinnulívið,
at tað er sera umráðandi
at vera uppá forkant
við
gongdina.
Skuldi
eitt fund verið gjørt, so
letur tað upp hurðar
fyri einum útviklingi hjá
føroyskum vinnulívi, og
tí er umráðandi at vera
fyrireikaður við góðum
netverki og kontaktum.
Sum skilst er enn
møguleiki at tekna lut
tøku á oljumessuni. Lív
Lamhauge frá Uttan
ríkisráðnum sigur við
Portalin, at eru fyritøkur,
sum ynskja at vera við,
kunnu tær venda sær til
Uttanríkisráðið í seinasta
lagi mánadagin.
Hóast eingi lønandi
fund eru gjørd á land
grunninum,
so
livir
framvegis vónin um, at
tað ein dag verða funn
ið kolvetni í føroysku
undirgrundini.
Olju
fundini beint hinumegin
markið eru so nógv,
at tað skal meira enn
gandur til, um ikki eisini
kolvetni eru føroysku
megin
markið
siga
keldur í oljuheiminum.
Amerikanska oljufelagið
Amerada Hess hevur
júst leigað boriskipið
Stena Carron til at bora
enn ein metingarbrunn
á Cambokelduni, sum
liggur tætt upp at før
oyska markinum. Hes
in
brunnurin
verður
boraður í mai. Um somu
tíð verður seinasta hond
løgd á boringina av
Lagavulin
brunninum
har norðuri. Aftrat hes
um verður ruddað slóð
fyri enn eini útbygg
ing av risastóru Clair
oljukelduni, sum varð
funnin í 1977, umframt
at Total hevur tikið stig
til at fáa fyrstu gasskeld
una vestan fyri Hetland
í gongd.
Aftrat hesum verður
bíðað í spenningi eftir
avgerðini
hjá
Statoil,
sum helst fer at bora á
landgrunninum í summ
ar.
jan@sosialurin.fo
Jan Müller
Útmeldingar í seinastuni frá
almennari síðu um, at pengar
eru ikki til at marknaðarføra
Føroyar og føroyskar vørur
í útlandinum hava nú fing
ið Oljuvinnufelagið at taka
blaðið frá munninum. Felag
ið, sum ger eitt stórt arbeiði
fyri at førleikamenna før
oyska vinnu til eina møguliga
komandi oljuvinnu, hevur
sent uttanríkisráðnum og
vinnumálaráðnum eina um
bøn um at fáa vent gongdini
aftur.
Oljuvinnufelagið fegnat
tó um, at umstøðurnar hesu
ferð lagaðu seg soleiðis, at
tað ber til at hava ein landa
bás á Offshore Europe 2011.
Oljuvinnufelagið
ynskir
sjálvsagt at vera við til at
samskipa landabásin, og fer
eisini at gera sítt til, at bás
urin og luttøkan gerast væl-
eydnað. Og víðari verður
sagt:
– At føroyski landabásurin
á Offshore Europe E2011
mestsum
av
misgávum
verður fíggjaður av Uttan
ríkisráðnum loysir tó ikki teir
trupulleikar, sum eru knýttir
at messuluttøkum uttanlands
frameftir. Sum kunnugt hev
ur
Vinnuframagrunnurin
avgjørt ikki at stuðla tílíkum
messum longur, men heldur
leggja seg eftir at stuðla
íverksetarum.
Tær føroysku fyritøkur,
sum luttaka á oljumessum,
eru pinkulítlar at sammeta
við aðrar fyritøkur á tílíkum
messum, hóast lutfalsliga
stórar heima í Føroyum.
Gólvøkini er sera dýr at leiga,
og harafturat eru básirnir
dýrir at byggja. Tað er sum
so rættuliga tilforlátiligt at
siga, at vinnan skal gjalda
kostnaðin av bási og av
egnari luttøku á tílíkum
messum, men hetta er tó ikki
so einkult.
Tað er sera tungt hjá
hesum í heimshøpi smáu
fyritøkum at fara út um
landoddarnar
og
markn
aðarføra seg, men í felag
lyfta tær munandi betur, og
tiltøkini við landabásum eru
sera stimbrandi fyri vinnuna.
Skipanin higartil, við at
Vinnuframagrunnurin hevur
stuðlað
við
gólvøkinum,
og básluttakararnir í felag
goldið fyri básbygging og
luttøku, hevur virkað væl.
Hesir básir vísa ikki bara
Føroyar sum oljuvinnuland,
men eisini sum eitt land,
sum er vert at leggja merki
til í heila tikið. Tað er tí
av týdningi, ikki bara fyri
Oljuvinnufelagið, men eisini
fyri almennu Føroyar, at
ein føroyskur landabásur
er fastur partur av olju
messunum
um
okkara
leiðir stendur í áheitina frá
Oljuvinnufelagið. Og hildið
verður fram:
Leikluturin hjá fyrst Menn
ingarstovuni, síðan Samvit
og
nú
Uttanríkisráðnum
er
týdningarmikil.
Hesin
parturin av messuluttøk
unum má ikki detta burtur.
Oljuvinnufelagið heitir tí á
myndugleikarnar um, saman
við vinnuni, at meta um
møguleikarnar at endurskipa
eitt útflutningsráð, sum verð
ur skipað í samstarvi millum
vinnuna og tað almenna.
Meðan hetta arbeiði verð
ur gjørt, vónar Oljuvinnu
felagið, at dentur verður
lagdur á at fremja føroyska
útrás, sum kann vaksa um
útflutning av vørum og tæn
astum.
Oljuvinnufelagið heitir tí
staðiliga á myndugleikarnar
um framhaldandi at stuðla
føroyskari útrás og landa
básum frameftir. Formaður í
felagnum er Magni Arge.
jan@sosialurin.fo
Føroyar hava luttíkið
á mongum oljumessu í
útlandinum fyri at fáa
samband við útlendkar
fyritøkur í hesi vinnuni
Føroyar brúk fyri
útflutningsráð
Altjóða messur Oljuvinnufelagið heitir á myndugleikarnar um, saman
við vinnuni, at meta um møguleikarnar at endurskipa eitt útflutningsráð,
sum verður skipað í samstarvi millum vinnuna og tað almenna.
Grønt ljós
í Tinganesi
fyri olju
messu
Føroyar hava luttikið á mongum
oljumessu í útlandinum fyri at
fáa samband við útlendskar
fyritøkur í hesi vinnuni
Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum heitir
staðiliga á myndugleikarnar at halda fram við at
stuðla vinnuni, tá hon luttekur á altjóða messum.