Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 12 Sosialurin Líkt er til at størri arbeiðs­ virkni millum norður­lend­ ingar er heitasta evnið á politisku dagsskránni. Evnið sær út til at gerast høvuðs­ evnið í komandi danska val­stríðnum, og hevur eis­ ini verið eitt høvuðsevni á dagsskránni í almenna kjaki­num farna árið. Sama ger seg galdandi í fleiri av hin­um norðurlondunum – høvuðs­­slagorðið hjá Jens Stolten­berg í Norra er “arbeid til alle er jobb nummer én”, meðan svenska stjórnin brúk­ar “Jobben är vår vigtig­ aste framtidsfråga. Fler jobb tryggar välfärden...”. At talan er um annað enn politiskt gykl eru tað nógvar ábendingar um. Serfrøð­ ingar hava kropp á kroppi víst á døpur framtíðar demografisk útlit samstundis sum hagtølini fyri óarbeiðs­ før eru órógvandi. Eisini í norðurlendskari frágreið­ ing­ini hjá Nososko frá 2009 um avbjóðingar fyri norður­ lendska vælferðar­statin verður staðfest, at tað at hava flest møgulig virkin á arbeiðs­marknaðinum sær út til at vera størsta avbjóðingin fyri framman. Høgt arbeiðsvirkni í Norðurlondum Í mun til hesa niðurstøðu vil helst onkur siga, at Norðurlond jú eru eyð­kend við einum høgum arbeiðs­ virkni. Men hóast hetta, so má hetta eisini síggjast í mun til vælferðar­statin, og hvussu útbygdur hesin er. Nógv av lívsins viðurskiftum eru nú einaferð lutfalslig. T.d. so kann nevnast, at hóast høgt arbeiðsvirkni í Danmark, so er ein niðurstøða hjá donsku arbeiðsmarknaðark ommissiónini, at danskarar nýta ov lítlan part av teirra lívi á arbeiðsmarknaðinum sæð í mun til vælferðar­ tænasturnar, sum ein dani er móttakari av. Miðalborgarin fær meiri í veitingum og tænast­um enn hann rind­ar umvegis skatti og av­gjøld­ um. Og tá hongur rokni­ stykkið ikki saman, sigur kommissiónin, og so slett ikki um hugt verður nakað fram í tíðina. Føroyingar allar raskastir? Um tú hoyrdi tíðindi herfyri, so kundi tú sum føroyingur helst fingið hug til at sett teg afturá og hugsa, at hetta er ikki viðkomandi fyri Føroyar. Tí sambært hagtølum, so eru føroyingar samanborið við aðrar norðurlendingar allar raskastir til at vera á arbeiðsmarknaðinum. Ja, Hagstova Føroya kundi her­ fyri enntá boða frá, at arbeiðs­ virkni í Føroyum er munandi hægri enn í øllum øðrum londum (sum vit kenna til). Til tey góðu tíðindini um føroyska arbeiðs­marknaðin er tó neyðugt at leggja aftrat, at Føroyar eisini liggja hægst, tá talan er um at arbeiða niðursetta tíð – serliga eru tað kvinnur, sum í nógv størri mun arbeiða niðursetta tíð, men ein ávísur munur er eisini at síggja hjá monnum. Hví so er, kann vera ringt at meta um. Er føroyski arbeiðs­ marknaðurin rúmlig­ari, er talan um strukturellar forð­ ingar, ella er tað tí, at neyð­ ugt er hjá teimum, sum hava maka á sjónum, at arbeiða niðursetta tíð? Ja, vit vita ikki hví, men frá­greið­­ing­arnar kunnu vera so mangar. Og viðvíkjandi rokni­ stykk­i­num, so sær ikki út til – hóast stórt arbeiðs­virkni – at hetta hongur saman her heima heldur. Hallið á fíggjar­ lógini talar fyri seg. Demografi og óarbeiðsføri Eitt vaksandi tal av eldri er eitt fyribrigdi, sum er galdandi í øllum vesturheiminum, og Føroyar er einki undantak. Framrokningar av fólkatøl­ um vísa, at tað verða færri fólk í arbeiðsførum aldri á arbeiðsmarknaðinum í mun til stóra bólkin av fólk­um í pensjónsaldri. Orsøk­in er hægri livialdur, og at ov fá børn verða fødd. Framtíðar­ útlit­ini eru sostatt, at færri vera til at forsyrgja fleiri. Hetta leggur m.a. trýst á arbeiðs­marknaðin, væl­ferðar­ tænastur o.a., og har­við verða sett størri krøv til arbeiðs­ virkni millum tey, sum eru í arbeiðs­førum aldri. At vælferðarsamfelagið er treytað av høgum arbeiðs­ virkni er ikki nakað nýtt, men í og við at tað er greitt, at hesin samanhangur orsakað av nevndu demografisku avbjóðingunum væntandi verður enn týdningarmiklari í framtíðini, so kann tað ikki undra, at Norðurlond hava stóran ekka av gongdini, sum hevur verið seinastu nógvu árini við, at fleiri og fleiri í arbeiðs­førum aldri ikki eru virkin á arbeiðs­ marknaðinum. Hóast búskaparvøkstur og metlágt arbeiðsloysi, so hevur bólkurin uttan fyri arbeiðsstyrkina seinastu 20 árini verið støðugt vaks­andi í norðurlendsku væl­ferðar­ samfeløgunum. Umráðandi er her at við­merkja, at vit ikki tosa um bólkin av arbeiðsleysum, men við lægri arbeiðsvirkni er at skilja, at ymiskir bólkar verða úti­ hýstir frá arbeiðs­marknaði­ num ella við, at fólk í stóran mun arbeiða niðursetta tíð. Og í Føroyum... Demografiska avbjóðingin liggur eisini framman fyri okk­um í Føroyum, men við­ víkj­­­andi spurninginum um óarbeiðs­føri, so mangla vit í Føroy­um, sum ikki einaferð, muna­­góð hagtøl á økinum. Men ábendingar eru um, at talið av fólkum í Føroyum, sum eru varandi uttanfyri arbeiðs­­marknaðin økist og er øktur seinnu árini. Talið av fyri­­tíðarpensjónistum hevur verið støðugt seinnu ár­ini, men talið av persónum í vard­­um starvi hevur verið vaks­­­andi. Tó kunnu vit ugga okk­um við, at føroysku tølini, sum vit kenna, eru lægri enn í lond­­u­num rundan um okkum. Sjúkufrávera ein ábending Ein týðandi norðurlendskur innsatsur seinnu árini hev­ur verið í mun til sjúku­ fráveru, ella serliga lang­ tíðar­sjúkufrávera, ið veru­ liga hevur gjørt um seg. Til­tøkini verða mett sum ein ógvuliga týðandi táttur fyri at mótvirka, at fólk missa tilknýtið til arbeiðs­ markn­aðin, og hervið eisini at avmarka tilgongdina til aðrar sosialar skipanir. Donsk hagtøl vísa, at í førum har langtíðarsjúkufráveran er eitt ár koma 1út av 5 per­ sónum ongantíð út aftur á arbeiðsmarknaðin Í Føroyum hava vit ongi almen hagtøl fyri sjúku­ fráveru. Einastu tøl fyri sjúku­ fráveru, vit hava, eru frá Sjúka­dagpeningaskipanini hjá Almannastovuni, men hesi siga tó bert nakað um støðuna fyri ein avmarkaðan part av arbeiðsmarknaðinum. Fyri tann almenna og privata arbeiðsmarknaðinum annars eru ongar skrásetingar ella kanningar yvir sjúkrafráveru. Hagtøl frá sjúkradagpeninga skipanini kunnu ikki brúkast til at meta um restina av arbeiðsmarknaðinum, tí arbeiðs­umhvørvið og onnur viður­skifti eru rættiliga ólík. Men tað, sum tølini fyri sjúkadagpeningaskipanina siga, eru, at tal av fólkum í skipanini er ikki vaksandi, og at fólkini í skipanini eru ikki oftari sjúk. Men sjúkuskeiðini eru munandi longri í 2009 enn fyri bert fáum árum síðani. Talið av teimum, sum fáa sjúkradagpengaveiting í 40 vikur (fult tíðarskeið), er økt munandi seinnu árini. Eisini er talið av teimum, sum fáa forsorgarhjálp vegna sjúku økt munandi í seinastuni. T.v.s. at onkrar ábendingar eru um, at langtíðar sjúku­ fráveran er vaksandi. Men um gongdin vit síggja aðra staðni við vaksandi sjúkra­ fráveru annars er gald­andi fyri Føroyar er full­komiliga ókent. Tað átti tí at verið kannað, í hvønn mun vit hava trupulleikar við langtíðar­ sjúku­fráveru á arbeiðs­ marknaðinum annars. Handfara støðu við vaksandi arbeiðsloysi Til hetta skal eisini leggjast afturat, at ein støða við vaks­ andi arbeiðsloysi eisini kann elva til vøkstur í bólki­num av varandi óarbeiðs­føri um trupulleikin ikki verður rætt handfarin. Royndir frá undanfarnum bú­­skapar­ kreppum hava sam­­bært OECD lært okkum fylgjandi: 1. at stígur í bú­skapi­num við­førir størri vøkstur í arbeiðsloysi, 2. at kostn­að­urin við missi av menni­skjaligum tilfeingi (human capital) veksur í búskaparkreppum orsak­að av longrivarandi arbeiðs­loysi, 3. at vøkstur í arbeiðsloysi hevur serliga stórar avleiðingar fyri út­ sett­ar bólkar, tó sleppur eingin bólkur undan, og 4. at trupult er at venda gongd­­ini í tíðarskeiðum við vøkstri í arbeiðsloysi, og at vandi er fyri varandi útihýs­ing av veikum bólkum á arbeiðs­ marknaðinum. Sambært OECD tilmælum er tað í tílíkum støðum, at lond skulu seta tiltøk í verk fyri at forða fyri, at ein arbeiðskreppa ikki gerst ein sosial kreppa. Hetta skal gerast við politiskum átøk­um fyri at fáa fleiri í arbeiði, og í øðrum lagi við at tryggja sosiala netið. OECD mælir harumframt til, at fólk afturfyri arbeiðs­ loysis­dagpengar fáa arbeiðs­ bjóðandi tænastur (arbeiðs­ søking, arbeiðs­venjing o.l.). OECD mælir til, at lond taka langtíðaratlit, tvs. at tryggjað verður, at kreppan ikki viðførir varandi útihýs­ ing av veikum bólkum frá arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at bólkurin uttan fyri arbeiðsstyrkina veksur, tí tað fara betri konjukturar ikki at fáa broytt. Og ávarað verður ímóti at seta tiltøk í verk, ið minka um arbeiðsútboðið í framtíðini, t.d. við at stovna nýggjar skipanir, har fólk tætt upp á pensjónsaldur, kunnu fara frá áðrenn tíð. Álvari ella ikki Avbjóðingarnar metast sum verandi stórar. Týðandi demografiskar broytingar, trupulleikar við umfatandi óarbeiðsføri umframt møgu­ ligar avleiðingar av verandi búskaparkreppu. So tað kann ikki undra, at okkara norður­lendsku nábúgvar eru nakað stúrnir um útlitini fyri sonevnda norðurlendska væl­ferðarstatin. Men at meta út frá kjakinum í Før­oy­um, so letur ikki til, at nøkur órógv er millum før­oy­skar politikarar ella før­oyingar annars um hesi útlit. Tað ber sjálvandi til, at trupulleik­arnir í Føroyum ikki eru nær til so stórir sum í okkara grannalondum, men tað vita vit ógvuliga lítið um. Og tað hevði tí kanska verið eitt hugskot at fingið staðfest um so er ella ikki. Arbeiðsmegin er tað mest týðandi tilfeingið, sum eitt land hevur yvirhøvur. Órógvin um arbeiðsmegina í Norðurlondum Kjak Hallbera Fríða West og Heri Petersen