mánadagur 21. februar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
ÍF tók steyp
Hilmar Jan Hansen
Næsta
ár
noyðist
Flogbólts
sambandið at finna nýtt steyp
til menninar at kappast um, tí
leygardagin vunnu fuglfirðingar
tað fyri fimtu ferð tilsamans, og tí
kundu teir taka tað við sær, uttan
at skula koma aftur við tí um eitt
ár.
Men tað gjørdist ein sera
spennandi og jøvn finala, sum
akkurát tað sama kundi verið
endað við sigri til Mjølnir, sum
veruliga stríddist fyri lívinum og
vísti seg frá síni bestu síðu, so ÍF
í løtum líktist øllum øðrum enn
einum steypavinnara.
Kortini var tað í mest av
gerandi løtuni, at ÍF vísti styrki
og beinleiðis yvirhálaði Mjølnir á
sjálvari málstrikuni. Liðini bæði
spældu fyri viku síðani ein fimm
settara, tá Mjølnir eisini hevði
kjansin at fara við øllum, men
hesa ferð gjørdist tað bara upp
aftur meira spennandi, tí tað vóru
bókstaviliga seinastu bóltarnir, ið
avgjørdu alt.
Fáur man ivast í, at ÍF hevur
tað bestu og sterkastu manning
ina í ár, og sannførandi støðan á
stigatalvuni, har ÍF er sjey stig
framman fyri Mjølnir, boðar eisini
frá tí. Kortini vísti mansfinalan,
at tað ikki altíð nýtist at vera nóg
mikið, at tú hevur bestu spælar
arnar, um mótstøðan er eitt lið, ið
sum lið kann geva so harða mót
støðu, sum Mjølnir gjørdi tað.
Byrjaðu sum væntað
Dysturin byrjaði, sum roknast
kundi við. Liðini fylgdust ta fyrstu
nervøsu løtuna, sum tað helst
eisini eigur at vera í einari finalu,
har alt skal avgerast í hesum
eina dystinum. Báðu megin netið
stríddust menn heilhjartað um
hvønn einasta bólt, men eftir
javnleik 11-11 fór ÍF avstað og kom
fyrst upp á 17-11.
Mjølnir fekk svarað eina ella
tvær ferðir aftur, so tað bleiv
22-12, áðrenn ÍF vann settið 25-
13. Eitt vóru sterkar servur, men
gjøgnumgangandi munurin var
Rúni Weihe, ið vísti fleiri góðar
smakkiroyndir av sínum dygdum.
Tá hann spílaði seg út, vísti tað
seg, at Mjølnir ikki í fyrsta umfari
hevði nakað móttrekk.
Eisini í øðrum setti fylgdust
liðini eina løtu, men frá 7-7 fór
Mjølnir at leggja seg framum og
hevði fyri tað nógva leiðsluna
upp til 20-20. So setti ÍF aftur
trumf á við servuni, samstundis
sum Mjølnir hevði eina røð av
vánligum móttøkum. Hesa ferð
var tað Bjarni Larsen, ið koyrdi
avstað við servuni og ikki endaði,
fyrr enn ÍF hevði vunnið settið.
So var tað, at Mjølnir líkasum
raknaði við, og eftir eina javnað
byrjan í triðja setti, ið gekk
heilt upp til 15-15, vísti spælandi
venjarin, Boban Ilic, at hann eisini
var ein profilur, ið ikki skuldi
gloymast. Hann servaði Mjølnir
framum 19-15, og hóast ÍF royndi
at andøva ímóti, helt Mjølnir fast
og vann settið trygt.
Mjølnir kom sera nær
Nú var støðan í dystinum 2-1 til
ÍF, og skuldi Mjølnir gera ein vørr
aftrat, mátti tað vera nú. Tað sá
eisini út til, at klaksvíkingarnir
fataðu álvaran, tí teir fingu eina
góða byrjan í fjórða setti og vóru
trý ella fýra stig frammanfyri.
Men so hvørt sum tað bleiv við
at ganga, øktist sjálvsálitið, so
Mjølnir kom á odda 12-7 og síðani
17-9. Sjálvt um Brian Poulsen hevði
eina góða servurøð, tá Mjølnir
var á odda 24-13, so rakk tað ikki
longur enn til 24-18, áðrenn Boban
átti síðsta smasjið til 25-18.
Í fjórða settinum gjørdu spæl
ararnir hjá ÍF eina rúgvu av feil
um, og tann størsti mundi vera,
at teir slett ikki spældu sum eitt
lið. Sjálvt um teir royndu at spæla
bóltarnar upp til Rúna Weihe,
kundi hann heldur ikki fáa tað at
rigga, og í veruleikanum sá einki
serligt út hjá fuglfirðingum und
an fimta setti.
Nú skuldi alt avgerast, men
framvegis sá Mjølnir út til at
hava munin. Tá liðini skiftu
síðu, var 8-5 til Mjølnir, sum fekk
smasjini inn og setti blokkarnar
á røttu støðini, so tú á vøllinum
sást smílandi Mjølnir-andlit, men
panikk í ÍF-eygunum!
Her lúrdi sensatiónin, men best
sum tað líktist einum steypadegi
við dupultsigri til Mjølnir, raknaði
ÍF við aftur. Hetta var í evstu løtu,
men at hon eisini kann brúk
ast, gekk sjón fyri søgn. Jan Ó.
Ellingsgaard fekk servað ÍF frá
10-12 til 14-12, og hóast Mjølnir
eina ferð svaraði aftur, rakk tað
bara ikki til meira. Við einum
ótrúligum endaspurti fekk ÍF so
statt tikið seg saman, vend dyst
inum og vunnið so seint, sum tað
læt seg gera.
Tí
gjørdust
tað
allíkavæl
fuglfirðingar, ið kundu lýsa við
móttøku og øllum, sum hoyrir til.
Steypið kom, sum sagt, til Fugla
fjarðar sum ogn, og nú stendur
so eftir at síggja, hvussu verður
í FM-finalunum. Mjølnir kappast
við SÍ og Fleyr um at møta ÍF
har, men spæla klaksvíkingarnir
sum leygardagin restina av kapp
ingarárinum, kann hvat sum helst
henda.
hilmarjan@sosialurin.fo
Flogbóltur Steypasigurin hjá fuglfirðingum leygardagin var tann fimti tilsamans, og tí vann ÍF steypið
til ognar. Men gjørdist ein finala, ið var munandi tyngri at vinna, enn væntast kundi frammanundan
Myndir: Álvur Haraldsen
ÍF - Mjølnir 3-2
(25-13,25-21,21-25,18-25,15-13)