mánadagur 21. februar 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
38
Sosialurin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað sær út til at Tesla Motors
í USA yvirhálar teir flestu bil
framleiðararnar hvat elbilum
viðvíkur.
Tesla Roadster hevur ver
ið á marknaðinum í eina tíð,
og komandi ár kemur Tesla
Model S, sum er ein sedan við
fýra hurðum. Talan er um ein
rættiliga stóran bil. Í stødd og
vekt er hann sum ein Audi
A6, næstan 5 metrar langur
og vigar umleið 1.800 kg.
Model S, sum hevur 292
hk el-motor, koyrir frá 0-100
km/t upp á 6 sekund og
kann koyra 480 km upp á
eina løðing. Battaríini kunnu
lynløðast upp á einans 45
minuttir.
Amerikanska verksmiðjan
Tesla Motors Inc. varð stovnað
í 2003 av verkfrøðingum
frá háteknologisku háborg
ini í USA, Silicon Valley.
Høvuðssætið hjá Tesla Motors
er í Palo Alto í Kalifornia. Bil
verksmiðjurnar Daimler AG
og Toyota hava keypt seg inn í
Tesla, eins og Tesla samstarvar
við Panasonic um gransking
og menning av battaríum.
Stórur eftirspurningur er
eftir Tesla Model S, sum eftir
ætlan kemur á marknaðin í
2012.
Stórur eftir
spurningur
eftir Model S
Við næstan 300 hk og 0-100 km/t upp á 6 sekund og eini toppferð uppá næstan 200
km/t verður amerikanski Tesla Model S ein kollvelting innan elbilar. Bilurin koyrir
480 km upp á eina løðing, og battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir
Tesla Model S koyrir
frá 0-100 km/t upp á 6
sekund og koyrir 480
km upp á eina løðing
Bilarnir eita eftir serb
iska el- og maskinverk
frøðinginum
Nikola
Tesla, sum eisini var
uppfinnari.
Hann var føddur í
Serbia í 1856 og flutti til
USA 1891, har hann bú
settist. Nikola Tesla er
best kendur fyri sína
kollveltandi menning
innan elektromagnet
ismu
fyri
umleið
hundrað árum síðan.
Nikola Tesla andað
ist í 1943, 86 ára gamal.
Nikola
Tesla
Nikola Tesla (1856-1943)
Tesla Model S innan