mikudagur 23. februar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, bjóðar seg nú
fram sum frelsaran hjá Javn
aðarflokkinum! Ja, hví ikki
tað, eru tað fleiri sum siga –
og so verður hann speirikin
við, at hann hevur umboðað
tríggjar flokkar í Tórshavnar
Býráð, og tí kann hann ikki
verða floksleiðari.
Well.
Spurningurin
er,
hvør er nóg góður javnaðar
maðøur. Heðin Mortensen
plagar at siga, at hann var
við til at stovna SU, ung
mannafelagið hjá Javnað
arflokkinum. Og jú, tá vit
spyrja, so var hann ein av
teimum unglingunum, sum
var møttu í Losjuni í Havn
hendan 28. oktober í 1965, tá
Sosialiskt Ungmannafelagið
varð stovnað.
Heðin Mortensen varð
valdur í Tórshavnar Býráð
fyri Uttanflokkalistan hjá
Petur í Gong í 1972. Sum navn
ið sigur, so var tað ein uttan
flokkalisti við fleiri persón
um, sum vóru organiseraðir
í ymsum flokkum.
Í 1987 stillaði Heðin Mort
ensen upp fyri Sambands
flokkin til fólkatingsval, og
árið eftir varð hann aftur
valdur í Tórshavnar býráð
– nú fyri Sambandsflokk
in. Hann varð valdur á ting
fyri Sambandsflokkin í 1998,
og til valið í 2002 setti hann
met við at fáa 399 persónlig
ar atkvøður – uttan at verða
valdur.
Við býráðsvalið í 2004
stóð Heðin Mortensen til at
gerast borgarstjóri, men tað
vildu floksfelagar hansara
í Sambandsflokkinum ikki.
Heðin Mortensen skipaði tí
samgongu saman við Javn
aðarflokkinum og Tjóðveld
inum – og eftir at hann var
koyrdur úr Sambandsflokk
inum meldaði hann seg inn
í Javnaðarflokkin. Á býráðs
valinum í 2008 setti Heðin
Mortensen met við at fáa
2.200 persónligar atkvøður
– og hann hálaði tríggjar
aðrar býráðslimir við
sær og gjørdi Javnað
arflokkin til størsta
flokk í høvuðsstað
num við fimm av
13 býráðslimum.
– So ja, hví skal
Heðin
Mortensen
ikki bjarga Javnaðar
flokkinum enn einaferð?
Hann fekk Javnaðarflokkin
frá 17 til 32 prosent. Tað er
eingin sum sigur, at fyri tað
um tað ber til í Havn, so ber
tað til allastaðni. Men tað er
stuttligt og kveikjandi, at ein
persónur er so eldhugaður og
brennir so nógv fyri eini søk,
sum borgarstjórin í Havn ger.
Men Suðurstreymoy
ar Javnaðarfelag
skal
skjóta
onkran upp
til formans
sessin – og
koma
allir
kandidatar
nir úr Havn,
so hevur fel
agið ein trup
ulleika...
Heðin skal bjarga flokkinum
Tað var áhugavert at hoyra teir báð
ar fráfarnu høvdingarnar í føroysk
um politikki, Jóannes Eidesgaard
og Anfinn Kallsberg í Eygsjón í gjár
kjakast um, hvørt føroyskur poli
tikkur hevur flutt seg til at snúgva
seg um einstaklingar heldur enn
um flokkar. Tað hildu teir báðir, og
rætt er tað.
Føroyskur politikkur snýr seg al
samt meira um persónar, og politik
arar gera sær meira og meira dælt
av hesum.
Vit kunnu spyrja, hví so er. Í Eyg
sjón var svarið, at tað er valskipan
in – tað at Føroyar eru eitt valdømi,
sum er orsøkin til, at sjálvsøkni fyll
ir meira í føroyskum politikki.
Tað kann hava sína lutfalsligu
orsøk. Men ein annar stórur trupul
leiki er, at flokkarnir í sær sjálvum
eru ov veikir. Meðan almenna um
sitingin er støðugt ment, so eru
politisku flokkarnir skipaðir eins
og teir altíð hava verið. Har eru leik
fólk, sum stjórna og gera tað mesta
arbeiði sjálvboðið, og tað ber sjálv
andi ikki til við teimum krøvum,
sum eiga at verða settar til slíkar
skipanir, sum politisku flokkar
nir eru. Vit kunnu verða samd ella
ósamd við ymsu politisku flokk
arnar, men flokkar, sum arbeiða
óprofessiónelt, teir eru til miklan
skaða, meðan ein flokkur – sum vit
eru ósamd við – men sum arbeiðir
professiónelt, hann gagnar demo
kratisku prosessini og er við til at
menna demokratiið og stuðlar so
leiðis undir samfelagsmenningina.
Tí eiga resursir at verða settir av, so
politisku flokkarnir kunnu skipast
á einum nøktandi grundarlag.
Javnaðarflokkurin er á einum
rættiliga týðandi vegamóti nú.
Hann stendur í veruleikanum fyri
síni størstu avbjóðing nakrantíð.
Men klárar hann at gjøgnumføra
hesa demokratisku prosessina á
ein fullgóðan hátt, so hevur tað
ógvuliga stóran týdning – bæði fyri
flokkin, men eisini fyri demokrat
isku tilgongdina sum heild.
Tað verður sera áhugavert at
síggja, hvussu Javnaðarflokkurin
kemur ígjøgnum tilgongdina við
at velja nýggja formann ella for
kvinnu, og hvussu nýggja leiðslan
fer at megna at markera flokkin
fram til løgtingsvalið. Javnaðar
flokkurin er ríkasti flokkur í Før
oyum, eigur nógvar milliónir krón
ur á bók. Ein nýggj ung leiðsla í
Javnaðarflokkinum hevur tí allar
møguleikar at seta dagsskránna
við javnaðarpolitikki, eins og gjørt
verður í øllum grannalondum. Tá
tað ber til í Íslandi, í Onglandi, í
Noreg og í Danmark. Hví skal tað
so ikki bera til í Føroyum.
At tíðin er farin frá ávísum flokk
um, tað er fjas. Tað snýr seg bara um
at duga at halda fokus – og duga at
hava samband við fólkið.
Flokkurin stendur fyri síni
størstu avbjóðing nakrantíð
Á seinasta landsfundi hjá
Javnaðarflokkinum kunn
gjørdi Jóannes Eidesgaard,
at flokkurin fór at seta ein
aðalskrivara 1. januar í ár. Tá
hann nevnir »aðalskrivara«,
so hava vit hugsað um tað,
sum tey í øðrum londum
kalla »spindoktor«.
Jóannes Eidesgaard sig
ur, at tað var eisini meining
in, men at tann persónurin,
sum talan var um, leyp frá.
Flokkurin hevur tosað við
einar fimm persónar um
hetta starvið, men eingin
hevur bitið á, tá til stykkis
kom.
Tað er mikið áhugavert,
at ein flokkurin arbeiðir við
slíkum ætlanum. Tí hetta er
tað sum manglar hjá flokku
num. Flokkarnir í Føroyum
arbeiða sum glaðir amatør
ar, lítið skil er á boðskap
inum, og sum heild duga
politisku umboðini illa at
stuðla hvørjum øðrum, øll
vilja hava eina meining um
alt - og skulu markera seg í
øllum málum.
Javnaðarflokkurin hev
ur tað fram um allar hinar
flokkarnar, at hann eigur
nógvar milliónir á bók, tí
flokkurin seldi í 2006 Sosial
in fyri 10 milliónir krónur.
Tí kann nýggja leiðslan
– um hon vil – seta fólk og
spunasmiðir, og rættiliga
gera seg galdandi í nýggju
miðlum á netinum sum
Facebook, Twitter og ørðum,
sum í hesum døgum eru
við at fella fleiri arabiskar
einaræðisharrar.
Eitt er vist, at svevur
Javnaðarflokkurin
víðari
– og verður tað barnsliga
fjasið um Gerhard Lognberg,
sum skal seta dagsskránna,
so er slagið longu tapt...
Nú er lagaliga løtan...
Hugsa um aðalskrivara
Meira dygd í floksarbeiðið
Koll
velting at
fáa vatn
Miðvikan
kjak á síðu 22-23
Nei til
kirkju á
Argjum
Rúni M. Djurhuus
kjak á síðu 19
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo