mikudagur 23. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
4
Sosialurin
Tað er nógv, sum bend
ir á, at tað fer ikki at
bera til at leggja nakr
ar kommunur saman
fyrrenn í 2016.
Tað heldur Gunvá
við Keldu, forkvinna í,
Kommunusamskipan
Føroya, KSF.
Hon
heldur,
at
samanlegging
eigur
at fylgja valskeiðnum.
Hetta valskeiðið endar
nýggjársaftan í 2012,
men hon heldur, at nú
er ætlanin at leggja
kommunurnar saman,
seinkað
so
nógv
í
landsstýrinum, at tað
fer neyvan at bera til at
avgreiða øll ivamálini
hesi bæði næstu árini.
Tað eru nevniliga
helt nógvir ivaspurn
ingar eftir at finna
semju um.
Eitt er, hvussu ein
fólkslig tilgongd skal
skipast. Eitt annað er,
at talan skal vera um
eina heildarætlan, har
tað skal vera greitt,
hvørji málsøki skulu
leggjast undir komm
unurnar at umsitast,
samstundis
sum
kommunurnar verða
lagdar saman.
Og ikki minst skal
greiða fáast á, hvussu
kommunurnar skulu
fíggja tey málsøki, sum
verða løgd undir tær at
umsitast.
S a m a n u m t i k i ð
eru so nógv ivamál,
at forkvinnan í KSF
heldur, at tað er lítið
trúligt, at tað fer at
eydnast at avgreiða
øll viðurskiftini í ár og
næsta ár.
Tú heldur hon, at
tað er meiri sannlíkt,
at
samanleggingin
má útsetast til annað
valskeið byrjar tann 1.
januar í 2016.
Hinvegin er hon
sannførd um, at rákið
gongur
fram
ímóti
størri
og
sterkari
kommunum og at tað
eisini fara at verða
fleiri kommunusaman
leggingar í Føroyum.
Áki Bertholdsen
Í stýrinum fyri Kommunu
samskipan
Føroya,
KSF,
er full semja um, at skulu
kommunurnar
leggjast
saman, skal talan verða um
eina fólksliga tilgongd, sum
tað so flott eitur.
Í hesum sambandi tekur
KSF undir við, at ein liður
í hesi fólksligu tilgongdini
er, at fólkaatkvøðu verður
í teimum ymsu kommunu
num áðrenn nøkur saman
legging verður.
Tað sigur eitt samt stýrið
fyri KSF til seinasta útspælið
frá samgonguni um at broyta
kommunubygnaðin.
Hinvegin verður onki sagt
um, hvussu fólkaatkvøðan
skal skipast og hvørja lagnu
tær kommunur skulu hava,
sum siga nei til samanlegg
ing.
- Vit taka undir við, at
fólkaatkvøða verður í teim
um einstøku kommununum,
men vit hava latið tað upp
í hendurnar á landsstýris
kvinnuni í innlendismálum,
tí tað er haðani, at uppskotið
um fólkaatkvøðu kemur, sig
ur Gunvá við Keldu, sum er
forkvinna í KSF.
Tí hevur KSF heldur ikki
gjørt sær nakrar tankar um,
hvørja lagnu tær kommunur
skulu fáa, har fólkaatkvøðan
vísir ein meiriluta ímóti
samanlegging og um tær
kommunurnar skulu sleppa
at standa uttanfyri ella ikki.
Men hon heldur, at tað
er eisini neyðugt, at lands
stýriskvinnan fer at halda
kunnandi fundir kring alt
landið, so at veljarin veit
heilt ítøkiliga, hvat hann skal
atkvøða um.
Men áðrenn tað kann
verða, verður neyðugt, at
samgongan fyrst finnur eina
politiska semju um, hvussu
kommunurnar skulu skipast
–og har er eitt fitt petti eftir
á mál.
Ósemja um Suðuroy
Útspælið hjá Samgonguni
er, at Føroyar skulu býtast
sundur í níggju kommunur.
Men í stýrinum fyri KSF,
er ikki semja um, antin
Suðuroy skal skipast í eina
kommunu ella í tvær.
Men í hesum sambandi
heitir
KS
á
landsstýris
kvinnuna, um at samskifta
við einstøku kommunustýr
ini í landinum fyri at av
greiða møguligar ósemjur.
Hinvegin
vísir
stýr
ið á, at síðani Kommunu
samskipanin varð stovnað,
hevur hon tikið undir við at
Føroyar verða skipaðar í fær
ri og sterkari kommunur.
Men treytin fyri at taka
undir við eini kommunu
samanlegging, er, at talan er
um eina heildarætlan, har
ymsar uppgávur eisini verða
lagdar undir kommunurnar
at umsitast og ikki minst,
hvussu
hesar
uppgávur
skulu fíggjast.
aki@sosalurin.fo
Vilja hava fólkaatkvøðu um
at leggja kommunur saman
KOMMUNUSAMANLEGGING Aðrenn kommunur verða lagdar saman, eigur fólkaatkvøða at
verða í teimum ymsu kommununum, men enn veit ongin, hvat úrslitið av hesi fólkaatkvøðu
skal brúkast til og, hvørja lagnu, tær kommunur fáa, har fólkið sigur nei til samanlegging
2016
Ein stórur spurningur, sum
støða skal takast til í sam
bandi við kommunusam
anlegging, er, er, um komm
unurnar
skulu
tvingast
at leggja saman, ella um
samanleggingin skal vera
sjálvboðin.
Kommunusamskipan
Føroya
tekur
undir
við
fólkaatkvøðum í kommun
um, men letur tað upp í
hendurnar á landsstýris
kvinnuni at gera av, hvussu
hetta skal skipast.
- Uppleggið hjá lands
stýriskvinnuni í innlendis
málum, er, at tær kommun
ur, sum eru ímóti at leggja
saman, fáa eina ávísa freist at
taka upp samstarv við hinar
kommunurnar í økinum,
staðsfestir Gunvá við Keldu,
forkvinna
í
Kommunu
samskipan Føroya, KSF.
- Men eydnast tað ikki
kommununum
at
finna
semju um samstarv, skulu
tær tvingast at samstarva og
at gjalda til hetta samstarvið
eftir fólkatalinum.
Og tað skal ásetast við
lóg!
Men hvat er so enda
málið við eini fólkaatkvøðu,
tá ið kommunur kortini sku
lu tvingast at samstarva við
lóg?
- Ja tað er ein góður
spurningur,
ásannar
for
kvinnan í Kommunusam
skipanini.
Men hvørja støðu hevur
so KSF til samanlegging,
skal tað vera sjálvboðið ella
tvingsil.
-
Kommunusamskipan
heldur, at samanleggingin
skal vera sjálvboðin. Men tó
skal eitt evsamark ásetast,
har kommunur skulu hava
skipað seg í burðardyggar
eindir, sum tað eitur í eini
yvirlýsing, sum KSF gjørdi í
Klaksvíksskjalinum fyri ein
um ári síðani.
- So fyrr ella seinni verða
kommunur tvingaðar, sigur
Gunvá við Keldu.
Hinvegin er ongin dagset
ing ásett, men í aðrari grein
her á síðuni heldur hon, at
mest sannlíkt er, at saman
leggingin kann ikki vera
fyrrenn í 2016.
Ein stórur ivaspurningur
er, hvussu málsøkini, sum
verða løgd undir komm
unurnar at umsitast, skulu
fíggjast.
KSF er ímóti blokkstuðu
li frá landi til kommunur,
tú stúrt verður fyri, at tá ið
landið manglar pening, verð
ur blokkurin bara minkaður.
- Tí skal talan verða um
eina afturberingarskipan eft
ir heilt føstum mynstri, sigur
forkvinann í KSF.
Tvingast – ella ikki tvingast
Samanlegging skal
vera sjálvboðin, men
evstamark skal ásetast
Fólkaatkvøða
Kommunusamskipan Føroya
tekur undir við, at fólkið í
teimum ymsu kommununum
sleppur at siga sína hugsan um
kommunusamanlegging. Men
spurningurin er, hvat tað skal
brúkast til, tí uppleggið er, at
tær kommunur har fólkið sigur
nei til samanlegging, skulu
kortini tvingast í eitt samstarv