Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Leo Poulsen Eitt torskilt mál um svik er fyri í Føroya Rætti í hesum døg­um. Ákæruvaldið hevur drigið ein fyrrverandi stovnsleiðara í rættin og ákært hann í trim­ um førum at hava um­bið­ ið arbeiði frá fyritøku, har hann sjálvur var stjóri, fyri síða­ni at bæði vátta arbeiðið og leysgeva gjaldið. Málið er eisini eitt sindur tekn­iskt. Mannagongdin er, at stovnsleiðarin váttar rokn­ing­ina, meðan eitt ann­ að starvsfólk leysgevur hana til útgjald. Leiðarin er ákærd­ ur fyri at hava nýtt leys­gev­ ing­ar­lykil­in hjá við­kom­andi starvs­fólkinum at leysgeva rokn­ing­a­r­nar við. Talan er um tríggjar rokn­ ing­ar upp á tilsamans 82.000 krón­ur, sum stovnsleiðarin bæði hevur váttað og leys­ giv­ið til útgjald. Talan er um, at stovnsleiðarin hevði biðið ein mann um at byggja stovninum ein skúrð. Trupulleikin er bara, at hesin maðurin fyrr hevur arbeitt hjá fyritøkuni hjá stovns­ leiðara­num, og ikki bara tað: hann hevði enntá yvirtikið fyri­tøku­na. Og fyri at gera ilt verri, so stóð stovnsleiðarin fram­veg­ is sum stjóri í felagnum. - Men hetta var ein tekn­ isk detalja, sum grann­ skoðara­fyritøkan mælti til, eft­ir sum eg eri í familju við nýgg­ja stjóran í fyritøkuni. Tað var lættari at bíða við skiftinum til árið var upp­ gjørt, var grundgevingin hjá grann­skoðara fyritøkuni, segði ákærdi maðurin í rætti­ num. Fann bara portalin Ákæruvaldið førdi nøkur vitn­ir, bæði verandi og fyrr­ verandi starvsfólk. Eisini tað fyrrverandi starvsfólkið, sum átti uppgávuna, at leys­ geva rokningar til útgjald. Um tað starvsfólkið greid­ di ákærdi stovnsleiðarin frá, at hon dugdi ikki við teldum, og hevði tí biðið hann um at leysgeva rokningarnar til útgjald. Hetta váttaði vitnið fyri so vítt, bara við tí muni, at hon segði seg ongantíð hava fing­ið at vita, at tað var henn­ara ábyrgd at leysgeva rokn­ing­ar­nar til útgjald. Ákærin vildi hava at vita, um hon ikki hevði ver­ið til eitt telduskeið í Menta­mála­ ráðnum og tað játtaði hon. - Men tað skilti eg einki av. Eg visti snøgt sagt ikki, hvat skeið­ið gekk út uppá, segði vitnið. Hon váttaði, at hon hevði fingið eitt loyniorð, men visti annars ikki, hvat tað var gott fyri. Hon hevði held­ur ikki fingið at vita, at loyni­orð­ið var persónligt, men mint­ist seg ikki at hava givið stovns­ leiðara­num tað. Hon váttaði tó, at tær fáu ferðir­nar, hon hevði leysgivið rokn­ing­ar­nar til útgjald, hevði stovnsleiðarin hjálpt henni. - Eg dugdi at finna portal­ in á telduni, men tað var eisini alt, staðfesti hetta vitn­ ið í rættinum. Tað undraði verjan, at løg­ reglan ikki hevði víst hes­um vitninum tær tríggjar rokn­ ing­ar­nar, sum eru viðløgd sum skjøl í málinum. Eigarin ikki avhoyrdur Málið varð ikki avgjørt hend­an dagin í rættinum. Løg­regl­an hevði – óvist hví – ikki avhoyrt ein ógvuliga sen­tral­an persón í málinum, nevni­liga nýggja eigaran av fyri­tøku­ni, sum hann hevði keypt frá stovnsleiðaranum. Væl at merkja áðrenn um­ rød­du rokningar og arbeiði var gjørt. Ein stórur spurningur í máli­num var, hví talan var um tríggjar rokningar, og hví hin eina var púra skeivt skriv­að í mun til tað arbeiði, ið var útført. Hóast nýggi eig­ar­in av fyritøkuni var hin einasti, sum kundi svara hes­ um týdningarmikla spurn­ ingi, hevði løgreglan sum sagt ikki avhoyrt hann og ákæru­valdið ikki innkalla hann. Semja var kortini um mill­ um ákæra og verja, at hesin mað­urin átti at avhoyrast, men tað var eisini semja um, at løgreglan átti at avhoyra hann fyrst. Málið varð tí útsett, til løg­regl­an hevði fingið hetta frá hondini. Skoytast kann uppí, at eina rokningin var forklárað við, at stovnsleiðarin kendis eg illa viðfarnan at ráðnum hann arbeiddi undir, og gjør­ di tí av at taka seg betalt­ an fyri at grava út fyri skúrðinum og stoypa funda­ mentið. Eitt arbeiði, hann upp­runaliga hevði ætlað at gjørt sjálvboðið, men sum hann nú hevði biðið nýggja eigar­an um at senda rokning fyri sína vegna. So varð upp­ hæddin løgd oman á rest­ keyp­ið av fyritøkuni. Og har stendur málið fyri­ bils, til rætturin hevur hoyrt frá­greiðingina av nýggja stjóra­num í fyritøkuni. Sat báðu megin borðið SVIK Ein fyrrverandi stovnsleiðari er dragsaður í rættin, ákærdur fyri at hava váttað arbeiðir frá fyritøku, har hann sjálvur var stjóri, sjálvt um arbeiðið ikki var útført – í hvussu er sambært ákæruvaldinum Teir hava stríðst á frontinum í hugsjónarliga kjakinum í fleiri áratíggjund. Hvassir, speiskir og eirindaleysir í kjaki. Óli Breckmann og Torbjørn Jacobsen tosa um at kjakast, um politiskt stríð og um at samstarva sína millum Breckmann og Tobbi Leygarkvøldið kl. 20-22 Sosialurin 341800