Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 14 Sosialurin Vilmund Jacobsen Mánadagin í vikuni varð sáttmáli undirskrivaður mill­um partafelagið, sum kall­ast 16. februar 2011 og trota­búgv­ini eftir Faroe Seafood og Faroe Fish II. Avtalan snýr seg um tey fýra fiskavirkini í Runa­ vík, Toftum, Vestmanna og Vági – og tey seks skipini, Bak, Stelk, Heyk, Falk, Rók og Lerk. Tað eru trý feløg, ið hava stovn­að partafelagið, sum nú eigur hesar ognir. Tey eru Bacalao í Havn, har Poul Hansen, sum nú er nevnd­ar­for­maður, hevur sítt til­knýti. Poul er sonur Aksel Hansen, sum í mong ár fekst við skiparakstur, og sjálvur hev­ur Poul eisini fingist við skipa­ra­kstur í fleiri ár. Hini feløgini, Varðin í Gøtu og Framjerji á Toftum, eru tey, sum hava verið á bana­num sum møguligir keyparar av Faroe Seafood heilt síð­an byrjan. Varðin eigur uppi­sjóv­ar­skipini, Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Saksa­berg – og Framherji eigur uppi­sjóv­ arskipið Fagraberg og flakatrolaran, Vesturvón. Ein vinnulívsrisi Felagið, sum er stovnað og sum nú eigur hesar ognir, er størsti risi í føroyskum vinnu­lívi, tó at hann enn er væl minni, enn stóra sam­ takið Faroe Seafood var. Í fyrsta lagi átti Faroe Sea­food-samtakið fleiri virkir, enn nýggja felagið eigur. Um­framt tey virkir, sum nýggja felagið hevur keypt, átti Faroe Seafood eisini fiska­virkið í Havn, sum var í gongd, til samtakið endaði í skiftirættinum. Haraftrat átti felagið fiskavirkið í Mið­ vági og fiskavirkið á Tvør­ oyri, sum eftirhondini hava lig­ið still leingi. Faroe Seafood átti eisini tveir triðingar í par­trolar­ unum, Jaspis og Ame­tyst og helmingin í djúp­vatns­ trolara­num, Ednu. Har­ aftrat átti felagið land­ing­ ar­mið­støðina Kongshavn í Saltanga­r­á og lut í øðrum ogn­um, eitt nú triðingin í felag­num Salm Pro, sum er laks­a­virkið í Fuglafirði, ið tó hev­ur ligið stilt síðan fjør heyst. Tað skerst tó ikki burtur, at nýggi fiskivinnurisin í føroyskum vinnulívi er rætti­liga stórur eftir før­oys­ kum máti­stokki. Felagið skipað Um­framt Poul Hansen, sum nú er nevndarformaður, eru hini í nevndini: Torsteinn Már Baldvinsson, stjóri í Sam­herja í Íslandi, Elisabeth Dit­leifs­dóttir Eldevig Olsen og Tummas Thomsen í Gøtu. Elisabeth er kona Anfinn Ol­sen og eigur eins eins og maðurin ein triðing í Fram­ herja, og síðan er tað Tumm­ as Thomsen, sum í nevnd­ini umboðar partin hjá Varða­ num í Gøtu. Stjórar í nýggja felagnum, sum nú fer at reka skip og virk­ir, eru Anfinnur Olsen og Jógvan Dávid Jacobsen, sum um­ boða ávikavist Framherja og Varðan. Partapeningurin í 16. febru­ar 2011 er 50 miljónir krón­ur og er goldin kontant til kurs 100. Nýggi risin í føroyskum vinnulívi Tað verður Poul Hansen, advokatur, sum í fleiri ár hevur fingist við skiparakstur, ið verður nevndarformaður í partafelagnum, sum hevur keypt seks skip og fimm fiskavirkir, sum Faroe Seafood-samtakið átti. Stjórar eru Anfinnur Olsen og Jógvan Dávid Jacobsen Elisabeth og Anfinnur eru hjún. Tey eiga tveir triðingar av Framherja. Hon er í nevndini í nýggja samtakinum, og hann er stjóri í felagnum saman við Jógvani Dávid Jacobsen Poul Hansen er nevndarformaður í partafelagnum, sum nú eigur og fer at reka trý fiskafiski og seks ísfiskatrolarar Vilmund Jacobsen Gongst, sum ætlað hjá nýggja felagnum, sum nú eigur fýra fiskavirki og seks ísfiskatrolarar, so loysa tvey av pørunum, áðrenn dagurin í dag er lokin. Tað eru Bakur og Stelkur og Heykur og Falkur. Anfinnur Olsen, stjóri í nýggja samtakinum, sigur, at manning er fingin til øll skipini, og hetta er í stóran mun sama manning, sum var við skipunum undir gomlu eigarunum. - Vit hava fingið fatur á øllum skiparunum aftur, eins og yvirmenninir í aðrar mátar at kalla eru teir somu. Sama er við manningini. Onkur einstakur maður hevur fingið annan kjans og er farin við øðrum skipi. Stjórin í nýggja samtakinum sigur, at Rókur og Lerkur, sum eru triðja parið, væntandi eisini loysa, áðrenn hendan vikan er úti. - Rókur, sum partrolar saman við Lerki, fekk eina umvæling, meðan gomlu Væntandi l skipini í he Anfinnur Olsen, stjóri, er bjartskygdur og væntar, at tey fyrstu tvey pørini loysa longu í dag – og tá vikan fer at halla, væntar hann, at øll seks skipini eru farin til fiskiskap