Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 24 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Leygardagin var triðja og seinasta steypakappingin í amboðsfimleiki í Fimi í Havn. Frammanundan høvdu kappingar verið leygardagin 5. febr­ uar og leygardagin 22. januar. Tó vóru tað bert konufólk, ið vóru við til ta fyrstu kappingina, so tí høvdu mannfólkini so mikið meira at gera í aðru kappingini, tí tá vóru tríggjar greinir á skránni hjá teim­um ein og sama dag. Orsøkin til tað var, at tað eydn­ aðist ikki at fáa dómarar til kapp­ ingar­nar hjá monnunum beinan­ vegin, so tí gjørdust tað bara tvær steypa­kappingar hjá monnum, mans­ung­lingum, dreingjum og smá­dreingj­um. Niðanfyri hava vit tikið saman um allar tríggjar steypa­kapp­ ingar­nar, so ein hóming fæst av, hvørjir fimleikarar serliga hava út­merkað seg. Harumframt hava vit eis­ini aðrastaðni á hesi síðu úrs­ litini hjá trimum teimum bestu í hvørjari grein frá steypakappingini leygardagin. Kristina var best Hjá kvinnunum var Kristina Toftegaard úr Havnar Fimleika­ felag tann stóri vinnarin í steypa­ kappingunum, tí hon vann í trimum av fýra greinum. Leygardagin vann hon á gólvi, umframt at hon eis­ ini vann kappingarnar í lopi og á bita. Í forskotnari barr gjørdist tað hinvegin Katrin Wardum, somu­ leiðis úr Havnar Fimleikafelag, ið vann. Øssur Debes Eiriksfoss hevur verið tann drúgvasti hjá monn­ unum. Hann vann leygardagin bæði í ringum og lopi, umframt at hann fyrr hevði vunnið í rekk. Rósing Dam hevði frammanundan vunn­ið á gólvi og í barr. Báðir eru úr Havnar Fimleika­felag. Í steypakappingini leygardagin var Eyðvør W. Samuelsen úr Ljós­ inum best hjá kvinnuunglingum á gólvi, men annars eydnaðist Anniku B. Hansen úr Støkk at vinna bæði í for­skotnari barr og á bita í undan­farnu kappingunum, og Bára Persson úr Havnar Fimleikafelag vann ta einu kappingina í lopi. Kappingin hjá mansunglingum hevur verið millum tveir fimleikarar úr Havnar Fimleikafelag, Pætur Jacobsen og Sofus Andreasen, og teir hava vunnið aðru hvørja grein. Leygardagin vann Pætur í lopi og Sofus í ringum, men í fyrru kapp­ ingini vann Pætur vunnið á gólvi og í barr, og Sofus vann í rekk. Vann fimm av seks Marianna G. Eystberg úr Ljós­ inum vann á gólvinum hjá gentum leygardagin. Í aðru steypa­kapp­ ingini vann Bjørt H. Joensen úr HF í forskotnari barr og lopi, og Lív B. Árting vann á gólvinum í tí fyrstu av teim­um trimum kappingunum. Bartal Wardum úr Havnar Fimleika­felag var stóri slúkurin hjá dreingjum, tí hann vann tilsamans fimm av seks greinum. Hann vann á gólvi, í rekk, barr, ringum og lopi, men leygardagin vann Rani Petersen úr Havnar Fimleikafelag í lopi. Hjá smádreingjum var Hannes Agnarson úr Havnar Fimleikafelag um vikuskiftið bestur í ringum og beinsveiggi, og í fyrru steypa­ kappingini hjá teimum vann hann eisini í rekk og barr. Aron Jacobsen úr Havnar Fimleikafelag var leygar­ dagin bestur í lopi, og hann vann eisini á gólvi í tí fyrru steypa­kapp­ ingini. hilmarjan@sosialurin.fo Kvinnur (gólv) 1. Kristina Toftegaard, HF . . . . . . . 13,55 2. Friðhild Norðgerð, HF . . . . . . . . . 12,50 3. Katrin Wardum, HF . . . . . . . . . . . 12,45 Menn (ringar) 1. Øssur Debes Eiriksfoss, HF . . . . 12,45 2. Jóni Christiansen, HF . . . . . . . . . . 11,45 Menn (lop) 1. Øssur Debes Eiriksfoss, HF . . . . 13,92 2. Jóni Christiansen, HF . . . . . . . . . . 12,83 Kvinnuunglingar (gólv) 1. Eyðvør W. Samuelsen, Ljósið . . . 10,45 2. Bára Persson, HF . . . . . . . . . . . . . 10,00 3. Bjarta Jansdóttir, HF . . . . . . . . . . . . 9,80 Mansunglingar (ringar) 1. Sofus Andreasen, HF . . . . . . . . . 10,30 2. Pætur Jacobsen, HF . . . . . . . . . . . . 5,25 Mansunglingar (lop) 1. Pætur Jacobsen, HF . . . . . . . . . . 12,15 2. Sofus Andreasen, HF . . . . . . . . . 12,07 Gentur (gólv) 1. Marianna G. Eystberg, Ljósið . . . 19,40 2. Lív B. Árting, HF . . . . . . . . . . . . . 18,80 3. Heidi Bendtsen, HF . . . . . . . . . . . 18,70 Dreingir (ringar) 1. Bartal Wardum, HF . . . . . . . . . . . . . 6,40 2. Rani Petersen, HF . . . . . . . . . . . . . . 6,20 3. Tóri Atlason, HF . . . . . . . . . . . . . . . 5,10 Dreingir (lop) 1. Bartal Wardum, HF . . . . . . . . . . . 12,73 2. Tór av Skarði, HF . . . . . . . . . . . . . 12,43 3. Johan Petersen, HF . . . . . . . . . . . 12,07 Dreingir (beinsveiggj) 1. Rani Petersen, HF . . . . . . . . . . . . . . 8,00 2. Johan Petersen, HF . . . . . . . . . . . . . 7,80 3. Tóri Atlason, HF . . . . . . . . . . . . . . . 6,00 Smádreingir (ringar) 1. Hannes Agnarson, HF . . . . . . . . . 17,90 2. Rani A. Dalsgarð, HF . . . . . . . . . . 16,30 3. Heini Mohr Samson, HF . . . . . . . 15,35 Smádreingir (lop) 1. Aron Jacobsen, HF . . . . . . . . . . . . 16,75 2. Hannes Agnarson, HF . . . . . . . . . 16,45 3. Ragnar Ey. Samuelsen, Ljósið . . 16,35 Smádreingir (beinsveiggj) 1. Hannes Agnarsson, HF . . . . . . . . 12,50 2. Rani A. Dalsgarð, HF . . . . . . . . . . 10,90 3. Jákup Jørgensen, HF . . . . . . . . . . 10,55 Triðja steypakappingin Hilmar Jan Hansen Fyri at kunna vera við á oyggja­ leikalandsliðnum í fimleiki, skalt tú vera 14 ár ella eldri, so tað eru bert fimleikarar, ið svara til tann aldurin, ið kunnu bjóða seg fram har. Tó hevur Fim­leika­sambandið gjørt av eisini at taka út eitt yngru dreingja­lið, ið hevur eitt lægri aldurs­mark, ið er sett til 11 ár. Ætlanin er, at oyggja­leika­ landsliðið skal venja tríggjar ella fýra ferðir um mán­aðin, og tað verður allar­helst sunnu­ dagar. Annars fáa fimleikar­ar­ nir boð frá venjarunum um, hvat arbeiðast skal við úti í feløgunum millum felags venj­ ingarnar. Sunnudagin, tá úttøkan til landsliðið verður, skulu eldru fimleikararnir gera øll seks amboðini, ið eru á skránni á oyggja­leikunum, umframt at seriur eftir FIG-reglunum skulu gerast til amboðini. Hetta er tó ikki galdandi fyri teir yngru fimleikararnar, ið skulu takast út til dreingjalandsliðið. hilmarjan@sosialurin.fo Landsliðs- úttøka Fimleikur Sunnudagin skal landsliðið í amboðsfimleiki, sum í summar skal til oyggjaleikir á Isle of Wight, takast út Steypakappingar lidnar Fimleikur Tær tríggjar steypakappingarnar í amboðsfimleiki, sum plaga at vera tíðliga á árinum, eru nú farnar aftur um bak. Seinasta av teimum var leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen