Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 6 Sosialurin Lestrarblaðið Rólant Waag Dam Tey hittast javnan, fólkini, sum manna nevndina í Samvinnuni, ið er felagss­kapurin hjá teimum føroysku les­andi á handilsháskúlanum í Keyp­manna­havn. Men hjá teimum er ann­að er enn øl og sosial samvera á skránni. Beint nú viðgera tey, hvussu tey kunnu virka fyri, at føroyskar fyritøkur lata seg upp og vilja sam­ starva við tey lesandi, sum skulu skriva bachelor- ella kandidat­upp­ gávur. Royndir teirra siga nevniliga, at føroyskar fyritøkur sum heild eru alt annað enn samstarvssinnaðar. – Tað er eitt stórt svart hol, sum vit als ikki fáa innlit í. Nógv­ar fyritøkur ikki so frægt sum svara aftur, tá vit senda teimum spurn­ ingar ella áheitanir um samstarv, sigur Páll Oddur Rubeksen, nevnd­ arlimur í Samvinnuni. Hetta er ikki einans ein trupul­ leiki fyri tey lesandi, sum ynskja at brúka tíð og orku upp á at analysera og viðgera føroyskar fyritøkur, rokn­skap teirra ella hvussu tær eru saman­settar. – Fyritøkurnar, sum ikki vilja sam­starva, missa eina øgiliga vitan. Tá okkara limir skriva uppgávur, sita tey fulla tíð í tríggjar mánaðir, ar­beiða og analysera. Men vitanina og nýggju vinklarnir, tey kunnu koma við, fáa nógvar føroyskar fyri­tøkur ikki gagn av, tá tey ikki vilja sam­starva við okkum, vísir Eva Skeel Nolsø, forkvinna í felag­ num, á. Síggja ikki virði í lesandi Í nevndini undrast tey á, hví flestu føroysku fyritøkurnar, tey hava sett seg í samband við, annað hvørt eru avvísandi ella als ikki svara teirra fyrispurningum. – Vit, sum eru undir útbúgving, sita við nýggjastu vitanini á øki­ num. Men tað er líkt til, at føroysku fyritøkurnar ikki síggja virði í hesum, sigur Tróndur Hentze Søren, sum eisini er við í nevndini. Tað er í beinari andsøgn við gongd­ ina í Danmark, har fyritøkur held­ur enn gjarna samstarva við les­andi, sum skriva bachelor- og kandidat­ uppgávur. – Júst nú lýsir Danske Bank eftir 36 lesandi, sum skulu skriva upp­ Vilja samstarva við Tá føroysk lesandi heita á fyritøkur í Føroyum, um at samstarva við tey um bachelor- ella kandidatuppgávur, er tað sjáldan tey fáa nakað svar. Soleiðis fer nógv vitan fyri skeyti og vandin er, at tey lesandi ikki koma heim, sigur felagsskapurin fyri tey føroysku lesandi á Copenhagen Business School. Tey virka fyri einum tættari samstarvi millum lesandi og vinnulívið í Føroyum Tróndur Hentze Sørensen og hini í samvinnuni halda, at føroysku fyritøkurnar ikki vísa neyðugu virðingina fyri vitanini tey føroysku lesandi á CBS hava Mynd: Rólant Waag Dam Vit, sum eru undir útbúgving, sita við nýggj- astu vitanini á øki­num. Men tað er líkt til, at føroysku fyritøkurnar ikki síggja virðið í hesum