Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Lestrarblaðið etur Føroya www.setur.fo Søgu- og samfelagsdeildin: Samfelags­ frøði Á søgu- og samfelagsdeildini ber til at lesa bachelor í sam­felags­frøði. Hetta er ein samantvinning av bæði søgu og stjórnmálafrøði. Sam­ felags­frøði kann nýtast sum ein útbúgving fyri seg, men til ber eisini til at lesa víðari, og tá fara inn á eina meiri stjórn­málasliga kós. Til ber at lesa bachelor í sam­ felags­frøði, lesturin er skip­ að­ur við tveimum støðis­ár­um og einum BA ári. Upp­tøkutreyt er mið­náms­ prógv ella samsvarandi útbúgving. Lestrarbyrjan er august 2011. Søgu- og samfelagsdeildin: Søga Á søgudeildini lesur tú fleiri yms­ar lærugreinar, men dent­ur verður lagdur á søgu. Tvey tey fyrstu árini eru yms­ ar grundlærugreinar, og trið­ ja árið ber til at leggja dent á tað, tær dámar best. Til ber at lesa bæði bachelor og master í søgu. Lesturin er skip­að­ur við tveimum árum av støðisnámi og einum bachelor­ári, og um tú ynskir at fara víðari, eru tvey ár av mast­er­lestri. Upptøkutreyt er mið­náms­ prógv ella samsvarandi út­ búgv­ing. 30 lesandi verða tikin inn árliga, og lestr­ar­ byrjan er august 2011. Føroya Læraraskúli: Lærara­ útbúgvingin Læraraútbúgvingin tekur 4 ár og er í tveimum stigum. Fyrri partur er 3 ára út­búgv­ ing á bachelorstøði. Dent­ur verður lagdur á, at tey les­andi fáa eitt gott fakligt grund­ arlag í lærara­yrk­i­num, t.d. at skilja grund­leggjandi tættir í á­støðil­ig­um arbeiðisháttum, læra virðini, lærarayrkið bygg­ir á, nema sær ta frá­ læru­ligu, námsfrøðiligu og sálarfrøðiligu vitan og teir førleikar, lærarin hev­ur brúk fyri og savna hug­an um ta breiðu fakligu vitan­ ina, ið krevst at undir­vísa í annaðhvørt hug- ella náttúrvísindaligu læru­grein­ unum Triðja árið verður fyrra linjan lis­in. Linjulestur er miðvís bók­lig og praktisk fyrireiking til at undirvísa í einari av læru­grein­um fólkaskúlans. Bachelor uppgáva verður eisini skrivað hetta árið. Annar partur - fjórða árið - er yrkisrættað. Onnur linjan verður lisin, og tey lesandi fyrireika seg til lærarayrkið. Starvslæran er týdningarmikil liður í útbúgvingwni. Upptøkutreyt er prógv frá miðnámsskúla, ella annar skúli ella royndir. Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær. Lestrarbyrjan er august 2011 Føroya Læraraskúli: Náms­frøði Námsfrøðingaútbúgvingin tekur 4 ár og er í tveimum stigum. Fyrri partur er 3 ára útbúgv­ ing á bachelorstøði. Dent­ ur verður lagdur á, at tey les­andi fáa gott fakligt grund­ar­l­ag í námsfrøði, t.d. at skilja grundleggjandi tætt­ir í ástøðiligum arbeiðis­háttum, læra virð­ ini, námsfrøðingayrkið bygg­ir á og nema sær ta námsfrøðiligu og sálar­ frøðiligu vitan og teir før­ leik­ar, ein námsfrøðingur brúk­ar í gerandisdegnum. Triðja árið savna tey les­ andi seg um eitt ávíst námsfrøðiligt øki, og bachelor uppgáva verð­ ur skrivað. Annar part­ ur - fjórða árið - er eitt yrkisrættað ár. Tey lesandi fyrireika seg til námsfrøðingayrki. Starvslæran er týdningarmikil liður í útbúgvingini. Upptøkutreyt er prógv frá miðnámsskúla, ella annar skúli ella royndir. Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær. Lestrarbyrjan er august 2011 Søgu- og samfelagsdeildin: Stjórn­ málafrøði Á søgu- og samfelagsdeildini lesir tú fleiri ymsar lærugreinar, men dentur verður lagdur á stjórnmálafrøði. Til ber at lesa bachelor í stjórnmálafrøði. Lesturin er skipaður við tveimum árum av støðisnámi og einum bachelorári. Lestrarbyrjan er í august 2012 Upptøkutreyt er miðnámsprógv ella samsvarandi. Gransking Fróðskaparsetrið er ein granskingar og undirvísingarstovnur, sum tekur lut í bæði heimligari og útlendskari gransking. Granskarnir á Fróðskaparsetrinum samstarva við starvsfelagar á útlendskum universitetum um verkætlanir. Eisini er nógv samstarv millum teir føroysku granskingarstovnarnar. Herfyri varð ein føroyskur granskingarpolitikkur orðaður, sum skal tryggja føroyskum granskarum betri karmar og møguleikar. Alment skeið í føroyskum Til ber at taka eitt styttri próvskeið í føroyskum -og skeiðið er fyri øll. Skeiðið økir um førleikarnar í føroyskum bæði viðvíkjandi arbeiði, gerandislívi og hægri lestri. Dentur verður lagdur á mállæru, og nógvar praktiskar venjingar styðja tað, sum gjøgnumgingið verður. Eisini verða ymsir tekstir tiknir fram, sum skulu lesast, greinast og tulkast. Undirvíst verður í 18 vikur og kostnaður er 2.800 kr + próvtøkugjald á 700 kr. Skeiðsbyrjan er 26.09.11