mikudagur 23. februar 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
18
Sosialurin
Lestrarblaðið
Býr á Oyri –
lesur í Boston
Fjarlestur – Eg havi altíð hildið,
at tað besta er at sita á einum
skúlabeinki og læra, men tað haldi
eg ikki longur, sigur Árni Joensen
á Oyri, sum tekur ljóðútbúgving
á Berklee skúlanum í Boston
Eyðun Klakstein
Árni Joensen á Oyri tekur í
løtuni
útbúgving
á
Berklee
musikkskúlanum í Boston. Ikki
tí, at hann hevur skift Oyri út
við amerikanska stórbýin, men tí
hann umvegis fjarlestur er sloppin
fram at kenda amerikanska skúl
anum.
Hann tekur í løtuni fyrsta part
av eini útbúgving í ljóðblandi og
mastering – Mixing And Master
ing. Útbúgvingin tekur tríggjar
ferðir 14 vikur, og øll útbúgvingin
verður tikin umvegis internetið.
– Eg havi altíð hildið, at tað
besta er at sita á einum skúla
beinki og læra, men tað haldi eg
ikki longur. Eg eri imponeraður
av, hvussu væl tað ber til at taka
útbúgving umvegis internetið,
og eg havi rættiliga fingið hug at
halda fram við hesum, sigur Árni
Joensen.
Avger sjálvur
Undirvísingin á fjarlestrinum hjá
Berklee gongur fyri seg á tann
hátt, at Árni Joensen skal arbeiða
sjálvstøðugt við ljóði, og hvørja
viku skal hann avlevera eitt
projekt, sum hann byggir víðari
á. Í hansara føri er tað ein sangur,
sum hann arbeiðir við og leggur
afturat.
– Eg havi ein lestrarvegleiðara
knýttan at mær. Hann fylgir við í
tí, sum eg geri, og so er ein lærari
knýttur at okkum, sum taka
hetta skeiðið. Hvørja viku fái eg
viðmerkingar frá læraranum, og
tað eru detaljeraðar viðmerkingar
um tað, sum eg havi gjørt. Eisini
fái eg ein karakter hvørja viku, so
eg veit, hvussu tað gongur, greiðir
Árni frá.
Hvørt sunnukvøld skal upp
gávan latast inn, og hon byggir á
tað, sum Árni hevur lært ígjøgnum
vikuna.
– Hetta er ein góður máti at
taka eina útbúgving, tí eg kann
avgera sjálvur, nær eg lesi og
geri projekt, men tað er sjálvandi
neyðugt at seta nakað av tíð av til
hetta og at avlevera uppgávurnar
til tíðina, sigur hann.
Heldur fram
Árni Joensen er í holt við fyrsta
partin av útbúgvingini, og avger
sjálvur, nær hann tekur restina,
men ætlanin er avgjørt at halda
fram við lesnaðinum.
– Eg vil gjarna hava eina út
búgving á hesum økinum. Eg havi
fingist nógv við tónleik og ljóð
bland og havi hildið meg vita alt,
men eftir at eg eri farin undir hesa
útbúgvingina, havi eg funnið út av,
at eg havi vitað lítið, og tí er hug-
urin stórur at læra meira, sigur
hann.
Hvørt skeiðið á útbúgvingini
hjá Árna kostar umleið 8000
krónur, men tað krevst eisini, at
hann hevur nakað av útgerð og
forritum, sum skulu brúkast til
útbúgvingina.
eydun@klakstein.fo
Eg havi altíð hildið, at tað besta er at sita á einum skúlabeinki
og læra, men tað haldi eg ikki longur, sigur Árni Joensen á Oyri,
ið er undir útbúgving á Berklee musikkskúlanum í Boston
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eydna Skaale
Umleið helvtin av teimum, sum fara
uttanlands í lestrarørindum siga,
at um tey høvdu havt møguleika
at lisið her heima, so høvdu tey ikki
farið av landinum. Tí er alneyðugt,
at stig verða tikin til, at ungdómurin
fær høvi at útbúgva seg í Føroyum.
Betri fjarlestrarmøguleikar eru
ein liður í ætlanunum um at fáa
ungfólk at vera verandi í Føroyum.
Serliga skeiva gongdin av ungum
kvinnum, sum hvørt ár hvørva út í
heim má steðgast nú, og eisini her
verður hildið, at fjarlestur er ein
loysn.
Lestrarstuðul til lesandi
Longu nú eru nakrir møguleikar,
t.d. hevur Føroya Handilsskúli
havt samstarv við Robert Gordon
University í Skotlandi, Náttúru
vísindadeildin á Fróðskaparsetr
inum hevur havt samstarv við
Mittuniversitetet í Svøríki, umframt
at Handilsskúlin á Kambsdali hevur
bjóðað FHS- og HH útbúgvingar
umvegis fjarlestur.
Nú skal útboðið tó víðkast, og
ætlanin er eisini at lata lestrar
stuðul til teirra, ið fara undir fjar
lestur. Tað er nevniliga ikki eitt
tilboð í dag. Lestrarstuðulin fer at
verða latin í mun til hvussu nógvar
tímar, tú lesur. Ein leistur er, at tey
lesandi fáa lán, tá tey byrja, og so
hvørt sum próvtøkurnar koma í
hús, verður lánið strikað og umlagt
til stuðul.
Deplar kring landið
Ætlanin er at skapa nakrar deplar
fyri fjarlestri runt um í Føroyum.
Royndir uttanlands vísa, at tað
er týdningarmikið, at tey lesandi
kunnu koma saman, og tí er eitt
uppskot, at eitt fjarlestrarumhvørvi
í Føroyum kundi verið knýtt at mið
námsskúlunum.
Tað skal eisini vera lættari at
sameina ymsar møguleikar, og at
seta eina útbúgving saman av nær
lestri á Fróðskaparsetrinum og
fjarlestri úti í heimi.
Nógv fleiri møguleikar
Við tað, at Fróðskaparsetrið og aðrir
útbúgvingarstovnar kunnu víðka
um síni útbúgvingartilboð, verður
helst sannlíkt, at fleiri føroyingar
fara at nema sær útbúgving her
heima umvegis fjarlestur. Hetta er
eisini eitt gott tilboð til teirra, ið av
ymsum orsøkum ikki kunnu fara
av landinum at lesa, og teirra, ið eru
komin eitt sindur upp í árini.
Hetta er eisini ein bílig loysn, sum
ikki kostar Fróðskaparsetrinum
nakað.
eydna@sosialurin.fo
Fá allar heimsins
møguleikar
Fjarlestur 60 % av føroyskum lesandi lesa uttanlands.
Bara helvtin av teimum koma heimaftur eftir loknan
lestur. Tí er nú ætlanin at fáa føroyingum góðar
útbúgvingarmøguleikar til Føroya. Loysnin er fjarlestur