Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Í gjár boðaði Helena Dam á Neyst­a­bø frá, at hon ikki er við í kapp­ing­ini um at ger­ast for­kvinna í Javn­að­ar­flokk­i­ num. Hon sig­ur, at starv­ið sum lands­stýr­is­kvinna í ment­a­mál­ um er sera krevj­andi. Hon vís­ir á nógvu verk­ætl­an­ir­nar, sum hon ynsk­ir at leggja alla sína orku í at føra á mál. – Tað fer at krevja nógv at røkka teim­um mál­um, sum eg havi sett mær, sig­ur hon. Hon vísir eisini á, at tað er henn­ara vón, at øll lok­al­fel­øg Javn­að­ar­floks­ins tosa sam­ an og koma til eina semju um eitt og sama val­evni til nýggj­ an for­mann í Javn­að­ar­flokk­i­ num. Hetta er ein sera skilagóð av­gerð hjá Hel­enu Dam á Neyst­a­bø. Tað er einki duls­mál, at hon ikki varð væl mót­tik­in av øll­um, tá hon kom aftur í Javn­að­ar­flokk­in í 2002. Hon slapp til døm­is ikki at stilla upp fyri Suð­ur­streym­oy­ar Javn­að­ar­fel­ag. Men hon hevur megn­að upp­gáv­una í Ment­a­mál­a­ráð­ num væl. So væl, at hon hev­ ur vunn­ið nógva virð­ing aft­ ur mill­um javn­að­ar­fólk. Við tað at hon ikki royn­ir eft­ir for­mans­sess­i­num, men fer at stuðla tí, sum vald ella vald­ur verð­ur, vís­ir hon, at tað ikki bara snýr seg um henn­ara egna per­són. Tað kann fara at líkjast eini farsu, nú so nógv bjóða seg fram – øll frá tí mest kon­ tro­ver­s­i­ella pol­i­tik­ar­a­num til tann mest upp­lagda. Av­gerð­ in um nýggja leið­ar­an kann tá blíva so til­vild­ar­lig, at flokku­r­ in verð­ur gjørdur til láturs. Helena Dam á Neystabø er tann fyrsta at vísa dirvi og virð­ing við ikki at gera val­ið um hægsta em­bæt­ið í flokk­i­ num ein eina farsu. Tað vís­ir ein sterk­an pol­itik­ara. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Einaferð var loysunarorðið privat­ i­ser­ing. Landið seldi meirlutan av bank­a­num, sum varð listaður á børsunum. Sama skuldi gerast við tjóð­ar­flog­fel­ag­ið, men fyri fyrst bara ein trið­ing. Her var ein funnin fress­ur at útvega landinum pengar – hjá einum borgarligum stýri, sum helt seg vera liberalt. Men nú er vent í holuni. Með­an vakr­ar ætl­an­ir vóru um privati­ser­ ing­ar, so tykist núverandi vinn­u­ mál­a­ráð­harri als ongar ætlanir hava – utt­an at ti­l­eink­is­gera ta í­løgu, sum priv­atu eig­ar­ar­nir hava gjørt. Við hesum hevur landskassin fing­ið eitt rentufrítt lán frá part­a­eig­a­r­u­num í Atlantsflogi. Lán frá fólki, sum hava sett pengar í felagið við lyftu um, at meirilutin fór at verða priv­ati­ seraður. Her eru útlendskir íleggjarar, sum ver­u­liga hava brent seg fíggj­ar­ liga. Ikki tí at fel­ag­ið ikki hev­ur klár­ að seg, men tí at vinnu­mál­a­ráð­harr­ in hevur lumpað teir. Hetta er jú tað reina bóndafangarí. Ein útlendingur hevur keypt fyri 15 milliónir krónur í parta­peningi í Atlantsflog, og fær als onga á­virkan, og hann hevur als eingi útlit fyri at fáa ávirkan ella at kunna keypa størri part í fel­ag­num – ella fyri tað at selja síni parta­brøv, tí vinnu­pol­i­tikk­ur­in hjá landsstýrinum hevur gjørt tey virð­ is­leys. Hetta er ein álvarsom støða. Úrs­ lit­ið av vinnu­pol­i­tikk­i­num hjá lands­ stýrinum er, at privatu parta­eig­ar­ar­ nir yvirhøvur als onga á­virkan hava. Teir høvdu møguleika at velja ein nevnd­ar­lim, men tann rætt­in hevur landsstýrismaðurin eis­ini tikið frá teimum. Føroysku stórpartaeigarar í Atl­ ants­flog eru fyri tað mesta instu­ti­ ti­on­ellir stovnar, so sum TF Hold­ing, Lív (hjá lands­stýrinum), bankar­nir, (part­vís hjá landsstýrinum) – og so priv­ata Enniberg, sum tó hev­ur fing­ ið ein nevndarlim í felagið. Og so tosa hesi »klóku høvdini« um at gera Før­oyar til eitt í­løgu­ land, har út­lend­ing­ar skulu koma við peng­um. Tað er tað vallar nakar, sum torir við tí vinnu­pol­i­tikki, sum lands­stýr­ið rek­ur – enn­tá eitt so­kall­ að borg­arligt lands­ stýri. Eingin út­lend­ ing­ur fer nakr­ an­tíð at seta peng­ar í nak­að – ella at stóla upp á nakað, sum eitt slíkt lands­stýri ger. Hetta er bara enn eitt dømi um eina full­kom­ i­liga mis­eydn­aða æt­l­an. Eina ætlan, sum er mis­eydn­að av ván­a­lig­um pol­it­isk­um hand­verki og ván­a­lig­ari pol­it­isk­ari á­byrgd­ ar­kenslu frá øll­um lands­stýr­i­ num og løg­ting­i­num við. Ráðini mugu vera, at land­ ið rind­ar øll­um priv­atu part­ a­eig­a­r­u­num í At­lants­flog peng­ar­nar aft­ur, yv­ir­tek­ ur part­a­brøv­ini – og so tað týdn­ing­ar­mesta av øllum, at eing­in pol­it­ik­ari mukk­ar eitt orð um priv­at­i­ser­ing, tí tað er landaskomm so tað for­slær. Eingin politikari má nevna orðið privatisering aftur... Nýggju tryggingarmenninir, sum nú ráða fyri borg­um í Eik Banka hava rætt­i­liga rætt bakara fyri smið, nú kassa­dam­ur­nar í Eik máttu rinda prís­in og fáa fótin, eft­ ir at teir klóku harrarnir við feit­um inn­tøk­um og nógv­ um part­a­brøv­um koyrdu bank­an á heysin. Er tað virkuliga eingin eftir í bankanum, sum kann á­byrgj­ast fyri nak­að? Vóru tað virk­u­liga bara Marn­ er og Bjarni, sum høvdu á­byrgd­ina? Teir blivu pre­m­i­er­að­ ir við nøkr­um mill­i­ón­um í part, með­an kass­a­dám­ur­ nar fingu fót­in í reyvina. Ja ójavnt er býtt... Í annaðkvøld fara vit at hoyra Óla Breckmann og Tór­bjørn Jac­ob­sen í Hvonn Live á Rás2. Óli Breck­mann varð ikki aft­ ur­vald­ur á ting sein­ast og tyk­ist ikki ser­liga á­hug­að­ur í vara­ting­sessi­num, sum hann hev­ur í løt­uni. Tórbjørn Jac­ob­ sen hev­ur boð­að frá, at hann stillar ikki upp til næsta val. Men politiskir eygleiðarar inn­ar­liga í Tjóð­veld­i­num siga, at glyvra­mað­ur­in kort­ini still­ ar upp­aftur. Teir siga, at hetta er eitt stunt hjá Tór­bjørn Jac­ ob­sen, so­leið­is at hann stutt fyri val­ið kann siga, at eft­ir nógv­ar á­heit­an­ir, so hev­ur kort­i­ni gjørt av at stilla upp. Honum dám­ar so væl at yv­ir­raska, verð­ur sagt. Hetta frætta vit utt­an iva meira um á Rás2 í ann­að­ kvøld. Tobbi ger eitt stunt Helena vísir dirvi Nýggjur kommunu deformur Heini Holm kjak á síðu 11 Komm­ un­uskúlin verður býarlund? Eyðun á Borg kjak á síðu 10 – Hetta er stór vanærulig skomm! Soleiðis fullu orðini hjá Inge­borg Vinther í sambandi við, at fugl­firð­ing­ar ikki ætl­ aðu sær at akt­a Før­oya Ar­ beið­ara­fel­ag, sum noktaði at landa ís­lendsk skip, tí verk­ fall var í Ís­landi. Ingeborg Vinther segði, at »hetta er ein ræðulig gerð hjá ar­beið­ar­a­fel­øg­u­num í Fugl­ a­firði og ein stór van­æru­lig skomm fyri tey«. At hetta eru hørð, orð kunnu øll sanna. Onkur les­ari hev­ur tó vent sær til okk­ara og spurt, hvar hørðu orð­ini hjá Ingeborg Vinth­er vóru, tá Føroyar Ar­beið­ara­fel­ag stuðlaði Føroya Fiski­mann­ a­fel­ag við at taka tey mest grund­leggj­andi fak­fel­ags­ rætt­indini frá Olafi Jo­han­ sen, sála, tá hann van­æru­liga varð sparkaður til hús av ó­røtt­um. – Tað var ein van­æru­ lig skomm, sum Ing­e­ borg Vinth­ er átti at á­tal­að. Men tað hev­ur hon ikki gjørt! Hvør er skommin Ingeborg? Kassadamurnar í Eik fingu skuldina Tá landið bóndafangar