Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Enn er langur vegur eftir á mál og vit hava ikki givið skarvin yvir enn. Tað sigur Steen Juul Ped­er­sen, sum hevur verið tals­mað­ur hjá teimum, sum hava mótmælt, at bygt verð­ur á fríøkinum ímillum Sandá og Støðlagøtu. Hann leggur dent á, at tað er als ikki eini nýggjari kirk­ju, at tey eru ímóti. - Vit eru hørm um, at fólk hava fingið ta fatan, at vit eru ímóti kirkjuni,sigur hann. Men hann leggur afturat, at tað er ein misskiljing. - Vit eru ímóti, at nakað verð­ur bygt yvirhøvur á stykki­num og vit høvdu mót­mælt, sama hvønn bygn­ing, talan var um at bygg­ja á økinum. Ikki tapt enn Hinvegin er hann sann­førd­ ur um, at stríðið um hendan blettin við Sandá, er ikki tapt enn, hóast Tórshavnar Býráð í gjárkvøldið samtykti at gera eina serstaka byggi­ sam­tykt, so at slóðast kann fyri, at kirkja kann byggjast á stykkinum. - Tað hevði bara verðið so nógv lættari, hevði Býráðið felt málið sjálvt, sigur hann. Nú skal málið so fyri í fri­ð­ing­ar­nevndini og har ivast hann ikki í, at tey, sum hava mótmælt, verða mett at vera hoyringspartur og verða innkallað at siga okk­ ara hugsan. - Og verður tað neyðugt, verður málið eisini lagt fyri kærunevndina í lendi­s­mál­ um, saman við teimum mót­ mæl­u­m, sum eru latin inn. Ikki so einfalt Steen Juul Pedersen er sann­førdur um, at tað er til teirra fyrimun, at tað er so tep­ur meiriluti í býráðnum fyri at gera eina serstaka byggi­sam­tykt, so at byggj­ ast kann á stykkinum. - At býráðið er so ósamt um málið, hevur uttan iva eisini sína ávirkan, tá ið avgerðin skal takast í friðingarnevndini og kæru­ nevnd­ini, tí tað ger tað ikki so lætt at taka støðu, sigur tals­mað­urin. Nú hevur onkuntíð verð­ ið ført fram, at tað er ikki frí­økið, tit eru so eym um, men at veruliga orsøkin til mót­mæl­ið er bara tann, at sum­mi av tykkum fara at missa útsýnið? -­ Tað er ikki rætt, í øllum før­um ikki hjá mær, tí eg mis­si onki útsýni. Men tað er uttan iva rætt, at summi av teimum húsunum, sum koma at standa næst kirkj­ u­ni­, fara helst at fella nakað í virði. - Høvuðsorsøkin til mót­ mælið er, at vit vilja varð­ veita hetta friðaða økið, sig­ ur Steen Juul Pedersen. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Býráðslimir í Havn vórðu lagd­ir undir trýst, tá ið teir í gjárkvøldið skuldu taka støðu til at broyta byggi­sam­ tykt­ina fyri eitt stykki ímill­ um Sandá og Støðlagøtu, so at ein nýggj kirkja kann byggj­ast á stykkinum. Eini 30 mótmælisfólk møt­ tu upp á býráðsfundinum við skeltum um at bjarga Sandá í eini roynd at ávirka bý­ráðs­ limir­nir. Men tað gekk ikki heilt eftir vild, tí eftir at hava kjak­ast í ein tíma um máli, samtykt ibýráðið sam­tykti kortini at broyta byggi­sam­ tykt­ina, so at ein kirkja kann byggj­ast á tí 4000 fermetra stóra stykkinum. Býráðslimir, sum at­kvød­ du fyri, løgdu dent á, at ein nýggj kirkja á stykkinum fer ikki at nerva Sandá, tí hon skal byggjast minst 20 metr­ ar frá sjálvari ánni. Tvørtur ímóti hildu teir, at ein kirkja kann verða eitt prýði fyri økið. Hetta merkir kortini ikki, at tað er klárt a byggja kirkju­na, tí tað gevur býráðið ikki byggiloyvi til, fyrrenn allar tekningar fyriliggja og umsókn er komin um byggi­ loyvi. Býráðslimir skinkla Ein av teimum, sum varð heit­ur talsmaður fyri at broy­ta byggisamtyktina, var Jan Christiansen, sum vísti á, at hetta er eitt gamalt mál í bý­ráð­num og at bæði byggi- og býar­skipan­ar­ nevnd­in, fíggj­ar­nevnd­in og alt býráðið, sum tað er, hava óteljandi ferðir tikið ein­mælt undir við málinum og tí harmaðist hann um, at bý­ráðs­limir nú vóru farnir at skinkla, hóast ikki eitt kom­ ma var broytt í ætlanini. Hetta stykkið, sum æt­lan­ in nú er at byggja kirkjuna á, er eitt stykki, sum Býráðið sjálvt einmælt hev­ur sam­ tykt at vísa kirkju­ráð­num á Argjum á til nýggja kirkju. Lurta eftir fólkinum Tann býráðslimurin, sum var ídnastur fyri at varðveita frí­ øk­ið, var Jógvan Arge. Hann dugdi ikki at síggja nakað sum helst skeivt í at býráðs­limir lurtaðu eftir fólki­num. Hann vísti á, at 245 mót­ mæli eru komin býráðnum í hen­di og hann dugdi ikki at sígg­ja, at tað skuldi leggjast býráðs­limum til last, at teir lurt­aðu eftir hesum mót­ mæl­u­m. Hann vísti á, at Tórs­havn­ ar Býráð hevur lagt stóran dent á at varðveita tær stóru áir­nar og hevur ikki vilja giv­ið loyvi til bygin nærri enn 50 metrar frá teimum og hann helt, at tað hevði stóran týdn­ing at halda fast um tað. - Fyri trivnaðin í kommun­uni hevur tað al­ stór­an týdning, at luftin og grø­nu økini kring hesar áir verða varðveiddar, segði Jógv­an Arge. Levi Mørk, sum eisini hev­ur atkvøtt fyri at broyta byggi­sam­tyktina, so at kirkja kann byggjast, viðgekk, at hann hevði sovið í tímanum, men hann helt ikki at nakað for­gjørt var í at lurta eftir fólki­num. Eisini Marin Katrin Frý­ dal viðgekk, at tá ið hon hev­ ur atkvøtt fyri ætlanini áð­ur, visti hon ikki, at kirkjan skul­ di standa so nær ánni. Eisini Elin Lindenskov hev­ur tikið undir við at bygg­ja krkjuna, men nú hev­ ur hon broytt støðu, tí tað ør­ kyml­ar hana, at kirkjan skal standa bara 20 metrar frá án­ni, tí áður hevur býráðið hild­ið fast um eitt mark upp á 50 metrar. aki@sosialurin.fo Stríðið er ikki tapt enn ARGJA KIRKJA Tey, sum vilja varðveita fríøkið, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju á Argjum, stríðast víðari Løgdu trýst á býráðslimir MÓTMÆLI Fólk, sum vilja varðveita fríøkið við Sandá, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju, møttu fjølment upp í býráðnum í gjárkvøldið við skeltum fyri at leggja býráðslimir undir trýst, men tað gekk ikki eftir vild Meiri um sama evni á síðu 22-23 Hevði Býráðið felt málið, hevði tað verðið so nógv lættari FARA ALLAN VEGIN Tey, sum mótmæla, at fríøkið við Sandá, verður tikið til nýggja kirkju og til bygging yvirhøvur, geva ikki skarvin yvir, men eru til reiðar at fara so langt, tey sleppa fyri at bjarga Sandá, sum tey siga