fríggjadagur 25. februar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Eingi hagtøl finnast um
ferðavinnuna millum 2004 og
2008. Hetta komst av, at tølini
vóru so óviss, at Hagstovan
ikki longur helt seg kunna
standa inni fyri teimum, og
tí gavst við at savna tey.
Ferðavinnufelagið vildi tó
fegið hava atgongd til hesi
hagtøl, og tí varð stig tikið
til, at felagið sjálvt savnaði
tølini.
– Við stuðli frá Vinnu
framagrunninum
setti
Ferðavinnufelagið
Dagmar
Joensen í starv at savna
ferðavinnuhagtøl. Á henda
hátt rinda vit helmingin av
lønini og Vinnuframafelagið
helmingin, sigur Jákup Sverri
Kass, formaður í Ferðavinnu
ráðnum.
Seinastu seks mánaðirnar
hevur Dagmar Joensen so
savnað eina rúgvu av hag
tølum fyri bæði 2010 og partvís
2009. Og tey vísa, at samlaða
inntøkan í ferðavinnuni er
775 milliónir, ella á leið sama
útflutningsvirði, sum uppi
sjóvarvinnan veiðir.
Av hesum smáu 800 milli
ónunum er tað ikki óvænt
að tey bæði stóru flutn
ingsfeløgini, Smyril Line og
Atlantsflog, sum eiga bróður
partin, 563 milliónir krónur
tilsamans.
Men hotellini eru ikki
heilt við sviðusoð. Sambært
hagtølunum fingu gistingar
hús 92,8 milliónir krónur frá
sovandi gestum. Summarhús
leigaðu út fyri 4,6 milliónir,
meðan ból & biti, kamping
og tjalding kastaðu 600.000
krónur av sær.
Nógv flest danir
Smyril Line hevur sera neyv
hagtøl yvir tey ferðandi og
hvar tey koma frá, og tað
hava gistingarhúsini eisini.
Hesi hagtøl vísa heilt
greitt, at danir eru nógv
raskastir at vitja í Føroyum.
17.613 danir komu til landið
sjóvegis, meðan talið frá
Atlantsflog sigur 28.800.
Eisini tá tað kemur til
gistingar, eru danir langt
á odda. Í fjør gistu danir
omanfyri 70.000 nætur á
føroyskum gistingarhúsum.
Næstraskastir at brúka
føroysku gistingarmøguleik
arnar, eru føroyingar sjálvir.
Teir svóvu 22.000 nætur á
gistingarhúsi.
Næstir eru norðmenn,
íslendingar, bretar/írar, týsk
arar og sviar.
Tað hevur annars ligið á
ljóði, at bíleggingarnar hjá
hotellunum raplaðu niður,
men hagtølini vísa nakað
heilt annað. Gistingarnar
í 2010 vóru 132.536 ímóti
109.210 í 2009. Hetta er ein
vøkstur upp á 17,6%. Verður
hugt at tølunum fyri 2003,
sum er seinasta árið, Hag
stovan gjørdi hagtøl fyri
ferðavinnuna, so vóru gist
ingarnar tá 89.986. Talan
var sostatt um ein vøkstur á
25,2% frá 2003 til 2009.
Samanlagt flutti Norröna
30.493 fólk til Føroya, meðan
talið, sum ferðaðist um flog
vøllin í Vágum var 192.000.
Væl nøgdur
Ferðavinnufelagið legði miku
dagin nýggju hagtølini alment
fram á Hotel Hafnia. For
maðurin í Ferðavinnufelagn
um, Jákup Sverri Kass, var
væl nøgdur við áhugan, sum
varð vístur ferðavinnuni.
– Vit løgdu hagtølini fram
fyri limunum í felagnum, og
eini 50 vóru møtt av teimum
umleið 60 limunum, sum vit
hava. Og á almenna fundi
num vóru bæði nýggi uttan
ríkisráðharrin og nýggi deild
arleiðarin fyri ferðavinnuna,
umframt fleiri politikarar,
sigur Jákup Sverri Kass.
Og hann hevur rímiliga
góðar vónir um framtíðar
samstarvið
við
almennu
myndugleikarnar.
– Nýggjur leiðari er settur
fyri ferðavinnuna, komin
er ein nýggjur uttanríkis
ráðharri og politikarar vísa
vinnuni áhuga og tykjast
hava sett seg inn í tingini,
sigur Jákup Sverri Kass.
Miðvís eksponering
Formaðurin
fyri
Føroya
Ferðavinnufelag vónar, at
skipanin við Vinnuframa
grunninum – ella onkrum
øðrum sponsori – kann halda
fram, so at samskiparin kann
verða verandi í starvi.
Hann heldur annars, at
framgongdin innan ferða
vinnuna er takkað verði mið
visari marknaðarføring.
– Vinnan hevur seinastu
árini satsað miðvíst heldur
enn breitt, og tað er henda
satsing, sum nú er um at
geva
úrslit,
sigur
Jákup
Sverri Kass.
Hann sigur, at givna høvið
í løtuni, Pál Joensen, ofta
hevur verið umrøddur sum
ein sera góð eksponering
av Føroyum, men alt er ein
spurningur um pengar.
– Atlantsflog brúkar einar
sjey milliónir krónur upp á
marknaðarføring og Smyril
Line einar 12, men restin
av ferðavinnuni eru ikki so
stórir aktørar og tí er tað
avmarkað, hvat teir kunnu
brúka til at marknaðarføra
seg, sigur Jákup Sverri Kass.
Men tað er í hvussu er at
fegnast um, at tað hóast alt
gongur fram á í ferðavinnuni,
so sum nýggju hagtølini
vísa.
Ferðavinnan umsetur
fyri 775 milliónir
Ferðavinna Tað verður mangan sagt, at vit fáa ov lítið burtur úr ferðavinnuni, men nýggj hagtøl
vísa, at samlaðu inntøkurnar av ferðavinnuni eru 775 milliónir krónur. Men tær kundu verið meir
Jákup Sverri Kass, formaður fyri Ferðavinnufelagnum, fegnast um áhugan millum politikarar fyri vinnuni
Fegnast
– Nýggjur leiðari er
settur fyri ferðavinn
una, komin er ein nýggj
ur uttanríkisráðharri og
politikarar vísa vinnuni
áhuga og tykjast hava
sett seg inn í tingini