fríggjadagur 25. februar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá Poul Hansen, advokat
ur, varð valdur til nevnd
arformann í nýggja sam
takinum, sum hevur keypt
fýra fiskavirkir og seks skip
úr trotabúnum eftir Faroe
Seafood-samtakið, var tað
ikki, tí, at felagið hjá honum
átti so stóran part í nýggja
felagnum.
– Tá eg varð spurdur um
at gerast nevndarformaður,
áttu vit nevniliga einki í
felagnum, sigur hann.
Í dag eigur Bacalao í Havn,
sum Poul Hansen, advo
katur, umboðar, 5% í nýggja
samtakinum, sum nú eigur
ein stóran part av virknu
ognunum, sum vóru í trota
búnum eftir Faroe Seafood-
samtakið.
– Býtið millum partarnar
er nú skipað soleiðis, at
Bacalao nú eigur 5%, sum
saman við teimum 45% hjá
Varðanum í Gøtu geva 50%
- og hini 50% eiga ávikavist
Framherji á Toftum við 25%
og Samherji í Íslandi við
øðrum 25%.
Poul Hansen sigur, at
eigaraskapurin á ein hátt
er tvíbýttur, har Bacalao
gongur inn í partin saman
við gøtumonnum, soleiðis
at hesin tilsamans eisini er
50%.
Samstarv við Varðan
Spurdur, hvussu tað hongur
saman, at Bacalao soleiðis
gongur inn saman við gøtu
monnum, sigur hann, at
samstarvið, sum serliga hevur
verið
við
gøtumenninar,
er, at makkarin hjá honum
á advokatvirkinum hevur
arbeitt fyri Varðan í Gøtu.
Nú Bacalao gjørdist partur
av nýggja samtakinum við
Poul Hansen sum nevndar
formanni, kunnu vit siga, at
maðurin við tí minsta part
inum fekk hendan álitis
sess í nýggja føroyska fiski
vinnurisanum, sum nýggja
samtakið hevur verið rópt.
Poul Hansen sigur, at
hansara lutur sum nevndar
formaður fevnir bæði um
virkir og skip, sum felagið
hevur keypt.
Stjórar í nýggja samtak
inum eru, sum Sosialurin
áður hevur nevnt, Anfinnur
Olsen, umboðandi Framherja
og Jógvan Dávid Jacobsen,
umboðandi Varðan.
Hini í nevndini eru Tor
steinn Már Baldvinsson, stjóri
í Samherja í Íslandi, Elisabeth
Ditleifsdóttir Eldevig Olsen,
sum umboðar Framherja og
Tummas Thomsen í Gøtu,
sum umboðar Varðan.
Vinnulívsmaður
Sosialurin
spurdi
eisini
Poul Hansen, um eigararnir
munnu hava víst honum
so stórt álit, tí hann er
advokatur – ella tí, at hann
hevur røtur í reiðaravirksemi
og sjálvur hevur staðið á
odda fyri virkseminum hjá
Kimbli og Bacalao í fleiri ár.
Pápi Poul er Aksel Hansen,
sum flestu kenna frá sínum
vinnulívsvirksemi gjøgnum
mong ár. Hann er í dag 86 ára
gamalur og er sum so ikki
virkin longur í hesum virk
semi.
– Tað, at eg eri spurd
ur um at gerast nevndar
formaður, trúgvi eg eri ein
samantvinning av báðum,
bæði mínum vinnulívsvirk
semi og mínum dagliga leik
luti sum advokatur. Og so er
tað eisini tilknýti, sum okkara
advokatvirksemi hevur til
eitt nú Varðan í Gøtu.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at Poul Hansen eisini
hevur verið í nevndini í
Føroya Reiðarafelag. Hann
hevur bara fingist við fiski
vinnu, og er tað onkur, sum
heldur, at maðurin eisini
hevur fingist við farma
skipavinnu, er tað hin advo
katurin, Anfinnur V. Hansen,
sum er tann maðurin.
Poul Hansen hevur um
feløgini, sum hann og páp
in hava staðið aftanfyri,
seinastu árini rikið fýra ís
fiskatrolarar.
Men
hesir
eru allir seldir í Vágar. Enn
eigur felagið í Havn tó part í
hesum skipum, ein lítlan part
í øðrum parinum – og umleið
20% í hinum.
– Eg havi soleiðis í eini
15 ár staðið við ábyrgdini av
skiparakstrinum hjá okkum,
sigur Poul Hansen, sum
soleiðis ikki er óroyndur í
vinnulívi.
Advokaturin og vinnulívs
maðurin, sum nú er vorðin
nevndarformaður í nýggja
og stóra samtakinum – ella
nýggja fiskivinnurisanum í
Føroyum – fekk soleiðis í boði
at gerast nevndarformaður,
áðrenn felagið, sum hann
hevur rikið, kom við peng
um.
Spennandi uppgáva
– Eg eri ógvuliga spentur upp
á hesa uppgávu, og høvdu vit
ikki trúð upp á hana, høvdu
vit heldur ikki farið undir
hetta, sigur Poul Hansen,
sum Sosialurin tosaði við í
gjárkvøldið.
vilmund@sosialurin.fo
Minsti parturin fekk
nevndarformannin
Advokaturin og vinnulívsmaðurin, sum nú er vorðin nevndarformaður
í nýggja og stóra samtakinum – nýggja fiskivinnurisanum í Føroyum –
fekk í boði at gerast nevndarformaður, áðrenn felagið, sum hann hevur
rikið, kom við pengum. Í dag eigur Bacalao 5% í nýggja samtakinum
Tað fall Poul Hansen, advokati og vinnulívsmanni í lut at
gerast nevndarformaður í nýggja og stóra samtakinum
Tað er í hesum umhvørvi úti á gamla Bacalao í Havn, at Aksel Hansen og seinni
sonurin Poul Hansen hava sínar røtur sum vinnulívsmenn