Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 18 Sosialurin Føroyskur AWI-bátur til grønlendska sjálvstýrið Bygginummar 300 hjá bátaverksmiðjuni AWI Føroyar í Runavík var ein 38 fót AWI Star til vaktartænastuna hjá Grønlands Fiskerilicenskontrol í Grønlandi. Báturin er sergjørdur til at sigla í arktiskum sjógvi, sigur Eyðun Anthoniussen, stjóri í AWI Føroyar Magnus Gunnarsson Tá Grønlands Fiskerilicenskontrol (GFLK) skuldi hava nýggjan vaktar­ bát, sendu teir útbjóðingartilfar til 20 ymiskar framleiðarar um at byggja bátin. Tað bleiv AWi Føroyar í Runa­vík, sum fekk ordran, og bát­ ur­in er nú liðugur og sjósettur. AWI Boats hevur selt millum 65 og 70 bátar bátar til Grønlands, so teir eru kendir og royndir í farvatninum har. Báturin er upprunaliga ein AWI Star 35, sum er uppbygdur eftir ynsk­inum hjá grønlendsku myndug­leikunum við t.d. størri kabinu og arbeiðsplattformi aftan fyri húsið. Eyðun Anthoniussen sigur, at tað eru serlig krøv til bátar, sum skulu sigla í arktiskum um­ hvørvi. Skrokkurin verður gjørd­ur úr serligum glastrevjatilfari, sum t.d. tolir at sigla gjøgnum ís. Báturin er ann­ars sera væl bjálvaður við termo­rútum og hitablásarunm til for­rútarnar. Báturin er bygdur og liðugt­ gjørdur á verksmiðjuni hjá AWI- Før­oyar í Runavík, sum eisini hevur gjørt alt timburarbeiðið umborð. KJ Hydraulik á Kambsdali hevur gjørt hydrauliska arbeiðið og leverað og monterað krana og spæl, BS Tøkni í Saltangará hevur gjørt alt el-arbeiði og monterað eldsløkkianleggi, Andersens Beding á Strondum hev­ur installerað motorin, HGV í Runa­vík hevur leverað og monter­ að oljufýr, ketil, radiatorar og installerað nógv ymiskt annað, maskin­verkstaðurin UniVice í Runa­vík hevur gjørt alt tað rustfría ar­beiðið, Radiobúðin í Runavík hevur leverað og intstallerað og alla nautisku útgerðina og onnur tól, Sjótek á Strondum hevur arbeitt við øllum góðkenningum og sam­ bandinum við danska skipaeftirlitið, Arni Carlsen á Toftum hevur gjørt tekningar til bátin og annað sølu­ tilfar, Reklamuvirkið SKELTIÐ í Runavík hevur gjørt prentlutir og navna- og nummarskeltir. Tað var Aðalstein Antoniussen, sum byrjaði at byggja glas­trevja­ bátar í 1973 í Danmark. Í 1981 flutti hann framleiðsluna til Føroya, og fyri­tøkan hevur síðan hildið til í Runavík. Fyritøkan hevur hesi árini framleitt 300 AWI-bátar í ymiskum støddum. AWI Føroyar, sum heldur til í eini 800 fermetra stórari høll í Runavík, er góðkend av Det Norske Veritas og Skipaeftirlitinum til framleiðslu og umvæling av glas­ trevja­bátum. Stjóri í AWI Føroyar er Eyðun Anthoniussen. maggi@sosialurin.fo Hans Mølgaard skipari á bátinum og Amalie Jessen frá Grønlands Fiskerilicenskontrol Bátaframleiðsla Lýsingartilfar AWI STAR 38 Navn: Tuukkaq Heimstaður: Sisimiut Stødd: Longd: 11,60 m Breidd: 3,45 m Dýpd: 0,90 m Motorur: Iveco 500 hk Nautisk tól: Furuno Krani: Palfinger Marine Crane Ketil: HGV Eigari: Grønlands Fiskerilicenskontrol Grønlands Selvstyre Imaneq 4 GR 3900 Nuuk