Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 22 Sosialurin Fólk í Grønlandi fáa nú møguleikar fyri at søkja um serlig lán, um tey ætla at umbyggja ella umvæla húsini ella í­búð­ina, so tey brúka minni orku. Tað er Grøn­lands­bankin, sum kem­ur við tilboðnum. Bank­in hevur lænt 25 milliónir krónur frá Norð­ur­lendska Íløg­u­ bank­a­num (NIB), og tá bank­in sjálvur leggur aðr­ar 25 milliónir krón­ ur om­aná, hevur hann 50 mill­iónir krónur til end­a­málið. Peter Petersen, sum er stjóri í priv­at­kund­ a­deild­ini hjá Grøn­ lands­bank­a­num, sig­ur við grønlendska kring­ varpið, at fólk kunnu læna upp til 200.000 krón­ur til ork­u­spar­ andi um­væl­ing ella um­bygging av húsu­ num ella íbúðini. Tað er tó greitt, at øll hava ikki brúk fyri at læna 200.000 krónur, og tí vænt­ar bankin, at tær 50 mill­iónir krónurnar fara at røkka til millum 300 og 400 hús og í­búðir. Tað serliga um­ hvørvislánið hjá Grøn­lands­bankanum kann brúkast til eitt nú betri bjálving, nýtt oljufýr, fjarhitaskipan, vatnpumpur og sólar­ hita. Áki Bertholdsen – Eg eri ein ómetaliga glaður mað­ur í kvøld. Bjartur Dalsgarð, for­mað­ ur í kirkjuráðnum á Argj­um, dylir ikki, hvussu feg­in hann er, nú Býráðið hev­ur sam­tykt at gera eina serstaka bygg­i­ sam­tykt fyri stykkið ímillum Støðl­a­gøtu og Sandá, har ætl­anin er at byggja nýggja kirkju. Hann staðfestir, at hóast tey form­ligu við­ur­skift­ini ikki eru av­greidd enn, met­ir hann av­gerð­ina hjá bý­ráð­ num í kvøld sum eitt stórt stig fram á leið ímóti eini nýggj­ari kirkju við Sandá. - Vit taka hetta sum eina pol­i­tiska av­gerð um at slóða fyri at byggja eina kirkju á einum stykki, sum býráðið sjálvt hevur ávíst okkum at byggja á, sigur hann. Les meiri um sama evni á síðu 4 Bjartur Dalsgarð er formaður í kirkjuráðnum á Argjum Ein glaður formaður Sjey ímóti seks 50 mió til orku sparing Rútmiskir musikkskúladagar Argja kirkja Nú er kirkjuráðið á Argjum komið um fyrsta snávingarsteingin í ætlanini at byggja nýggja kirkju við Sandá Argja kirkja Tað var við teprasta meiriluta, sum hugsast kundi, at Tórshavar býráð í gjár samtykti at broyta byggisamtykt á Argjum Áki Bertholdsen Tað var við teprasta meir­ i­luta, sum hugs­ast kann, at Tór­s­havnar Býráð í­gjár­ kvøld­ið sam­tykti at gera eina ser­staka bygg­i­sam­tykt fyri eitt stykk­ið í­mill­um Sand­á og Støðla­gøtu so at tað ber til at byggja nýggja kirkju á stykk­inum, sum er 4000 fer­metrar til støddar. Tað vóru nevniliga bara sjey bý­ráðs­lim­ir fyri at broyta bygg­i­sam­tykt­ina og seks at­kvøður vóru ímóti. Tey, sum atkvøddu fyri at broyta byggisamtyktina, so at kirkja kann byggjast á stykk­i­num, vóru: Jan Christiansen Heðin Mortensen Bogi Andreasen Jákup Símun Simonsen Annfinn Brekkstein Inga Dahl Vagnur Johannesen Tey, sum atkvøddu ímóti vóru og vildu varðveita frí­ økið, vóru: Rúni Djurhus Elin Lindenskov Halla Samuelsen Jógvan Arge Marin Katrina Frýdal Levi Mørk Tað var spenningur um at­kvøð­ugreiðsluna ­heilt til tað síðsta, tí hóast tað var greitt, at tað fór at ríða um snarið, visti ongin, hvønn veg, tað fór at koppa. Átta býráðslimir høvdu orð­ið í málinum og av teim­ um vóru fimm ímóti. Sostatt vóru tríggir ímóti, men greitt varð eisini, at Bogi Andr­e­as­sen, býráðslimur, tók und­ir við ætlanini at broyta bygg­i­sam­tykt­ina, hó­ ast hann ikki hevði orðið. Hinvegin varð eisini greitt, at Rúni Djurhus var í­móti ætlanini, hóast heldur ikki hann hevði orðið. Sosatt stóð og fall málið við, hvørja støðu, Vagnur Jo­hann­e­sen, Inga Dahl og Ann­finn Brekkstein tóku, men tá ið tey øll at­kvøddu fyri, varð málið sam­tykt við 7-6 Les meiri um sama evni á síðu 4. Tórshavnar Musikkskúli skipar á hvørj­um ári fyri Rútmiskum Musikk­ skúl­a­døgum sum hesaferð verður á Stud­e­nt­a­skúlanum í Hoydølum. 10 bólk­ar fara at framføra tónleik sum antin bleiv framførdur, ella hevur ti­l­ knýti til Woodstock Tónleikafestivalin sum var hildin summarið 1969. Upp­ í móti 500.000 ung komu saman at lurta, dansa og festa hetta vikuskiftið, har teir kendastu rokkbólkarnir spældu. Hetta bleiv tann kendasti og mest um­ talaði tón­leik­a­festivalurin nakrantíð og sjálvt um næstan ein hálv mill ung vóru saml­aði á festivaløkinum, var eing­in harskapur framdur. Wood­stock gjørdist ímyndin av kær­leika, vón og friði, í eini tíð við kríggi og politiskum turbulensi. Hetta­ verð­ur ein litrík og fjølbroytt konsert við rock, funk, soul og fólkatónleiki.