Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Føroysku fótbóltsfeløgini hava fingið fundarboð klokkan 13, men longu klokkan 12 borðreiðir Fót­ bólts­sambandið við einum døgurða­ bita í FSF-húsinum, ið aftur hesa ferð hýsir aðalfundinum. Undan hesum, umleið klokkan trý korter til 12, verður tó ein lítil fundur millum formenninar í feløg­ unum, ið hevur til endamáls at tryggja, at allir halda fast við upp­ runa­ligu semjuna um útskifting í starvs­nevndini. Formenninir komu tann 31. oktober í 2009 av fyrstan tíð komu ásamt um, at øll starvsnevndin í FSF skuldi skiftast út í kjalarvørrinum av málinum um aðalskrivaran, Ísak Mikladal. Hetta var tað einasta, øll feløgini kundu semjast um á nógv umrødda fundinum á Hotel Hafnia, ið vardi tað nógva av einum leygardegi. Semjan fekk á aðalfundinum í fjør tær avleiðingar, at Høgni í Stóru­stovu, Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Sveinur Tróndarson fóru úr starvsnevndini, og hesa ferð stendur so restin av »gomlu« nevndar­limunum fyri tørni. Talan er um tríggjar nevndarlimir, ið standa fyri vali. Tveir stilla uppaftur Niklas á Líðarenda hevur ikki latið seg stillað uppaftur, men tað hava hinvegin Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen, ið hava fingið heim­ staðar­feløg síni, ávikavist B71 og B68, at stilla seg upp. Hetta er ikki í tráð við semjuna millum feløgini, sum tey mestsum øll eru sinnað at halda, og tí stendur ein stórur meiriluti av feløgunum aftan fyri trý onnur valevni til starvs­nevndina, sum eru Jógvan Páll Joensen, Heðin D. Poulsen og Trygvi Mortensen. Semjan frá 2009 var aftur á skránni, tá formenninir hittust til fundar fyrst í desember, og enn eina ferð tóku feløgini undir við, at haldast skuldi fast við útskiftingina í starvsnevndini. Hetta skal nú standa sína roynd, men frá væl­vit­andi keldum veit Sosialurin, at fundarboð eru farin út til allar for­menninar um lítla undanfundin fyri miðdag. Á hesum fundi verður semjan enn eina ferð skorin út í papp, so helst øll feløgini kunnu fáast at standa við hana, tá atkvøðast skal. Fyri nógv tey flestu feløgini er hetta ein spurningur um trú­virði, tí bert við at gjøgnumføra útskift­ingina kunnu feløgini halda orð – ikki minst mótvegis teimum, ið noyddust út fyri einum ári síðani, tí treytin var, at øll starvsnevndin skuldi skiftast út. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Í fjør var eitt sindur ógreitt, hvør hevði atkvøðurætt á aðalfundinum, men nú er uppskot um broytingar í viðtøkunum, so hesin ivi kann verða beindur burtur eina ferð fyri allar. Sambært uppskotið hava øll limafeløg í FSF eina atkvøðu á aðal­ fundinum, uttan so at tey ikki hava fíggjarviðurskifti síni mótvegis Fótbóltssambandinum í lagi, tí tá hava tey ikki atkvøðurætt. Haraftrat fáa feløg, sum í farna kappingarári høvdu eitt vaksnamannalið og eitt ungdómslið eina atkvøðu aftrat. Her verða oldboys ella oldgirls ikki roknað upp í vaksnamannalið. Ein onnur broyting verður, at val­skeiðið hjá bæði forseta og starvs­nevndarlimum verður longt. Tó verður hesa ferð galdandi, at valskeiðið hjá sitandi starvs­ nevndar­limum og forsetanum verður longt til 2013. Varaforsetin skal ikki veljast á aðalfundinum, men starvsnevndin skipar seg við varaforseta og limum í undir­ nevndum. Hilmar Jan Hansen Krøvini til fótbóltsfeløgini, skulu tey fáa luttøkuloyvi til kappingar hjá FSF, eru longu hørð í dag, men stendur tað til FC Suðuroy, skulu krøvini herðast enn meira. Felagið hevur til aðalfundin í morgin sent inn uppskot um, at feløg við fíggjarligum trupul­ leikum ikki skulu sleppa at gera sátt­málar við spælarar, fyrr enn tey kunnu leggja fram ein nøktandi roknskap, og møgu­ liga skal slíkum feløg­um eisini áleggjast at minka um lønar­ útreiðslurnar beinanvegin. Í viðmerkingunum til upp­ skotið sigur FC Suðuroy, at enda­málið við tí er at fyribyrgja, at feløg gera sáttmálar fyri upp­ hæddir, tey ikki eru før fyri at gjalda. hilmarjan@sosialurin.fo FSF fær nýggjar nevndarlimir FÓTBÓLTURIN FUNDAST Á aðalfundinum í Fótbóltssambandinum í morgin fæst at síggja, um feløgini megna at standa saman og halda fast við semjuna um útskifting í starvsnevndini, ið tey gjørdu á heysti í 2009 Mynd: Álvur Haraldsen Fótbóltur Á aðalfundinum í Fótbóltssambandinum í morgin verður útskiftingin av »gomlu« starvsnevndarlimunum gjøgnumførd, sum avtalað varð fyri hálvumøðrum ári síðani Skil á atkvøðunum Fótbóltur Nú skal endaliga gerast greitt, hvørjar og hvussu nógvar atkvøður eru galdandi á aðalfundi í Fótbóltssambandinum Missa sáttmálarætt Fótbóltur FC Suðuroy vil hava, at feløg við fíggjarligum trupulleikum ikki skulu sleppa at skriva undir sáttmálar við spælarar