fríggjadagur 25. februar 2011síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
20
VIKUSKIFTI
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingar, skapti so stóran áhuga fyri
sínum fyrilestri, »Tann seinasti pensjónisturin sløkkir,« í Klaksvík
í farnu viku, at 120 fólk møttu upp at lurta. Yvirskriftin tók saman
um størstu avbjóðingina hjá Klaksvíkini sum býi. Pensjónistarnir
fjølgast, meðan tey arbeiðsføru fækka. – Kenna vit veruligu tølini,
kunnu vit seta kós at venda gongdini, og Klaksvíkin hevur longu
sett ein vakstrarbólk at kanna, hvussu gongdin kann vendast.
Tað er bæði framsøkið og skilagott, sigur Johnny í Grótinum
Eldrabylgja
og fráflyting
eru størsta
avbjóðingin
fyrilestur
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Ein søga er um onglendingar og
japanarar, sum møtast á eini ráðstevnu.
Onglendingarnir arga japanararnar
við, at teir gera altíð forsagnir um
framtíðina, men at forsagnirnar ganga
ongantíð út. Tá flenna japanararnir
hjartaliga og siga, at soleiðis kunnu
bara ítøkiligir onglendingar tosa.
Forsagnir verða ikki gjørdar fyri, at
tær skulu ganga út. Tær verða gjørdar
fyri at skilja, hvussu støðan er nú, og er
støðan álvarslig, má kósin broytast, so
forsøgnan ikki endar sum ein beiskur
veruleiki seinni.
Johnny í Grótinum hevði fylt sær
lummarnar við bæði tølum og for
sagnum, tá hann í farnu viku helt fyri
lestur í Ósáskúlanum um fólkasaman
setingina í Klaksvík og landinum
annars. Høvið var, at Torradagar vóru
í Klaksvík, og upprunaliga skuldi fyri
lesturin haldast á Klaksvíkar Bóka
savni, men búskaparfrøðingurin og
bankamaðurin hevði prýtt sín fyrilestur
við eini so provokerandi yvirskrift, at
bæði maður og kvinnu fóru av húsum
at lurta. Var tað so galið, at avtofting
var í durunum, og at ljósið skuldi
sløkkjast?
Hagølini tala
So galið var tað ikki, men Johnny í
Grótinum greiddi við hagtølum frá, at
gongdin í fólkasamansetingini í Klaks
vík seinastu 20 árini hevur verið skeiv.
Hann vísti á, at síðan 1990 er talið á
fólki yvir 67 ár økt 33 prosent, meðan
talið á fólki í arbeiðsførum aldri millum
16 og 67 ár er minkað 8 prosent. Í 1990
vóru 479 fólk yvir 67 ár í Klaksvík. Í
2010 vóru tey 637. Talið á fólki í arbeiðs
førum aldri millum 16 og 67 ár var 3160
í 1990 og 2922 í 2010. Gongdin er sostatt
ikki at fara skeiv av. Tey eldru fjølgast,
og hini fækka.
– Sjálvur flutti eg úr Klaksvík í 1995,
tá eg fór undir hægri lestur uttanlands.
Í hagtølunum havi eg so eisini hugt at
gongdini í mínum egna ættarliði við
at hyggja at íbúgvaratalinum í aldurs
bólkinum 10-20 ár í 1990, 20-30 ár í
2000 og 30-40 ár í 2010. Her vísa tølini,
at í Klaksvík búgva 30 prosent færri í
aldursbólkinum 30-40 ár í dag, enn vit
vóru í aldursbólkinum 10-20 ár í 1990.
Greitt er, at hesi tølini eru ein avbjóðing,
men eg vísti so eisini á, at handan tølini
eru fleiri góðar søgur um væl eydnaðar
karrierur hjá klaksvíkingum uttanlands,
sigur Johnny í Grótinum.
Veruleikin er, sigur hann, at fleiri
klaksvíkingar standa seg væl úti í stóru
verð, sum við alheimsgerðingini er
vorðin ein stórur arbeiðsmarknaður.
Todi Jónsson í Danmark er eitt dømi.
Eitt annað dømi er Jan Ziskasen í USA.
Hann er KT-stjóri í størstu matvøru
fyritøkuni í heiminum, Kraft Foods. Ein
tílík avbjóðing finst hvørki í Klaksvík,
Havn ella aðrastaðni í Føroyum.
Johnny í Grótinum nevndi eisini Boga
Andreassen, klaksvíkingin, ið endaði
sum varaborgarstjóri í Havn. Og
aðrir fráfluttir klaksvíkingar vórðu
nevndir.
– Fráflyting er ein trupulleiki, um
fólk ikki koma aftur, men aftrat tí, at al
heimsgerðingin fær fólk at flyta burtur,
síggja vit so eisini í dag, at fólk skifta
nógv oftari starv, enn tey gjørdu fyrr.
Júst hetta kann vera ein fyrimunur fyri
ein bý sum Klaksvíkina. Býurin hevur
ein veruligan møguleika at lokka fleiri
av sínum býarbørnum heimaaftur í
komandi árum, tí at skifta starv kann
Tølini vísa, at í Klaksvík búgva 30 prosent
færri í aldursbólkinum 30-40 ár í dag,
enn vit vóru í aldursbólkinum 10-20 ár í 1990.
Greitt er, at hesi tølini eru ein avbjóðing