Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 8 Sosialurin Undan nýggjárshaldinum seinast var eitt ávíst orða­ skifti í bygdini um, hvussu hetta skuldi fara fram og nær tað skuldi haldast. Eitt úrslit av hesum orða­ skiftinum var hugskotið at skipa eina beinleiðis nýggj­ árs­nevnd at taka sær av hesum. Og henda nevndin verður nú veruleiki. Fríggjakvøldið 11. mars verður nevniliga boðið til fundar í Sumbiar skúla, har ein slík nýggjársnevnd skal skipast. Sagt verður, at seinastu árini hava somu persónar skipað fyri nýggjársbáli og kyndlagongu í bygdini, men at ein nú ynskir at fleiri hend­ ur verða um hetta tiltakið. – Soleiðis kann nýggjárs­ haldið gerast bæði størri og betri, skrivar Sumbiar komm­ una á heimasíðu sínari. Ætlanin er at fáa eina siðvenju í lag, sum kann mið­ savna bygdarfólki til bæði nýggjársbálið og kyndla­ gonguna. snorri@sosialurin.fo Snorri Brend Ferðavinnufelagið hevur lagt fram tøl, sum vísa at ferðavinnan gevur út ímóti 800 mió krónum til føroyska búskapin um árið. – Hetta eru ikki hissini tøl, sum eiga at geva øllum - og serliga okkara politikkarum - nakað at hugsa um, sigur hann. – Tað er tí uppá hægstu tíð, at okkara politikkarar byrja at raðfesta ferðavinnuna hægri enn teir gera, sigur Fríð­tór Debes. Ein veruleiki er, at ferða­ vinnan er skjótast veksandi vinnan í heiminum í dag. Og tað er einki mark fyri, hvussu nógv hon kann veksa og kasta av sær runt land okkara. Her er tað bert hugflogið, ið setir mark. – Føroyar eru ein sera spenn­andi marknaður fyri eina ørgrynnu av ferðafólki, tí tey eru troytt av stórbýar lívi og tí, ið tað ber við sær. – Tey leingjast til tað forkunnuga, og her kann okkara deiliga land rætti­ liga koma í fokus, sigur Fríð­tór sam­bært Sand­oyar­ portalinum. Og hann leggur aftrat: – Hugsa vit okkum, at vit øll, ið eru í hesi virkisgrein, gera meira fyri, at hon skal veksa, so skuldi einki verið í vegin fyri, at hon til dømis vaks við 10% fyrsta árið, - og tá tosa vit í pengum um einar 80 mill. kr. árliga í vøkstri. Ferðavinnan má raðfestast hægri Gott nýggjár í Sumba – Tíðin har útlendsku krabbagággurnar gingu runt geilarnar og einki lótu eftir seg er ein gomul táta og hevur einki við veruleikan at gera, sigur Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu. – Tær skulu so sanniliga verða vælkomnar til Føroyar. Leygar­dag­in 26. mars verður skip­að fyri ein­u­m hjúna­bands­ degi í Hoy­víkar kirkju- Til­takið vend­ir sær til øll hjún í øk­inum. Tað eru prestarnir í Suð­ur­ streymoy sum hava tikið stig til henda dagin, sum verður fyri­skip­aður við fyri­lestrum og orða­skifti. Til tiltakið hev­ur tað eydn­ast teim­um at fáa fatur á havn­ar­manninum Fróða Mad­sen, cand. ped. psyk., og sum býr í Danmark. Hann skal halda tríggjar fyri­lestrar um hjúna­band­ ið gene­relt, hjúna­bandið í kristi­lig­um høpi og um sam­ skiftið og kenslur í hjúna­ band­inum. Hjúna­bands­dag­urin byrj­ ar klokkan 9:30 og heldur fram til út á seinnapartin. Fyri at lætta um hjá fólki verð­ur eisini skipað fyri til­ tøk­um fyri børnini, með­ an tey vaksnu eru til fyri­ lestrarnar. Tiltakið er ókeyp­is. snorri@sosialurin.fo Ein dagur fyri hjúnini Oyggja­blað úr Oyndar­ firði Mikudagin verður Oyggjablaðið aftur í Sosialinum. Hesaferð verður fokus sett á Oyndar­fjørð. Lesið í komandi Oyggjablaði: Eivind (83) hevur handlað í 69 ár Maria úr Gøtu arbeiðir fisk Sigmund gleðir seg til nýggju urguna Borghild úr Havn finnur friðin Niels Jacob trívist í kuldanum – Ferðavinnan kann mennast enn meiri, men so mugu politikkararnir vakna, sigur Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu Mynd: Jens Kristian Vang