Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 Sosialurin 25-30 fólk í óvissu ÓVISSA Enn vita tey umleið 25-30 fólkini, sum starvast á landingarmiðstøðini Kongshavn, ikki, hvør teirra lagna verður. Hóast tey ikki eru søgd úr starvi, liggur teirra lagna á arbeiðsmarknaðinum kort­ ini í óvissu. Landingarmiðstøðin Kongs­havn var ikki við í keyp­inum, tá nýggja sam­ takið keypti fýra fiskavirki og seks skip. Nú tey seks skipini, sum áður vóru partur av Faroe Seafood-samtakinum, eru farin útaftur - men undir nýggjum eigarum - vita tey á landingarmiðstøðini Kongs­havn ikki, hvar skip­ ini fara at landa. – Nei, vit hava einki hoyrt um, hvussu verður, men vóna sjálvsagt, at skip­ini eins og áður koma at landa her hjá okkum. Á Kongshavn, har eini 25-30 fólk plagdu at ar­ beiða, tá ið mest var at gera, eru tey hørm um, at arbeiðspláss teirra liggur í slíkari óvissu. – Vit vita einki við vissu, men hava tó skilt, at ein av­ gerð fer at fella skjótt, siga tey. Landingarmiðstøðin Kongs­havn, sum man vera hin størsta í Føroyum í nøgd, hevur ikki verið in­ sol­vent, men hevur verið rik­in við einum lítlum av­ lopi á hvørj­um ári. Tá umstøðurnar eru, so­ leiðis sum tær eru í løtuni, eru nógvar gitingar um, hvør fer at keypa. Eingin vissa fæst tó fyri nøkrum, fyrr enn ein møgu­lig søla er farin fram. Spurningurin er, um sam­takið, sum keypti fýra virkir og seks skip, eisini hevur hug at ognað sær land­ingarmiðstøðina – ella, um tað verður onkur heilt annar, sum keypir. Tað fer so tíðin at vísa. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Partrolaraparið í Hvalba, Hamranes og Breiðanes, hava longu gjørt fleiri túrar, síðan verkbannið var av. Skipini landaðu í Hvalba seinasta mikudag, og væntandi koma tey innaftur miðskeiðis í hesi vikuni. Á seinasta túri høvdu tey 220.000 pund av góðum upsa tilsamans. Túrarnir hjá Hamranesi og Breiðanesi eru ikki langir, og soleiðis hava skipini eisini betri møgu­ leikar at sigla til lands við góð­um fiski. Í Hvalba siga tey, at ups­ in, sum skipini hava fing­ ið í seinastuni, hevur verið rættiliga góður, megin­part­ urin er 1,2 og 3’arar. Men tað eru ikki bara Hamranes og Breiðanes, sum landa í Hvalba. Djúpvatnstrolararnir, Stein­tór og Niels Pauli, eru eisini farnir at partrola eftir upsa, og sum skilst, hevur hetta riggað væl hjá teimum. Í Hvalba siga tey, at Stein­ tór og Niels Pauli koma inn at landa mikudagin. Rættiliga nógv fiska­ ar­beiði er á TG Seafood í Hvalba, og er tað soleiðis, at tey klára at arbeiða alt undan, sum skipini í Hvalba leggja upp, verður fiskur keyptur úr Vági, har landingarmiðstøðin aftur er komin upp at koyra. – Jú, her er rættiliga nógv fiskaarbeiði hvønn einasta yrkadag, sigur Ólavur Bjark­ hamar, sum er stjóri á TG Seafood. vilmund@sosialurin.fo Gongur væl hjá trolarum í Hvalba HVALBA Tað hevur gingið væl hjá trolarunum í Hvalba at fiska, síðan tað lpysnaði millum manningarfeløg og reiðarar, og skipinifóru aftur til fiskiskap Teir, sum manna Hamranes og Breiðanes, eru rættiliga óførir at fiska – og teljast millum teir allar fremstu Óvist er, hvussu verður við fiskavirkinum í Vestmanna, nú alt bendir á, at fiskavirkini í Runavík og á Toftum verða tey fyrstu, sum lata uppaftur Mynd: Jens Kristian Vang Enn veit eingin við vissu, hvat nýggja samtakið ætlar við virkinum í Vestmanna