mánadagur 28. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
14
Sosialurin
Jan Müller
Hann fekk master-prógv í
jarð- og jarðalisfrøði á uni
versitetinum í Århus í 2003 og
flutti um sama mundi heim
til Føroya at búgva, tí hann
hevði eina dóttur her. Men
illa gekst at fáa arbeiði innan
hetta yrkið, so hann noyddist
at leita aðrar leiðir og endaði
við at gerast blaðmaður
seint á sumri í 2003. Í 2006
lýsti Fróðskaparsetrið eftir
PhD-lesandi í leitingar-jarð
alisfrøði. Hilmar søkti og fekk
starvið. Talan er um Hilmar
Simonsen, sum altíð hevur
havt áhuga fyri jarðfrøði og í
tí sambandi eisini oljuvinnu
í breiðari merking.
Fróðskaparsetrið í Havn
skuldi koma at gera munin
í framtíðar arbeiðslívinum
hjá Hilmari. Á Setrinum
kom hann at arbeiða við eini
granskingarverkætlan, sum
umfataði upptøku, viðgerð,
og tulking av seismiskum
dátum við atliti til føroyska
basaltið. Hilmar var heppin
at fáa ein sera royndan og
dugnaligan
vegleiðara
-
kanadiumannin Jim Brown,
sum var komin til Føroya eitt
ár frammanundan í starv á
Fróðskaparsetrinum
sum
professari í leitingar-jarð
alisfrøði. Jim Brown hevur
drúgvar altjóða royndir bæði
innan ídnaðin og akademiska
heimin. Hann starvast nú á
universitetinum í Stavang
er, har hann fyri hálvum ári
síðani fekk nýtt starv, hóast
hann er farin um pensións
aldur. Sjálvur er Hilmar ikki
í iva: – Hann var ein sannur
fongur fyri Fróðskaparsetrið,
og eg eri sera takksamur fyri
at hava havt hann sum veg
leiðara. Bert spell at hann
ikki er har longur.
PhD verkætlanin varð
stuðlað av fleiri ymiskum
feløgum og stovnum, men
mesti
stuðulin
kom
frá
Granskingarráðnum, Statoil,
ConocoPhillips, Landmark-
Halliburton,
BP,
Atlantic
Petroleum og Geysir Petrol
eum.
Hilmar greiðir frá, at
meðan hann arbeiddi við
verkætlanini
sendi
hann
stundum samandráttir (ab
stracts) av sínum gransk
ingarúrslitum til ummælis
í samband við altjóða ráð
stevnur. Hetta førdi millum
annað til, at hann í 2009 fekk
góðkenning úr USA at koma
til Houston at halda fram
løgu á árligu ráðstevnuni
hjá
felagskapinum
SEG
(Society of Exploration Geo
physicists). Hendan árliga
afturvendandi
ráðstevnan
umfatar hundraðtals fram
løgur við fakligum og ný
skapandi
innihaldi,
um
framt marknaðarføring av
vørum og tænastum, har
oljufeløg og feløg við til
knýti til oljuvinnuna sýna
fram lutir og tøkni. Ein av
teimum stóru og vøkru bás
unum átti amerikanska fyri
tøkan Ion Geophysical, og
tað var av tilvild at Hilmar
kom í samband við hesa fyri
tøkuna.
Ovfarin
– Vit vóru fleiri lesandi, sum
stóðu har og prátaðu, tá ein
“skjótt snakkandi” maður
kom og bjóðaði okkum ein
busstúr dagin eftir út hagar,
sum fyritøkan heldur til.
Slíkar fyritøkur gera nógv
fyri at tekkjast teimum, sum
skjótt eru liðug at lesa og
at fáa tey at søkja starv hjá
sær sigur Hilmar og heldur
fram:
– Eg tók sjálvandi av, og
komin út hagar sá eg hetta
Setrið í Havn
læt dyrnar
upp til
Houston
Størv – Uttan Fróðskaparsetrið og professaran Jim Brown hevðí eg neyvan
verið í hesum starvinum í dag. Eg eri eisini bilsin av at uppliva, hvussu nógv av
tí eg havi lært á Setrinum, eg ítøkiliga havi brúk fyri í arbeiðinum sigur Hilmar
Simonsen, sum júst hevur fingið starv hjá amerikanskari fyritøku.
Føroyar klekja fólk til oljuvinnu
Eitt stórt tal av føroyingum arbeiðir í frálanda/
oljuvinnu og vinnum við tilknýti til tær í
nógvum londum kring heimin. Føroyskir
útbúgvarstovnar eiga ein stóra lut í hesi gongd,
og millum hesar telist eisini Fróðskaparsetrið.
Hilmar Simonsen, sum Sosialurin hevur gjørt
samrøðu við, er bert eit av hesum mongu
fólkum, sum hevur fingið starv í útlandinum
eftir at hava útbúgvið seg í Føroyum. Hann
heldur, at vit eiga at hjúkla um og menna
Fróðskaparsetrið, tí tað hevur og kann fáa
uppaftur størri týdning fyri útbúnar føroyingar,
sum ætla sær út í stóru verið at fáa sær
arbeiðsroyndir – og hvør veit – ein dag at venda
heimaftur til eitt nú eina føroyska oljuvinnu at
arbeiða.
Hilmar Simonsen skal arbeiða umborð á hesum
skipinum. Reiðaríið eitur Polarcus, men hann
starvast hjá Ion Geophysical, sum stendur fyri
tí seismiska partinum, know-how'inum
Hilmar Simonsen uttanfyri
høvuðssæti hjá seismikkfyritøkuni
ION Geophysical í Houston í Texas