mánadagur 28. februar 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Manchester, Carrington
Bæði Manchester City og Man
chester United hava sínar venj
ingarstøðir á Carrington-økinum
nakað uttan fyri miðbýin í Man
chester. Ein smalur vegur førur til
Carrington, og økið kring venjingar
støðina hjá Manchester City kundi
eins væl verið eitt øki úti á land
inum í Føroyum.
Brádliga snarar hýruvognsfør
arin til vinstru og kemur fram á ein
ljósabláan bumm. Í búrinum fyri
endan á bumminum hyggur ein eldri
maður leitandi at hýrivogninum. So
skjótt hann sær, at tað er Gunnar,
ið situr aftanfyri, er hann skjótur at
lova hýrivogninum framvið.
Hýrivognurin
koyrir
fram
til inngongina til Carrington og
steðgar. Tað eru fáir bilar á par
keringsøkinum, tí flestu leikarar
nir eru á gistingarhúsi, tí teir skulu
spæla um kvøldið. Eldri harrin í
búrinum, sum er um tey hálvt
hundrað, hevur brett upp ermar
sær og kemur gangandi við einum
stórum smíli. Hann spyr Gunnar,
hvussu hann hevur tað. Gunnar
má hava hjálp fyri at sleppa úr
hýrivogninum, so ilt hann hevur í
knænum.
Eisini í inngongini eru fólk
fyrikomandi og smílandi, tá Gunnar
kemur inn á høkjum. Leiðin gongur
inn gjøgnum eina smala gongd, har
myndir av fleiri av núverandi leikar
unum eru á vegginum. Gunnar fer
beina leið til viðgerð fyri at fáa
staðfest, hvussu álvarsamur skaðin
er.
Meðan Gunnar fær viðgerð
fyri skaðan vísir eldri harrin,
sum er skoti, Sosialinum runt á
Carrington. Í vektrúminum er ein
skaddur Nigel de Jong í holt við
at styrkja sær bringuna, meðan
Adam Johnson, sum eisini er skadd
ur í løtuni, roynur at styrkja sær
beinini, meðan hann tykist senda
eitt sms við fartelefonini. Á einum
sjónvarpsskýggja uttanfyri mat
stovuøki á Carrington er ein mynd
av Gunnari Nielsen við eini heilsan
um góða betring.
Stutt eftir kemur enski lands
liðsleikarin, James Milner, inn í
matstovuøki og sendur eina við
merking eftir kokkinum. Kokkurin
er skjótur at svara, og James Milner
fer at flenna. Síðani fær hann mat
in, hann hevur bílagt og settist við
eitt borð. Stemningurin millum ar
beiðsfólkini og leikararnar er sera
góður.
Tveir tímar seinni kemur Gunnar
inn í matstovuøki og setur seg nið
ur. Tíðindini eru ikki góð. Hann fer
undir at greiða frá, hvat tað var sum
hendi í dystinum móti Bolton sein
asta mikukvøld.
– Ein bóltur verður spældur inn
um verjuna hjá okkum. Ein framherji
hjá teimum kemur rennandi móti
mær við einum verjuleikara hjá
okkum í rygginum. Eg fari út ímóti
fyri at verja fyri skotinum, men
í somu løtu ger verjuleikarin hjá
okkum eina takling. Tað endar við,
at eg fái hansara knæ í skinnabeini
hjá mær, sigur Gunnar og vísur við
fingrinum rennimynstri hjá øllum
leikarunum.
Samanstoyturin er so harður,
at skinnabeini hjá Gunnari setist
afturav, áðrenn tað hoppar upp á
pláss aftur.
– Eg minnist bara, hvussu nógva
pínu eg hevði. Eg var vísur í, at eg
hevði brotið beini, tí eg merkti,
hvussu
skinnabeini
flutti
seg
og hoppaði upp á pláss aftur. Eg
hugsaði við mær sjálvum, at hetta
er heilt galið. Eg minnist eisini,
hvussu lærið spenti seg saman
og blóðið fór at pumpa. Eg rætti
hondina upp fyri at siga frá, at eg
hevði brúk fyri hjálp umgangandi,
sigur Gunnar og koyrir hondina
upp í loft, meðan hann sigur frá.
Gunnar varð borin av vøllinum
á børi við iltmasku. Beini var um
gangandi lagt í ein skinnara, og so
gekk leiðin beint á sjúkrahúsið.
– Eg kláraði næstan ikki at
hugsa fyri pínu, meðan eg bíðaði
eftir sjúkrabilinum. Tað gekk eitt
korter áðrenn sjúkrabilurin kom
fram, men tað kendist nógv longri.
Eg mátti eisini fáa fatur á eini
fartelefon, so eg kundi ringja heim
og siga tað við tey nærmastu, so
tey ikki fingu tað at vita aðrastaðni
frá, og ikki vistu, hvat var hent, og
hvussu eg hevði tað, sigur Gunnar.
Føroyski landsliðsmálverjin hev
ur fingið eina fyribils staðfesting av
skaðanum, og tað sær ikki gott út.
– Aftara krossbandið í knænum
er farið og uttara liðbandið á knæ
num, sum festur í skinnabeini,
er loysna frá. Eisini er ein vøddi í
knænum illa farin, umframt at tað
er nógv bløðin og veska í, so tað eru
tríggir stórir skaðar í einum, sigur
Gunnar tungur á málinum.
Hóast tað er ringt at síggja nak
að positivt í hendingini, er Gunnar
takksamur fyri, at hann hevur
Manchester City at hjálpa sær við
skaðanum.
– Vit hava fleiri hjálparfólk til
dystirnar hjá okkum, og tað gekk
skjótt at fáa hjálp eftir hendingina.
Um eg skal síggja nakað gott í
hesum, so má tað verða, at eg eri í
góðum hondum her í Manchester
City. Teir hava alla neyðuga tøkni
tøka og fleiri fólk at taka sær av
skaddum leikarum, sigur Gunnar
meira bjartskygdur á málinum.
Greitt er, at Gunnar spælir ikki
fótbólt aftur fyribils, men hvussu
leingi væntar hann sjálvur at vera
úti?
– Nú skal eg til ein serfrøðing í
London týsdagin, men sjálvur eri
eg innstillaður upp á, at hetta kann
koma at taka heilt upp til eitt ár, tí
skaðin er so umfatandi. Nú fáa vit
so at síggja hvørji boð eg fái týs
dagin, sigur Gunnar og tykist av
kláraður við støðuna.
Í løtuni er Gunnar als ikki
gonguførur og má hava hjálp av
høkjum fyri at koma vegin fram.
Men hvussu sær Gunnar upp á
framtíðina?
– Akkurát nú er tað strævið við
krúkkum og eg fái ikki gjørt nógv,
so nú hugsi eg bara um at koma at
ganga aftur og fáa allar førleikar
aftur. Eg tosi eisini nógv við
Michael Johnson (Manchester City
leikari, blðm.), sum hevur havt ein
líknandi skaða, og hann er komin
heilt fyri seg. Hann sigur, at knæið
hjá honum er sum nýtt. Nú havi eg
ein møguleika at hugsa um tingini
í nakrar dagar, og eg havi betri mót
upp á at koma fyri meg nú, sigur
Gunnar og leggur afturat.
– Eg má bara brynja meg við
toli og eg eri klárur yvir, at hetta
kann koma at taka langa tíð og tað
sikkurt verða nógvir niðurtúrar á
vegnum. Eg eri tó sikkur upp á, at
eg og Manchester City koma ígjøgn
um hetta saman, sigur Gunnar av
gjørdur.
Hetta er triðji skaðin há Gunnari
í hesum kappingarárinum. Fyrst
gjørdist hann skaddur, tá landsliðið
tapti tepurt í Estlandi. Síðani kom
hann fyri seg til dystin móti Italia,
men eisini her gjørdist Gunnar
skaddur.
– Hetta hevur verið eitt ótrúliga
keðiliga kappingarár. Tveir teir
fystru skaðarnir ávirkaðu nógv
tíðina í Tranmere Rovers. Nú byrj
aði tað at ganga gott aftur her í
Manchester City, men nú hendir
so hetta. Men aðrir leikarar hava
verið skaddir og eru komnir fyri.
Leikarar sum eitt nú Eidur Smári
Gudjohnsen og Ruud van Nistelroy
eru kendir leikarar, ið hava havt
álvarsamar skaðar, men teir eru
komnir fyri seg, so kann eg eisini,
sigur Gunnar.
Skaðin hjá Gunnari hevur við
sær, at hann má geva sítt lands
liðspláss til onkran annað fyribils.
Hvussu hevur hann tað við tí?
– Eg eri vónbrotin, tí mær
dámar væl at spæla á landsliðnum
og tað er altíð stuttligt at møtast
við hinum føroyinginum. Vit hava
fingið nøkur góð úrslit í seinast
uni, so tað er keðiligt ikki at kunna
spæla á landsliðnum. Nú verður so
spennandi at síggja hvat landsliðs
venjarin (Brian Kerr, blaðm) velur
at gera. Har eru fleiri, ið vilja sleppa
framat, men velur hann Jákup
Mikkelsen aftur, so er hann avgjørt
eisini eitt gott val, sigur Gunnar.
Hóast støðan hjá Gunnari nær
mast er tragisk, so er tað eitt, ið
Gunnar gleðir seg til.
– Eg gramdi meg eina ferð
í Dimmalæting um, at eg sum
havnarmaður ikki hevði verið á
Ólavsøku í fleiri ár. Um skráðin hjá
mær verður løgt soleiðis til rættis,
so hevði tað ikki verið so galið at
sloppi á Ólavsøku fyri fyrstu ferð
í átta ár, sigur Gunnar at enda við
einum smíli.
Á veg út út Carrington steðga
øll starvsfólkini á og spyra Gunnar
hvussu stendur til. Støðan hjá
Gunnari er ring, men tað er torført
at ímynda sær, at hann kann fáa
betri umstøður at koma fyri seg
enn í Manchester City.
trondur@sosialurin.fo
Sekundið sum broytti alt
Fótbóltur Eftir einum sekundi fór Gunnar Nielsen frá at ganga einari spennandi tíð á møti til at vera
óarbeiðsførur í upp til eitt heilt ár. Í dysti fyri eykaliðið hjá Manchester City brast hann saman við øðrum
leikara og gjørdist illa skaddur í knænum. Hvat hugsaði Gunnar beint eftir brestin og hvørjir tankar fara
gjøgnum høvdið í tíðini eftir ein slíka skaða? Sosialurin hitti Gunnar á venjingarstøðini hjá Manchester City
– Leikarar sum eitt nú Eidur Smári Gudjohnsen og Ruud van Nistelroy eru kendir leikarar, ið hava havt álvarsamar
skaðar, men teir eru komnir fyri seg, so kann eg eisini, sigur føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen
Hevði ikki verið so galið at sloppið á
Ólavsøku fyri fyrstu ferð í átta ár