Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 Lýsingarblað 10 Sosialurin út í heim Í London kanst tú uppliva fantastiskar sangleikir við framúr sangarum, tónleikarum og sjónleikarum. Vit hava her tikið nakrar av teimum best umtóktu sang­ leikunum burturúr rúgvuni. We Will Rock you Dominon Theatre Kanska populerasti sangleikurin í London seinnu árini. Byggir á tón­ leikin hjá rockbólkinum Queen, og 31 av størstu hittunum hjá brestska bólkinum verða fram­førd live. Sangleikurin er stuttligur, lív­ ligur og ein stór tón­leikalig upp­ living! The Lion King Lyceum Theatre Teknifilmurin um løvukongin er heims­kendur og ein av bestu Disney-framleiðslunum nakrantíð. Við tón­leiki hjá Elton John og Tim Rice verður hetta eisini til ein framúr góðan sangleik. Hetta er ein tann flott­asti sang­leikurin, sum er settur upp, og heiðurslønirnar hava verið nógv­ar hesi seinastu 10 árini. Ein familjuuppliving! Thriller – Live Lyric Theatre Poppkongurin Michael Jackson var virkin í 40 ár, og hann seldi 750 milliónir plátur. Hittini eru næstan endaleys, og í hesum sang­leik­inum verður deyði popp­ sangarin heiðraður. Thriller bjóð­ ar fantastiskan tónleik, nógvar effektir og framúr góðan dans. Mamma Mia! Prince of Wales Theatre Best umtókti sangleikurin í heim­ inum hevur verið at sæð í London síðani 1999. Sangleikurin byggir á tónleikin hjá ABBA, og søgan er eisini herlig. Biograf­filmurin, sum byggir á leikin, hevur ikki gjørt áhugain fyri sangleikinum minni. Ein framúr góður og festligur sang­ leikur. Grease Piccadilly Theatre Disco, sleiktar frisúrur og frekur dansur. Grease spælir kvøld eftir kvøld fyri fullum hús­um í London. Sang­leikurin bygg­ ir á sera væl umtóktan film við frá­ líkum tón­leiki. Sangir sum Summ­er Nights, You’re The One That I Want og Greaded Ligthning gera hendan sangleikin til eitt ordans hitt. Phantom of the Opera Ein klassikari innan sangleikir í London. Hevur verið at sæð í meira enn 20 ár og er framvegis sera væl um­tóktur. Byggir á ein franskan ræðu­film um eitt legendariskt spøkilsi í einum gomlum leikhúsi, sum verður forelskað í eini songkvinnu. Flottar pall­setingar og stórsligin tónleikur. Chicago Cambridge Theatre Ein stuttligur og frekur sangleikur um Roxie Hart, sum er ein kórgenta. Hon drepur elskaran hjá sær og sleppur undan fongsuls­revsing við hjálp frá advokatinum Billy Flynn. Umtalan í rættarmálinum ger hana kenda í show business. Sofistikeraður tónleikur og frískur dialogur. Jersey Boys Prince Edward Theatre Sangleikurin um bólkin The Four Season. Ein av nýggjaru sang­ leikunum í London. Søgan snýr seg um tónleikararnar í Four Season, sum ar­beiða seg av gøt­uni í New York og upp á hædd­irnar í tón­leiki. Alt krydd­að við sangum sum Sherry, Big Girls Don’t Cry og Oh What A Night. Musical-býurin London