mikudagur 2. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Tað tók tey flestu á bóli, tá ið
Sosialurin skrivaði í heyst, at
Tórshavnar Býráð arbeiddi
við eini ætlan um at fáa ein
skoytuvøll til Havnar í vetur.
Tey flestu hildu, at hetta
var eitt frískligt hugskot
og nú, skoytivøllurin hevur
verið í Skálatrøð í nakrar vik
ur, munnu sjálvt tær størstu
ivandi sálirnar hava yvirgivið
seg, tí skoytivøllurin hevur
verið so væl vitjaðir, at í gjár
kundi Portalurin upplýsa, at
heili 14 000 fólk hava nýtt
høvi at finna sær jarnskoyt
urnar fram og hava skreitt á
vøllinum.
Tok til Havnar
Og nú arbeiðir Tórshavnar
Býráð við enn eini nýskap
andi ætlan fyri at bøta um
trivnaðin í høvuðsstaðnum
og tað er eitt hugskot, sum
ikki stendur aftanfyri hug
skotið um skoytivøllin.
Og tað er at fáa eitt tok at
koyra runt í havnargøtum
við ferðafólki.
Tok, sum hesi eru væl
kend býarmynd nógva staðni
í útlondum, men tað er so
aldrin roynt í Føroyum áður.
Mangan er talan um ógvu
liga litføgur og sermerkt tok,
sum vekja ikki sørt ans, har
tey koma framvið.
Heðin
Mortensen,
borgarstjóri í Havn, váttar,
at hann er farin at kanna,
um tað ber til at útvega
eitt
lítið
býartok,
sum
kann koyra runt í Havnini í
summar ferðafólki og havn
arfólki.
Talan er sjálvandi ikki
um jarnbreytartok, men um
eitt tok á hjólum, har ein
vognur við motori dregur
nakrar tokvognar aftaná
sær.
Eitt nú sigur hann, at tað
kundi verið eitt frískligur
táttur í ólavsøkuni at havt
eitt tok sum hetta koyrandi
runt í býnum.
Rundferðir í Havn
Men hann hugsar sær, at
eitt slíkt tok kann brúkast
til skipaðar ferðir runt um
í Havnini við kønum ferða
leiðarum, sum kann greiða
ferðafólkinum frá um tey
ymsu húsini, býlingarnar,
staðarnøvnini og annars frá
ymsum søgum í hesum sam
bandi.
Hann leggur afturat, at
ætlanin er ikki at keypa eitt
tok, men at leiga eitt, í hvus
su so er í fyrstu syftu.
Hann leggur kortini dent
á, at hetta er ikki eitt mál,
sum upp á nakran máta er
viðgjørt í býráðnum, tí enn
er tað bara á kanningarstigi.
Men hann heldur eisini,
at tað er rættast at taka
handilslívið og ferðavinnuna
í býnum við upp á ráð, áðr
enn nøkur endalig avgerð
verður tikin.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Jørgen
Niclasen,
formaður
Fólkafloksins
og
formaður
í
fíggjarnevndin,
vil
ikki
játta
løgmanni eyka pengar til at seta
tænastumannakanning
í
verk
ímóti
tveimum
aðalstjórum,
soleiðs sum løgmaður boðaði frá
í morgun
Samstundis
skal
bráð
feingis
løgfrøðingur
setast
á
Skrásetingini at kanna eftir, um
løggildingin kann takast frá nógv
umrøddu grannskoðarunum.
Og Jørgen Niclasen vil held
ur ikki lova løgmanni politisk
an stuðul til at seta kanningina í
verk.
Hann sigur, at higartil hevur
fíggjarnevndin hildið fast um, at
tá ið landsstýrið biðjur um eina
eykajáttan til eitt endamál, skal
tilsvarandi sparing finnast onkra
aðrastaðni.
Og hann metir, at tað er eitt
krav, sum fíggjarnevndin fer at
halda fast um, sama hvat endamál,
eykajáttanin skal brúkast til.
- So vil landsstýrið brúka
pening upp á eina tænastu
mannakanning, má tað eisini
finna útvegir fyri at spara pening
á øðrum økjum.
Men hann leggur afturat, at
fær fíggjarnevndin eina umsókn
frá løgmanni í hesum sambandi,
verður hon sjálvandi viðgjørd og í
hesum sambandi verður so eisini
kannað eftir, hvat kanningin
kostar og, hvat fæst burturúr.
Óvist er, hvat ein slík tænastu
manning kostar, men helst verður
talan um milliónaupphædd, tí
ein vanligur kanningarstjóri hev
ur kostað landskassanum fleiri
hundraðtúsund krónur og ein
tænastumannakanning er nógv
meiri umfatandi.
Annars vísir Jørgen Niclasen
eisini á, at tænastumannafelag
Landsins hevur eisini ivast í
grundarlagnum undir kanning
ini og tað er eisini ein spurningur,
sum má viðgerast.
Hann vísir á, at Løgtingsins
Umboðsmaður
hevur
longu
kannað málið og spurningurin
er um møguligar niðurstøður
ikki kundu verðið tiknar út frá tí,
heldur enn at gera tvær kanningar
afturat.
aki@sosialurin.fo
Vil hvørki lova løgmanni pening ella stuðul
TÆNASTUMANNAKANNING Vil løgmaður hava tænastumannakanning, má hann finna peningin til tað
innanfyri fyri karmarnar, tí tað skal ikki økja um útreiðslurnar hjá landskassanum, sigur Jørgen Niclasen
Fyrsta tok í Føroyum
til Havnar í summar
NÝHUGSAN Í vetur hevur Tórshavnar býráð ríkað okkum við skoytivøllinum í Skálatrøð og
nú verður arbeitt við eini aðrari nýbrótandi ætlan fyri at ríka summarlívið í Havn
Eitt stuttligt hugskot, sum ikki
stendur aftanfyri skoytivøllin
Litføgur og sermkerkt býartok eru
vælkendar býarmyndir aðrastaðni og
í summar verður eitt sovorðið kanska
eisini kend býarmynd í Havn
ÓKEND BÝARMYND