Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 6 Sosialurin Í næstu viku fara næm­ ing­ar á Nám­X í Eyst­ ur­skúl­a­num ­at spæla sjónleik í Sjón­leik­ar­a­ hús­i­num. Leikurin verður spæld­ur týs­dag­in, mik­ u­dag­in, hós­dag­in og fríggj­a­dagi­n, tvær ferð­ ir hvønn dagin, fyrru ferð klokk­an 10 og aðru ferð klokk­an 13. Hesar sýningarnar eru fyri næmingarnar í fram­haldsdeildunum, men týs­dagin sleppur al­menn­ing­urin eisini inn. Men so verða eis­ini sýn­ing­ar fyri al­menn­ ing­i­num leyg­ar­dag­in, 12. mars og sunn­u­dag­ in 13. mars, báðar dag­ ar­nar klokkan 19. Tað er Harriet Poul­ sen Vág­a­dal, lærari í Nám­X, sum hevur skriv­að leikin og hon leik­stjórn­ar eisini. Leik­urin hevur heit­ ið »Eitt døkt kam­ar« og tað eru næm­ing­ar á Films- og dram­a­breyt­ ini í NámX, sum spæla og sum eisini og taka sær av pallinum. Leikurin er um um 16 ára gomlu Elisu, ið verð­ur happað, og um hvussu hetta ávirkar hana og alt rundan um hana. Snorri Brend Í loftsstovuni polstr­ar hann gomlu møbl­ar­nar av nýggj­ um, sum hava staðið í niðaru loftstovuni í Tabor. Møblarnir, sum eru arvagóðs frá Ingu Nørgaard, f. Højgaard, innan av Regni á Toftum. Teir hava verið nógv nýttir, og tí vóru teir væl slitnir, skrivar heimasíðan www.tabor.fo Nú hevur Meinhard bjóðað seg fram at gera teir lidnar. Hann hevur polstrað tríggjar stólar, og er á myndini í holt við tað fyrru sofuna. Meinhard og konan Judit Hansen búðu eitt skiftið í Danmark, og tá leigaði ein polstrari frá teimum. Tá fekk Meinhard innlit og áhuga fyri polstring, og nú fáa so gomlu møblarnir gleði av hansara kønu hond 84 ára gamli Meinhard polstrar við kønari hond Toskafiskiskapurin hvílir á einum árgangi Næm­ing­ ar spæla nýggj­an sjó­n­leik Tunnur til føstulávint ella havaprýði Tónleikur Hesa seinastu tíðina hevur tann Meinhard Hansen á Nesi nýtt loftsstovuna í missiónshúsinum í Tabor á Toftum sum sítt arbeiðsrúm Árni Joensen Í 2005 eydnaðist gýtingin hjá toski­num í Grønlandi væl, og síð­ani hevur hesin ár­gang­urin verið grund­ar­ lag und­ir fiski­skap­inum. Men trup­ul­leik­in er, at hesi fimm ár­ini síðani er hevur eing­in góð­ur ár­gang­ur ver­ ið, og tí eru menn farnir at spyrja, hvat hendir, tá 2005-ár­gang­ur­in fer úr fiski­skap­i­num. Spurn­ingurin var til um­ røðu í Lands­ting­i­num nú um dag­ar­nar. Si­u­mut-ting­ maðurin Karl Ly­berth hevði sett Ane Han­sen, lands­ stýr­is­manni fyri­spurn­ing um, hvussu nógv­ur tos­k­ur verð­ur eftir í Grønlandi, tá 2005-árgangurin er fiskaður. Í svarinum ásannaði lands­ stýr­is­maðurin, at eingin góð­ur ár­gangur hevur ver­ið síð­ani 2005, og at niður­støð­ an tí má vera, at tosk­a­fisk­i­ skap­ur­in hvíl­ir á einum sera vei­kum grundarlagi. – Skulu vit hava ein var­ andi toska­fisk­i­skap, er tað ein treyt, at vit fáa fleiri góð­ar ár­gang­ir, sum kunnu koma fyri teir, sum hvørva úr fiski­skap­i­num, segði Ane Hansen í svarinum. Grøn­lendski nátt­úr­u­ stovn­u­r­in Pinn­gor­t­i­t­a­le­r­i­ f­fik g­e­r í løtuni kann­ingar inn­an­skers nær­hend­is Sis­i­ mi­ut, Nuuk og Qaqortoq fyri at vita, um meiri ungfiskur er á veg inn í fiskiskapin, sigur KNR. Tær kendu gomlu whiskytunnurnar er nú at fáa í Føroyum. Tunnnurnar kunnu brúk­ ast bæði til tunnusláing og sum prýði í hav­ a­num. Handilsfyritøkan Jógvan Weihe er kend fyri sítt stóra vøruúrval, har fæst alt mill­um himmal og jørð. Til fastalávint hev­ur fyritøkan fingið tær væl umtóktu whiskey­tunn­ur­nar, sum eru kendar fyri sína styrki. Frá Jógvan Weihe verður sagt, at tunn­ ur­nar verða fyrst nýttar í Fraklandi til at goyma cog­nac í, síðan verða tær sendar til Skotlands, har tær verða nýttar í stóra Glenfiddich de­still­ar­í­num til at goyma whisky í - heilt upp til 30 ár. Tunn­urnar eru gamlar og sterkar, so tað er ein serlig avbjóðing at sláa tær sundur. Ólav­ur Weihe, stjóri í P/f Jógvan Weihe, sigur, at tunn­ar­nar eru eisini sera væl egnaðar sum hava­prýði til nógv ymisk endamál. Grønland Í 2005 eydnaðist gýtingin hjá toskinum í Grønlandi væl, og síðani hevur hesin árgangurin veirð grundarlag undir fiskiskapinum