Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Samtakið Marine Harvest í Noregi, sum føroyingurin, Ragnar Joensen, nú skal stan­da á odda, er fleiri ferðir so stórt, sum øll hin føroyska ali­vinnan tilsamans. Útflutningshagtøl hjá Hag­stovu Føroya siga, at før­oyska alivinnan í 2010 út­flutti og seldi sløk 35.000 tons av laksi – og árið fyri var tal­ið góð 40.000 tons. Men hetta er bert ein brot­partur av teirri nøgd og so­leiðis eisini tí umsetningi, sum risafyritøkan, Marine Har­vest í Noregi, hevði í far­ na ári. Sosialurin hevur hitt Ragn­ar Joensen og hevur spurt hann, hvussu stórt nor­s­ka alisamtakið í veru­ leika­num er. 220.000 tons - Alivirksemið hjá Marine Har­vest í Noregi røkkur frá suður­endanum í Noregi og heilt upp til Bodø-leiðina. Her verða ald umleið 220.000 tons av laksi. Aliøkini eru líka sum býtt upp í fýra región­ir. Ein liggur har suðuri í landi­ num, onnur verður rópt vest, hin triðja mið – og so hin fjórða norður. Ragnar sigur, at hesar regiónir koyra sum sjálv­ støðug feløg við smolt­støð­ um, aling og virkjum. - Her arbeiða stívliga 1200 fólk, og regónirnar høvdu í fjør ein samlaðan umsetning á 8 miljardir krónur. Árið í fjør eydnaðist sera væl, og samtakið kom í fjør við ein­um avlopi á góðar tvær miljard­ir krónur. Hann sigur, at Marine Har­v­est hevur virksemi í um­leið 20 ymiskum londum. - Samtakið hevur aling av laksi í eitt nú Noreg, Før­ oyum, Skotlandi, Írlandi, Chili og Kanada, sigur Rag­ nar Joensen. Kom óvart á Tá Føroyar er ein lítil alitjóð í mun til Noreg, spurdu vit nýggja stjóran í stóra alirisanum, hvussu tað ber til, at hann fekk møguleikan at standa á odda fyri hesum vel­duga samtaki? - Ja, tað kom kanska eisini eitt sindur óvart á meg. Men eg helt tað vera stuttligt at taka av, tá eg fekk ein slíkan møgu­leika. Er søkt eftir stjóra – ella er hetta eitt tilboð, sum tú hev­ ur fingið. Hvussu hongur tað saman? - Ja, hetta er eitt tilboð, sum eg havi fingið, sigur Rag­ nar Joensen. Hvør verður so uppgávan hjá tær sum stjóri í sam­taki­ num? - Ja, hetta er so størsta ali­ sam­tak, sum er í heiminum í dag. Ein slík uppgáva er stór. Vit koma í nógvum før­um at ganga undan, og vit koma ivaleyst at ganga nýggj­ar leiðir fyri at finna út av, hvønn veg fyritøkan skal fara. Hann leggur tó dent á, at uppgávan í fyrsta lagi verður at fáa hesi 220.000 tonsini, sum verða ald kring um í No­regi, runt ymsastaðni í heimi­num, sum Ragnar tekur til. Gongur væl Sosialurin spurdi, um Marine Har­vest í Føroyum hevur havt so góð úrslit at vísa á, at hann av hesum er vorðin skikk­að­ur til eitt stjórastarv í einari so stórari fyritøku? - Tað er ivaleyst ein fyri­ mun­ur, at úrslitini hava verið góð. Hetta er gott at hava við sær, men tað er ikki hetta einsa­malt sum ger, at starvið er fallið mær í lut. Taka vit Noreg og býta landið sundur í regiónir ella smærri økir, kun­nu fleiri vísa á úrslit, sum eru enn betri enn tey, vit kenna í Føroyum, sigur hann. Flytir familjan til Noregs sam­an við tær at búgva? - Ja, vit ætla okkum at royna at búgva í Noregi í hvu­s­su er. Eg fari yvir fyrst, og síðan er ætlanin at fáa familju­na við yvir til Noregs. Ragnar sigur, at hann meiri ella minni longu er byrj­að­ur í starvinum hjá Marine Harvest í Noregi. - Tá nakrar vikur eru farn­ar, vænti eg, at eg komi at verða meiri fast í Bergen, legg­ur hann aftrat. Góð útlit Ragnar Joensen vísir á, at Marine Harvest í Føroyum hev­ur verið skipað undir sam­takinum í Noregi, og tí held­ur hann fram sum stjóri í føroyska partinum eisini. - Á tann hátt er ikki neyð­ugt at gera tær heilt stóru broytingarnar her heima, sigur hann. Spurdur, um útlit fyri ali­vinnu um okkara leiðir í 2011, held­ur hann, at útlitini eru góð. - Men tað verður nógvur fisk­ur tikin, serliga í seinnu hálvu í ár. Sum við øllum vinn­um, tá útboðið er stórt, plag­ar tað eisini at ávirka prísir­nar, og soleiðis verður tað helst eisini her. Ragnar sigur seg ikki væn­ta, at tær gyltu tíðirnar, sum hann rópar gongdina sein­nu árini, fara at vara so ógvu­liga leingi aftrat. - Men eg vænti, at tað fer nokk at gagna kortini, og tað fer neyvan at verða heilt gal­ ið, leggur hann aftrat. Marknaður í USA Sosialurin spurdi eisini Rag­ nar Joensen, hvussu gongur við føroyska marknaðin í USA. Er Chili komið so mik­ið við aftur, at vit fáa trupul­ leik­ar við at veksa um nøgd­ina á feskum laksi á amerikans­ka marknaðinum? - Nei, Chili er ikki rættiliga komið fyri seg enn, men soleið­is, sum út sær, kemur ali­vinn­an í landinum meiri og meiri fyri seg í seinnu hál­ vu í ár. Um teirra vørur koma á júst sama marknað, sum vit hava í USA, fáa vit at síggja, tá Chili aftur fer at veksa um sín­ar nøgdir til USA. Hann vísir á, at føroyska ali­vinnan serliga selir heilan fisk til sushi-marknaðin í USA, meðan chilenar í størri mun hava selt fløk. - Fløkini eru ikki á sama hátt komin inn á sushi- mark­naðin í USA, har feski laks­urin úr Føroyum kemur, sig­ur Ragnar Joensen. vilmund@sosialurin.fo Ragnar stjóri í heimsi Stjórin í Marine Harvest í Føroyum, Ragnar Joensen, verður nú stjóri í heimsins størsta alisamtaki, Marine Harvest í Noregi. Hann er so smátt byrjaður í hesum starvi, og kemur at halda fram sum stjóri í føroyska partinum av fyritøkuni eisini. Ætlanin hjá honum og familjuni er at flyta til Noregs, haðani hann kemur at ganga á odda í eini risafyritøku, sum í fjør hevði ein umsetning á 8 miljardir krónur og eitt avlop í rakstrinum á 2 miljardir krónur ... vit koma at ganga undan, og vit koma ivaleyst at ganga nýggjar leiðir... RAGNAR JOENSEN ... tá nakrar vikur eru farnar, vænti eg, at eg komi at verða meiri fast í Bergen... RAGNAR JOENSEN ... hetta er størsta alisamtak, sum er í heiminum í dag, og ein slík uppgáva er stór... RAGNAR JOENSEN Ragnar Joensen væntar ikki, at gyltu tíðirnar, sum hann rópar gongdina hjá alivinnuni seinnu árini, fara at vara so ógvuliga leingi aftrat. Tó fer tað nokk at ganga, leggur hann aftrat. Myndin tikin á einum av virkjunum hjá Marine Harvest í Noreg