mikudagur 2. mars 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
Sosialurin
Kjak
Suðuroyingar taka í hesum
døgum megnartak. Privatur
felagsskapur hevur við stuðli
úr allari Suðuroynni tikið
seg saman at byggja fyrsta
langhylin í Føroyum. Henda
verkætlan er serstøk, ikki
bara fyri Føroyar, men man
vera eitt eindømi í øllum
førum um okkara leiðir. Við
nýhugsan innan bygging og
orku hevur felagsskapurin
staðið klárur at seta spakan
í alt 2011.
Spillandi tungan
Tað fyrikemur okkum, ið
varða av svimjingini ikki
sørt ørkymlandi, at løgtings
maðurin Helgi Abrahamsen
skal fara fram á Løgtingsins
røðarapalli og skíra tey, ið
standa aftan fyri hesa ætlan
fyri »bóndafangarar«! Og
hetta er ikki fyrstu ferð, at
løgtingsmaðurin er frammi
í somu ørindum. Herfyri
var hann í bløðunum, har
hann royndi at sáa iva um,
um henda verkætlan nú var
grundað á veruleikan.
Eisini hevur verið roynt
at fáa inn í orðaskiftið, um
hesin langhylur nú liggur
rætta stað, um tað ikki var
betri at hann lá í Havn, í
Sundalagnum ella í Eystur
oynni. Her skal eg minna
bæði løgtingslimin og øll
onnur á, at seinasti hylurin í
kappingarstødd, varð tikin í
nýtslu í desember 1982. Í hesi
skjótt farnu 30 árini, hevur
eingin, eingin einstaklingur
ella kommuna arbeitt seriøst
við ætlanum um at byggja
nýggjan svimjihyl.
Eftir Evropeiska silvur
merkið hjá Páli Joensen í
Budapest í 2010, var borgar
stjórin í Fuglafirði frammi
og bjóðaði eitt øki á Kambs
dali. Formaðurin í Mentan
arnevndini
í
Tórshavnar
býráð tosaði um, at tíðin
var komin til at byggja
nýggjan hyl í Tórshavnar
kommunu, men honum á
baki kom borgarstjórin og
avnoktaði, at nøkur bygging
av svimjihyli lá í kortunum í
Tórshavnar kommunu. Í 2008
var borgarstjórin í Runavíkar
kommunu í Degi & Viku,
har boðað var frá at eingin
onnur størri íløga varð gjørd
í kommununi enn nýggi
skúlin. Mær kunnugt einasta
kommunan, sum veruliga
hevur arbeitt miðvíst við at
betra svimjiviðurskiftini, er
Klaksvíkar kommuna, har
endurnýggjanin av svimji
høllini er í gongd og áhuga
verdar
ætlanir
eru
fyri
framman.
Bøtandi hondin
Tað skal eingin ivi vera um,
at fyri okkum í varða av
føroyskari svimjing, so er
tað stak hugaligt at síggja at
allar góðar kreftur í Suður
oynni eru farnar saman um
at byggja 50-metra langhyl
í oynni. Ikki til ein mann,
sum ofta verður ført fram,
men
til
eitt
svimjifelag
í stórum blóma, kanska
fyrsta ítróttarfelag í Føroy
um við veruligum altjóða
ambitiónum. Eins og tað
eingin ivi er um, at nýggi
hylurin í Suðuroynni fer
at koma allari føroyskari
svimjing til góðar. Tað hevði
verið meira sámuligt um vit
øll bakkaðu hesa stórslignu
ætlan upp, heldur enn at
royna at sáa iva, um hetta nú
í veruleikanum er ein ætlan,
ið kann gjøgnumførast.
At ætlanin skal standa og
bíða eftir einari almennari
játtan uppá 4 milliónir krón
ur, er sera hugstoytandi, vón
andi verður hetta mál avgreitt
í løgtinginum sum skjótast.
Fyri okkum í føroyskari
svimjing er hetta ein megnar
ætlan, og fær hon mín fulla
stuðul. Vónandi verður hetta
tann fyrsti langhylurin í eini
røð av fleiri.
Jon Hestoy
Formaður, Svimjisamband Føroya
Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga