Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 20 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Klokkan er ikki meiri enn farin av níggju henda regntunga miku­ morgunin í farnu viku. Eivind hevur longu verið í handlinum eina løtu, tí í dag veit hann av royndum, at nýggj vøra kemur úr Havnini - hesaferð frá heilsøluni hjá Poul Michelsen. Kvikliga hevur Niels Jacob frá PM Heilsøluni sett vøruna á eitt rulliborð. Líka so kvikliga tekur tann royndi og væl-til-árs-komni handilsmaðurin tær, og byrjar beinanvegin at seta mjólkina í køl­aran og at prísa tað sum prís­ ast skal. Sum við øllum øðrum størvum hevur ein í 69 ár bæði upplivað góðar búskaparligar tíðir og minni góðar búskaparligar tíðir. Hetta hevur kortini ikki nervað Eivind í arbeiði sínum. ­– Tað er sjálvandi eitt sindur strævið at hava ein handil á bygd. Man kundi jú altíð ynskt at sølan var størri, sigur hann álvarsamur. – Tað vísir seg tíverri at vera so, at fólk keypir ov nógv burturi. 14 ára gamal Hóast Eivind er farin langt upp um eftirlønaraldur, fer hann fram­vegis hvønn Guds skapta dag glaður og hugaður til arbeiðis. – Eg kenni faktist ikki til annað, sigur gamli handilsmaðurin. - Eg byrjaði longu her sum 14 ára gam­ al. Seinastu 69 árini hevur hetta tí verið hansara gongd: Til arbeiðis hvønn morgun og síðani heim aftur á kvøldi. Men tá hann so er komin heim, so er hann komin heim. – Ja, tað er ein kunstur. Men henda kunstin havi eg tíbetur lært, sigur hann, sum saman við einum av synum sínum rekur einasta handilin í heimbygdini. Bara handil Tað vóru tíðir, tá tað vóru fleiri handlar í bygdini. Hesin handilin byrjaði fyri skjótt 150 árum síðani, og hevur síðani verið á skiftandi hondum. Millum hesar teljast ein sum kall­ aðist Jóan Pauli úr Vestmanna og sum hevði handilin frá 1880’unum til hann doyði í 1942, tá beiggi Eivind keypti handilin. Hetta var somuleiðis sama árið sum Eivind byrjaði í handlinum sum bert 14 ára gamal. Og tá beiggin seinni flutti til Danmarkar, tók Eivind yvir handilin - og her er hann enn, og hevur ongar ætlanir um at setast hendur í favn. Fyri 30 árum síðani fluttu teir í hetta handilshølið, her teir nú eru. – Nei, hugurin at arbeiða hevur altíð verið góður. Eg havi ongatíð verið til skips ella gjørt annað hesi árini, men havi stórtrivist í handlinum. Og tað geri framvegis. Stúri Í dag er gongdin hon, at fleiri av smærru bygdarhandlunum hava trupult við at klára seg í kappingini við teir stóru. Eivind fylgir sjálvandi væl við, hvønn prís ið aðrir handlar hava. Men hann letur seg ikki ávirka av tí. – Fólk vita hvat eg havi, og eg havi bara mínar føstu prísir. Tað verður so ikki broytt, slær hann fast. Hann roynir í sínum lagi at fáa handilin at bera seg við rímiligum prísum, vinsælum umhvørvi og góðari tænastu. – Eg trívist sjálvur sera væl her og gleði meg hvønn dag at kunna sleppa til arbeiðis. Faktist stúri eg fyri tí degnum, tá eg ikki longur kann fara í handilin. snorri@sosialurin.fo Tá ein fer til hús eftir loknan arbeiðsdag, so skal man ikki taka arbeiðið heim við sær - hvørki í høvdinum ella við pappírum. Um eg setti meg at spekulera uppá handilin tá, so hevði eg jú arbeitt altíð. Og tað kann einki menniskja halda til í longdini Eg trívist sjálvur sera væl her og gleði meg hvønn dag at kunna sleppa til arbeiðis. Faktist stúri eg fyri tí degnum, tá eg ikki longur kann fara í handilin HANDILIN - Tað er bara hugurin sum ger tað, at eg framvegis eri her í handlinum, sigur 83 ára gamli Eivind Petersen, handilsmaður í Oyndarfirði. - Eg gleði meg at fara til arbeiðis hvønn einasta dag. Tað er í øllum førum ikki nakað sum eg stúri fyri. Eg stúri fyri