fríggjadagur 4. mars 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Gamla Norrøna, sum nú er
trúboðaraskipið, Logos Hope,
verður helst ikki undir før
oyskum flaggi leingi afturat,
tí tað er alt ov dýrt.
Hetta
heldur
Karsten
Hansen úr Miðflokkinum
vera stórt spell, tí Logos
Hope tænir einum góðum
endamáli.
Samstundis er talan um
eitt skip, sum siglur um all
an heim, eisini í tær mest
fjarskotnu havnirnar og tað
kemur sostatt í samband við
milliónir og aftur milliónir av
fólki.
- Við hvørt eru fleiri
hundraðtúsund fólk umborð
um mánaðin og tey síggja øll
Merkið á hekkuni.
- Sostatt er hetta eitt heilt
serstakt høvi at vísa føroyska
flaggið fram fyri øllum heim
inum.
- Men tað er so dýrt at
vera undir føroyskum flaggi,
at tað er vónleyst og tí verður
nú kannað eftir, hvat flagg,
Logos Hope skal undir.
Jenis av Rana staðfestir,
at orsøkin er, at í føroysku
altjóða
skipaskrásetingini,
FAS, verður bara skilt ímill
um farmaskip og ferðamann
askipskip.
Í øðrum londum eru fleiri
bólkar og hann heldur, at tað
er spell at missa Logos Hope
undan føroyskum flaggi, tí
tað einasta, ið krevst, er ein
lítil lógarbroyting.
Bjørt Samuelsen úr Tjóð
veldi heldur, at løgmaður
skal heita á Johan Dahl,
landsstýrismann í vinnumál
um, um at broyta lógina, so
at skip, sum ikki eru í vinn
uligum rakstri, eisini kunnu
vera skrásett í FAS.
Kaj Leo Holm Johannesen
staðfestir, at Logos Hope er
besta umboðanin fyri okkara
føroyska flagg runt um í
heiminum og hann lovar at
kanna málið við tí endamáli
at broyta FAS, so at tað eisini
er rúm fyri skipum, sum
Logos Hope í okkara altjóða
skipaskráseting.
Tað kom als ikki óvart á, at nýggju eig
ararnir av Eik Banka fóru í BankNord
ik at leita, nú teir skulu finna nýggja
leiðslu til bankan. Fólk hava bíðað í
spenningi. Súni Schwartz Jacobsen
var tann mest upplagdi, men tað
kundi eisini hent, at nýggju eigararnir
valdu at fara uttanlands at leita. Men
hvat kann vera betur enn at finna ein
persón, sum kennir alt til føroysk við
urskifti og føroyskan búskap, og sum
kennir kappingarneytan so væl og
virðiliga.
Í síðstu viku bórust tíðindi um
uppsagnir í Eik. Tað hevur verið – og
er framvegis væntandi, at ein verulig
upprudding skuldi fara fram. Onkur
hevur ábyrgdina av, at nakrar milliard
ir eru farnar fyri skeyti. Vanligir føroy
ingar hava mist nógvan partapening,
og hóast bankar mæltu frá, so hava
fleiri starvsfólk lænt nógvar pengar
at keypa partapening í Eik fyri.
Men uppruddingin í síðstu viku
hevði lítið við upprudding at gera.
Nakrar kassadamur fingu fótin, tvær
deildir skulu niðurleggjast, meðan
aðrar skerja upplatingartíðirnar.
Fyrrverandi
bankastjórarnir
vórðu sendir til hús við nøkrum mill
iónum í lummanum – og nú fóru so
nøkur fólk á gólvinum sama veg, men
bara ikki við fleiri ársinntøkum.
Við Súna Schwartz Jacobsen fær
Eik Banki uttan iva eina góða leiðslu.
Hann er kendur fyri at vera gløggur
sum fáur og at vera ein tann dugna
ligasti grannskoðarin í landinum.
At hann nú sum tann einasti – við
undantaki av Jørn Astrup Hansen
– kann skriva á sítt cv, at hann hev
ur stjórnað tveimum føroyskum
bankum, tað sigur ikki so lítið.
Men avbjóðingin er stór. Eik Banki
skal nú fóta sær sum ein føroyskur
banki í Føroyum. Brent barn ræðist
eld – og nýggju eigararnir tykjast
ongan áhuga hava í at hugsa um at
stovna deildir uttanlands.
Ofta verður TF Holding borið
saman við gamla Eik Banka og Eik
Grunnin, tí at felagið er so fløkt sam
anskrúvað, at tey somu fólkini sita
báðu megin borðið og taka avgerð
irnar. Valið til umboðsráðið verður
gjørt so fløkt og innviklað, at fólk ikki
tíma at atkvøða, og tí verður tað eitt
sjálvtøkuborð hjá tí valevninum, sum
hevur best atgongd til at fáa Trygg
ingina at senda út atkvøðuseðlar til
sínar stuðlar.
Hetta er ein ódemokratisk skipan,
sum eingin modernað fyritøka kann
hava. Sjálvsagt átti felagið at sent
øllum tryggingartakarunum – øllum
eigarunum, hvør sín atkvøðuseðil.
Alt annað er hykl! Tryggingarfelagið
má tí broyta seg, so hetta skurvuta
image ikki smittar niður til nýggja
Eik Banka.
Men tað er gott og spennandi,
at bankin fær eina góða og roynda
leiðslu, og higani ynskja vit Súna
Schwartz Jacobsen hepna hond og
góðan byr!
Væntandi at teir funnu
stjóran hjá kappingarneytanum
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, kann ikki lova
Løgtinginum, at Arbeiðs
eftirlitið fer at virka hundr
að prosent sum tað eigur,
eftir at játtanin er skerd
og tað er lagt saman við
Heilsufrøðiligu Starvsstov
uni.
Tað einasta hann vil lova
er, at Arbeiðseftirlitið fer
at rigga so væl sum tilber
innan fyri teir fíggjarligu
karmar, sum eru til taks.
Hetta gjørdi hann Løg
tinginum greitt tá ið Bjørt
Samuelsen, tinglimur fyri
Tjóðveldi,
spurdi
hann,
hvørja trygd hann kann
veita fyri at Ar
beiðseftir
litið
fer
at megna
at røkja
allar lóg
arásettar
uppgávur
t i l
fulnar,
nú
játtanin
er
skerd og stovnurin er lagd
ur undir Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna.
- Eg haldi, at tað, sum er
gjørt, er forsvarligt, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at endamálið
er at samanlagdir stovnar
kunnu troyta somu fólk og
hentleikar.
Hann fór enntá víðari og
metti, at eisini Brunaumsjón
Landsins, ið somuleiðis er
ein eftirlitsstovnur, eisini
kann kann fáa nyttu av at
samstarva við samanlagda
stovnin, tá ið eftirlit skulu
gerast.
Endamálið er at fáa
rakstrarútreiðslurnar av al
mennu umsitingini niður.
Tinglimir spurdu, hvussu
nakar kundi váttað at Ar
beiðseftirlitið fer at virka til
fulnar, tá ið stjórin sjálvur
staðfestir, at hann er ikki
serliga kunnugur við hetta
økið, tí hann hevur eitt heilt
annað virkisøki.
Løgmaður sigur, at fyri
at varðveita eitt fakligt
støði, skulu vit ikki hava
stovnar við færri fólkum
enn enn 20 fólkum.
Lovar ikki 100
prosent trygd
Logos Hope má rýma
úr Føroyum
Aðal
fundur hjá
Tryggingini
Andrass skaalum
kjak á síðu 24
Lúgva
føroysk
oljufeløg?
David isfeld
kjak á síðu 12
Eik fær bestu leiðslu