fríggjadagur 4. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
4
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
– Vit vilja bjóða fólkum ta
ferð og tað breiðband, sum
krevst, um vit skulu fylgja tí
alsamt skjótari streyminum
og standa okkum millum
framkomin lond. Føroya Tele
kennir tað sum sína ábyrgd
at ganga á odda at veita
føroyingum dygdargott og
tíðarhóskandi breiðband, og
nú er tíðin búgvin at fremja
ein nýggjan prísbygnað.
Soleiðis sigur Kristian
R. Davidsen, stjóri í Føroya
Tele, sum í morgun boðar frá
munandi prís- og ferðbroyt
ingum á breiðbandshaldum.
Higartil hava bíligastu
privatu
breiðbandshaldini
kostað 380 krónur um mán
aðin, tey dýrastu hava kostað
825 krónur um mánaðin.
Nú verður hetta spennið
broytt, við tað at tey størru
haldini fara niður í 449 og
499 krónur, samstundis sum
ferðin verður tvífaldað ella
meira. Tað vil siga, at einans
119 krónur nú vera á muni
millum eitt 2 Mbit-hald og
eitt 20 Mbit-hald.
Broytingarnar koma í gildi
frá 15. mars, tá ið allar tøkni
ligar tillagingar eru gjørdar.
Meira ferð fyri
minni pengar
Í stuttum snýr prísbroytingin
seg um, at privatkundin
fær meira ferð fyri minni
pengar.
Ferðin á haldum verður
gjørd upp í Mbit/sekund. Í
faktaboksini downloadferðin
umrødd, tað vil siga tíðin tað
tekur at flyta upplýsingar á
sína teldu. Uploadferðin er
ídag 512 kbit á øllum hald
um. Frameftir verður up
loadferðin 512 kbit á 2 Mbit-
haldum, men hon verður
hækkað til 1 Mbit á 8 Mbit-
og 20 Mbit-haldunum.
Við
prísunum
henda
nakrar broytingar heilt av
sær sjálvum, sum koma
viðskiftafólkum til góðar:
1. Tey, sum í dag hava ferð
ina 4 Mbit fáa av sær sjálvum
8 Mbit, og prísurin verður
settur úr 470 krónum niður í
449 krónur um mánaðin.
2. Tey, sum í dag hava
ferðina 6 ella 10 Mbit/s verða
flutt upp í 20 Mbit/s, og
prísurin verður minkaður úr
ávikavist 620 krónum og 825
krónum um mánaðin niður í
499 krónur um mánaðin.
Í fyrstu syftu verða ongar
broytingar fyri tey minstu
haldini, tað vil siga 2 Mbit.
Hinvegin ber til hjá einum
viðskiftafólki
við
minsta
haldinum at ferfalda sína
ferð fyri slakar 70 krónur um
mánaðin.
FT lækkar
kostnaðarstigið
Í fráboðan ásannar Føroya
Tele, at tað er ein avgerandi
liður
í
menningini
hjá
einum landi, at so nógv
sum gjørligt hava atgongd
til internetið við so høgari
ferð og so lágum kostnaði
sum gjørligt.
– Við teimum nýggju
prísunum nærkast vit al
tjóða prísleguni. Tann mun
urin, sum framvegis er at
síggja í prísinum saman
borið við umheimin, kemur
í høvuðsheitum frá, at vit
noyðast at rinda eitt eyka
gjald fyri sjókaðalarnar út
í heim, umframt at vit eru
ein lítil marknaður uttan
stórrakstrarfyrimunir, sigur
Kristian R. Davidsen.
– Við okkara nýggju prís
um gera vit eitt skarvslop
tann rætta vegin. Ein høv
uðsorsøk
til,
at
Føroya
Tele nú megnar at lækka
prísirnar er, at fyritøkan
seinastu árini miðvíst hevur
lækkað kostnaðarstigið at
reka fyritøkuna. Haraftrat
er tann tøkniligi parturin nú
mentur soleiðis, at vit kunnu
veita flestu føroyingum ta
hægst møguligu ferðina til
kappingarføran prís, sigur
Kristian R. Davidsen, stjóri.
Eirikur Lindenskov
Avlopið var 15 milliónir
krónur fyri skatt saman
borið við eitt hall í 2009
á 8 milliónir krónur fyri
skatt.
Tiltøkini, sum Atlan
tic Airways setti í verk,
eftir at altjóða fíggj
arkreppan av álvara tók
dik á seg í 2008, hava
givið úrslit, og hallið í
2009 vendist í 2010 til
eitt avlop á 12,3 milliónir
krónur eftir skatt.
Hetta hendi, hóast
avbjóðingarnar hjá fe
lagnum vóru stórar í
fjør, m.a. orsakað av
øskuskýnum úr Eyja
fjallajøkli, ið kostaði fe
lagnum 5 mió. kr. í eyka
útreiðslum,
og
nógv
hækkaðum avgjøldum á
flúgving bæði í Føroyum
og Danmark.
Atlantic
Airways
hevur síðan á sumri í
2009 áhaldandi lagað
sítt virksemi til um
støðurnar, ið tóku seg
upp orsakað av fíggjar
kreppuni.
Flogførini
eru færri, ein tyrla er
seld, og starvsfólkatalið
er lækkað úr 205 í 2009
niður í 167 í 2010. Í 2008
var starvsfólkatalið 277.
- Vit eru fegin um, at
raksturin aftur er komin
á beint. Felagið hevur
seinastu tvey árini ar
beitt sera hart fyri at
røkka hesum úrslitinum,
og øll starvsfólkini frá
ovast til niðast eiga ær
una av, at vit hava vent
hallinum til eitt avlop,
sigur Magni Arge, stjóri
í Atlantic Airways.
Avbjóðingarnar
hjá
Atlantic Airways eru
kortini framvegis stórar,
vísir hann á.
-
Flogverksmiðjan
Airbus letur felagnum
nýggja Airbus 319 flog
farið í mars 2012, og
hetta
krevur
nógvar
fyrireikingar.
Longdi
flogvøllurin hevur eis
ini aðrar møguleikar
og avbjóðingar við sær,
og vit vilja fegin víðka
um útboðið av ferða
møguleikum loftvegis.
Vit kunnu sjálvi virka
fyri, at raksturin verður
effektiviseraður,
men
at minka um avgjøldini
á flúgving mugu mynd
ugleikarnir taka sær av,
sigur Magni Arge.
Á grundrakstrinum
øktist inntjeningin hjá
felagnum úr 43,6 milli
ónir krónur í 2009 upp í
69 milliónir krónur í 2010.
Økingin var 58 prosent.
Samlaða sølan í 2010 var
403 milliónir krónur, ið
er á sama støði sum árið
fyri. Raksturin gjørdist tí
munandi meira lønandi.
Eginpeningurin er 227
milliónir krónur og sol
vensurin
56
prosent.
Nevndin mælir til, at
partaeigararnir fáa 7,5
milliónir krónur í vinn
ingsbýti.
Atlantic Airways met
ir, at útlitini fyri rakst
urin í 2011 eru hampi
lig, men ein møgulig
framgongd
er
nógv
tengd at prísinum á
brennievni, sum í løtuni
er høgur og torførur at
spáa um.
Hægri ferð og
lægri prísir
Føroya Tele broytir nú prísbygnaðin á breiðbandinum grund
leggjandi. Tær høgu ferðirnar verða tvífaldaðar, og prísirnir
verða settir nógv niður, so at meira fæst fyri pengarnar
Atlantic Airways
12,3 milliónir
í avlopi í 2010
Úrslitið hjá Atlantic Airways í
2010 var munandi betri enn í
2009. Eftir skatt var avlopið
í fjør 12,3 milliónir krónur
samanborið við eitt hall á
6,6 milliónir krónur í 2009
Starvsfólk 2008: 277
Starvsfólk 2009: 205
Starvsfólk 2010: 167
Fakta
7,5
mió
í vinningsbýti
Haldini hava higartil sæð soleiðis út:
Verandi hald
2 Mbit
380 kr/mðn
4 Mbit
470 kr/mðn
6 Mbit
620 kr/mðn
10 Mbit
825 kr/mðn
Eftir broytingina fara haldini at síggja soleiðis út:
Nýggj hald
2 Mbit
380 kr/mðn
Upp til 8 Mbit
449 kr/mðn
Upp til 20 Mbit
499 kr/mðn
Fakta
20 mbit
499 kr.