Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 Sosialurin Starvsvenjing 9. og 10. flokkur í fram­halds­ deildini eru hvørt ár til starvs­venj­ing, har tey ynskja at vera í tvær vikur. Har fáa tey møguleikan at royna seg í størvum, tey ætla sær at starv­ast við, tá ið tey verða vaks­in. Tað er ein sera góður møgu­leiki fyri ungfólk, tí so fáa tey, ikki bara ein, men tveir, møguleikar at sígg­ja, hvussu tað í roynd og veru er at starvast í gerandis­ degnum. Hettar er sera læru­ ríkt og spennandi. Vit eru tveir starvs­ næm­ingar, ið hava ver­ið til starvsvenjing í miðla­húsi­ num seinastu tvær vikurnar. Vit hava skrivað tíðindi á portal­in, lagt ynskiløtuna til rættis, verið á bygd og fylgt við samrøðum til oyggja­ blað­ið, og nú gera vit eina grein um starvsvenjing. Vit hava ígjøgnum vikuna havt sam­røðu við tríggjar starvs­ næm­ingar, ið ganga í NámX. Tey vóru spurd um, hvat tey dámdu við sínum starvi, og hvat tey gjørdu. Guðrið Jákups­dóttir 16 ár Landssjúkrahúsið Vit hava tosað við Guðrið ígjøgnum telefon og verið á sjúkrahúsinum og lurta eft­ ir, hvat hon hevur havt at siga. Vit spurdu hana, um hví hon hevði valt at starvast á Landssjúkrahúsinum. Hon svaraði, at hon vil vera skurð­lækni, tá ið hon verður vaksin, og at tað er sera áhuga­vert. Hon skiftir deild annan hvønn dag, og tá ið vit tos­ aðu við hana, var hon á føði­deild­ini. Hon skal ígjøg­ num næstan allar deildirnar, men nakrar eru undantøk. Hon sleppur til dømis ikki á barna­deildina. Hon forkláraði okkum sera nógv um nógvar deild­ir og vísti okkum runt í rúm­ini. Hon kennur væl til Lands­ sjúkra­húsið, tí hon var til starvs­venjing sama stað, tá ið hon gekk í 9. flokki. Hiðaril hevur hon trillað seng­ur, verið í røntgeni, hjá portørinum, hugt eftir sjúkra­bilinum, og nú er hon so í føðideildini. Hon skal eisini á G8. Hon sleppur ikki at gera alt, men eisini hevði hon viljað sæð eina ordiliga skurð­við­gerð og út at koyra við sjúkrabilinum. Tó sleppur hon at síggja onkran lítlan skurð. Vit spurdu hana eisini, um tað var nógv at gera. Hon segði, at tað var ymiskt. Tá ið nógv fólk skuldu til MR- og CT-skannaran, skuldi hon trilla tey aftur og fram. Vit spurdu til endans, hvussu starvsfólkini høvdu tikið í móti henni, og hon svar­aði, at tey ikki høvdu kunn­að gjørt tað betur. Ragnhild Petursdóttir Østergård 16 ár Djóralæknatænastan Tá ið vit ringdu til Ragnhild, var hon júst komin heim. Vit spurdu hana, um hvussu tað gekk á hennara ar­beiðs­degi, og svarið var, sum vænt­ að, gott. Vit spurdu hana eisi­ni, um hvat hon gjør­di í starvsvenjingina hjá sær. Hon hyggur at, tá ið djóra­ læknin ger skurð­við­gerð­ir, og hon hevur lært at geva djórum sproytu. Síðan spur­ du vit, hvat var mest spenn­andi. Tá svaraði hon, at tað, ið var mest spennandi, var tá ið ein seyðarhundur skuldi hava keisaraskurð. Hon helt, at tað var mest spennandi, tí at hon hjálpti til við skurviðgerðini. Tó slepp­ur hon ikki at gera tær heilt stóru viðgerðirnar, tí at økið er sera eymt. Hóast alt hevur hon givið nøkrum hund­um og kettum sproytur og væntaði sjálv, at hon ikki fór at klára tað serliga væl. Men tað gekk væl hjá henni, sigur hon. Hon heldur, at Djóra­læknatænastan er eitt sera læruríkt starvspláss. Grundin til at hon valdi hett­ar starvsøkið er, at hon væl hevði kunnað hugsað sær at verið djóralækni, tá ið hon verður eldri, sum pápi henn­ara. Rut Brend 17 ár og Súsanna Lamhauge 16 ár Smyril Line Tað sleppa hægst fýra næm­ ing­ar við í Norrønu, og tað eru altíð sera nógv, ið velja tað. So tað verður lutakast um, hvør sleppur við, og tá skalt tú hava eydnuna við tær. Og tað høvdu Súsanna, Rut, Høgni og Hermann. Vit fin­gu eitt lítið tíðarskeið at ringja til næmingarnir um­borð á Nørronu. Hóast hetta bara vóru fittar fimm minutt­ir, fingu vit nógv at vita um teirra túr. Tá ið vit prát­aðu við tær, vóru tær júst komnar heim frá Íslandi og vóru áveg til Danmarkar. Vit spurdu tær, hvat tær høvdu gjørt. Tær høvdu ver­ið fleiri støð á skipinum, til dømis høvdu genturnar rudd­að í øllum bátinum, og sein­ni skuldu tær í køkin at dekka borð og at gera klárt til kokkin at gera mat. Vit spurdu, hvat tað var at gera klárt til kokkin. Tað var at skera grønmeti og gera reint. Dreing­ir­nir høvdu spulað dek­k­ið og seinni skuldu teir eisini í køkin. Vit spurdu eisini, hvussu nógv tær høvdu fingið burt­ ur­úr, og gent­ur­nar hildu, at higartil høvdu tær ikki lært nakað, tey ikki vistu um áðrenn. Tó hoyrdu vit dreing­irnir svara aftan fyri, at teir høvdu fingið nakað burt­ur­úr. So tað var ymiskt. Tær fortaldu okkum síð­ an, at starvsfólkið hevði tikið væl ímóti teimum og verið laga­lig, jalig og sera smílandi. Sjálvt um næmingarnir ein dag­in lógu inni í seingini við sjó­verki, skilti manningin tað væl, og lótu tey slappa av í ein dag. Seinast spurdu vit tær, hví tær høvdu valt at farið við Norrønu, og um tær kun­du hugsað sær at arbeitt har, tá ið tær vóru vaksnar. Tí vóru tær ikki heilt vísar í og for­tal­ du okkum, at tær hildu tað vera sera spennandi at velja Norrø­na sum starvsøki, tí tú slep­p­ur útum landoddarnar.