Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 28 Sosialurin Havi heft meg við, at bæði tá tit fyrstu ferð bjóðaðu tykkum fram at seta pening í Eik, og nú tit eru vorðin høvuðseigarar, hava legt dent á hetta: At tit vilja vera ein peningastovnur og eitt samtak, sum fyrs og fremst skal menna føroyska sam­ felagið, vinnulívið og førleik­ arnar í hesum landi. Áður enn tit tóku við, fluttu føroysku peninga­ stovn­arnir allar sínar elektronisku skipanir av landi­­num og harvið allar upp­ lýs­ingar og alt infrakervið fyri peningaviðurskiftini hjá øllum føroyskum borgarum. Fýra ferðir síðani 2003 hava vit í Tjóðveldi lagt lóg­­ar­ upp­skot fyri tingið, sum skal tryggja, at hetta grund­leggj­ andi infrakervið, upplýsingar­ nir og førleikarnir at menna skipanirnar, kunnu fram­ haldandi byggj­ast í Føroyum. Hvørja ferð er upp­skotið felt og peninga­stovn­arnir hava arbeitt hart ímóti tí. Nú vit aftur hava upp­ skot á tingi, sum á ein laga­ ligan hátt skjýtur upp, at pen­ingastovnarnir fáa 3-5 ár at byggja upp og menna skipanirnar aftur í Føroyum, kunnu vit sláa fast: • At sjálv flytingin hevur kost­að væl omanfyri 100 mió. kr. • Kostnaðurin hjá fyri­ tøkum og peninga­stovnunum sjálvum í eyka arbeiðstímum av umleggingini og tøkni­ ligum trupulleikum, er ikki upplýstur, men telur nógvar 10-tals milliónir. • Tað almenna skal brúka millum 25 og 50 mió. kr. at leggja sínar skipanir um til tess at skatta- og av­ gjaldsinnkrevjing skal rigga frameftir. • Og kostnaðurin, ið pen­ inga­stovnarnir skulu rinda fyri at vera partur av Skandi­ navisk Data Central (SDC), er um 50 mió. kr. um árið. Bara fyri hesar ovurstóru upphæddir, ið longu eru nýttar, kundu vit havt bygt upp og ment skipanir í Føroyum, ið høvdu kunnað verið kappingarførar og bjóðað tænastur fram bæði her og aðrastaðni. Og fyri 50 mió. um árið, ið vit nú sum bankakundar gjalda til at menna eina avoldaða skipan í Danmark, kundi ein føroysk KT-vinna ment týdningarmiklar førleikar. Higartil hava vit við flytingini bert fingið: • Eina munandi verri tænasta til borgarar og vinnulív, • stórar eykarokningar til brúkaran, vinnuna og tað almenna; • niðurlaging av einum virk­ andi infrakervi, har tað fram­ eftir verður munandi trupl­ari og dýrari at sameina almennar og privatar skipanir; • skerdar møguleikar hjá føroyska samfelagnum at standa seg í kappingini um at draga fólk til sín, heldur enn at enda sum útjaðarasamfelag. Spurningur min til TF- Holding og nýggju EIK- leiðsluna er tískil: Taka tit undir við, at vit næstu 3-5 árini fara at byggja skipanir upp aftur í Føroyum til elektroniska infrakervið hjá peningastovnunum, sum kann menna føroyskar førleikar og samfelagið alt? Almennur spurningur til TF-Holding og nýggju leiðsluna í EIK Høgni Hoydal Fyrst av øllum fari eg at ynskja tykkum í TF-Holding góða eydnu við nýggja leiklutinum sum høvuðseigari í EIK-banka Kjak Staðfest verður m.a tann veruleiki, at heimliga fiski­vinnan hevur havt vána­lig­an rakstur í fleiri ár. Fesk­ fiskaveiðan eftir botn­fiski hevur stórt sæð ikki givið avlop síðan 2002, og fiska­tilvirking hevur, sæð undir einum, ikki givið avlop síðan 2001.Veiðitrýstið undir Føroy­um seinastu 15 árini hevur verið alt ov høgt, og fiski­vinnan verður ikki stýrd burðardygt. Politiska skipanin má vakna Tað hevur í alt ov nógv ár verið ein trekleiki og eitt afturhaldni í politisku skipan­ini til at taka hond um hesar trupulleikar. Av­ leiðingin er tann, at vit als ikki fáa tann búskaparvøkstur, ið okkara tilfeingi eigur at geva okkum. Næsta avleiðingin er, at vit í veruleikanum mugu velja, um vit framhaldandi skulu skerja almennu væl­ferðartænasturnar, ella vit taka okkum saman og fremja neyðugu broyting­arnar, so okkara høvuðs­ vinna kemur at geva tað avkast og tann búskparavøkstur, ið hon kundi gjørt, um vit bera okkum rætt at. Óheftan stovn at regulera fiskiveiðina undir Føroyum er eitt av tilmælunum Javnaðarflokkurin hevur í fleiri ár mælt frá, at politiska skipanin rekur vinnu, tí hetta viðførir, at alt ov stórt trýst verður lagt á politisku skipanina, og møguleikin fyri at fiskidagar verða tillutaðir ymsu bólkunum útfrá øðrum atlitum, enn hvat tænir sam­felagnum og vinnuni best. Vit eru tískil púra samd við hesum tilmæli. Uppboð ella tilfeingisgjald Sambært galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap skal nýggj skipan setast í verk í 2018. Vinnan førir alsamt fram, at henni tørvar tryggar karmar fleiri ár fram í tíðina fyri at kunna virka optimalt. Tí er tað ein gyltur møguleiki, longu nú, at royna aðrar skipannir, so politiska skipanin hevur nakrar ítøkiligar royndir at laga nýggju skipanina eftir. Javnaðarflokkurin metir, at ein gyltur møgu­leiki er at royna eitt slag av til­feingisgjaldi við, í hvussu so er einum parti av makrel­kvotuni, ið nú ferð at verða útlutað. Tað kann ikki verða rætt, hvørki fyri vinnu ella samfelag, at ein politikari kann býta hesi rættindi út. Búskaparliga avbjóðingin Løgtingið hevur samtykt, at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í 2015. Dentur varð lagdur á, at hetta skuldi fremjast uttan at knúsa væl­­­ferðartænasturnar, tvørtur­­­í­ móti. Leiðin, ið tingið vísti á, var at gera nakað við bygnaðarliga hallið og at skapa fortreytir fyri búskaparvøkstri. Sam­­­bært fleiri og nú eisini Bú­skaparráðnum er for­treytin fyri búskpar­vøkstri, at til­lag­ingar verða gjørdar í okkara fiskivinnu. Valið er sostatt einfalt. Lata vit standa til í vinnuni mugu vit niðurbroyta væl­ferðar­tænasturnar, ella vit gera neyðugu tillagingarnar, so vit kunnu varðveita vælferðina. Javnaðarflokkurin vil varð­veita vælferðina, og tískil vil flokkurin verða við til, at fremja neyðugar tillagingar av okkara vinnu til frama fyri, bæði vinnuna sjálva og tað fólk, ið her býr. Búskaparráðið rópar varskó Eyðgunn Samuelsen forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksins Nýggjasta frágreiðingin viðger nøkur sera viðkomandi samfelags viðurskifti , nevniliga skeivu gongdina í okkara høvuðsvinnu, bæði á sjógvi og landi