fríggjadagur 4. mars 2011síða 61
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
21
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Annika Smith hevur arbeitt handan
politisku leiktjøldini síðani 2005. Nú
ætlar hon sær upp á pallin at átaka
sær leiklutin sum ein av teimum, ið
skal stjórna Danmark næstu fýra árini.
Gongst sum ætlað, kann hon seta seg
niður í ein av teimum 179 sessunum
í fólkatingssalinum á Christiansborg,
eftir sjálvt valið.
Fyri seks árum síðani byrjaði
Annika sína dagligu gongd á ein
um av mongu skrivstovunum á
Christiansborg. Sum politiskur ráð
gevi hjá Norðuratlantsbólkinum hevur
hon syrgt fyri, at limirnir eru kunnað
ir og fyrireikaðir um dagsins politisku
avbjóðingar. Nú hevur Annika tó eitt
ynski um at vera tann, sum leiðir landi
num og tekur politisku avgerðirnar.
- Tann dagin valið verður útskrivað,
taki eg frí í tríggjar vikur. So satsi eg
alt eg havi av tíð, orku og pengum fyri
at fáa ein fólkatingssess, sigur Annika
avgjørd. Hon vil ikki lata nakran iva
vera um, at hon meinar tað, sum
hon sigur. Ja, í roynd og veru meinar
Annika Smith rættiliga nógv. Ikki minst
politiskt.
Stutt leið til toppin
Tað eru kortini ikki nógv ár síðani,
at Annika Smith limaði seg inn í
SF. Árið var 2007 og Annika Smith
var stødd í USA. Sum heilt ung var
hon limur í ungmannafelagnum
hjá Socialdemokratunum. Sum 30
ára gomul gekk tað upp fyri føroys
ka fólkatingsvalevninum, at Social
demokratarnir ikki var rætti flokkur
hennara. Tískil vendi Annika teimum,
sum nærkaðust politisku miðjuni meira
enn hon brýggjaði sær um, bakið og
meldaði seg inn í SF.
Tilvildin ráddi fyri, at Annika
gjørdist limur nummar 10.000, sum
SF fekk. Hetta tryggjaði henni eina
innbjóðing til næsta landsfundin hjá
flokkinum, har Annika fekk høvi at
røða og soleiðis geva sína politisku
hugsjónir til kennar. Eftir hetta gekk
tað skjótt.
Annika Smith varð vald forkvinna
hjá SF á Vesterbro í 2008, sama ár, sum
hon flutti til Danmarkar aftur. Tvey ár
seinni, í fjør, gjørdist Annika Smith
limur í landsnevnd floksins, har hon
saman við formanninum Villy Søvndal,
Ole Sohn og øðrum royndum kreftum,
hevur verið við til eitt nú at menna
samstarvið við Socialdemokratarnar.
Í dag, fýra ár eftir limaskapin í SF,
er Annika í gongd við at leggja síðstu
hond á faldarar, plakatir og annað, sum
hon skal brúka, tá valstríðið verður
skotið í gongd.
- Hetta vísir bara, at tað ikki er langt
frá niðastu til ovastu rók í SF. Hjá mær
hevur tað gingið ógvuliga skjótt og
eg meti eisini, at eg havi havt nógva
ávirkan á tann politikkin, sum flokk
urin førir í dag, sigur Annika Smith.
Føroyar sum hjartamál
Sjálv hevur Annika eisini nøkur heilt
ítøkilig mál, hon ynskir at arbeiða fyri,
sum ikki eru felagsmál hjá øllum flokk
inum. Eitt nú ynskir hon at virka fyri
størri føroyskum sjálvræði, eini betri
búskaparligari skipan fyri Føroya og
fyri bøttum rættindum hjá føroyskum
samkyndum.
Samstundis hevur Annika eisini
nøkur politisk hjartamál, sum eru knýtt
at Danmark og donskum viðurskiftum
burturav. Føroyska fólkatingsvalevni
stúrir tó ikki fyri, at tað kann koma
henni aftur um brekku, at hon í roynd
og veru hevur tveir politiskar profilar.
- Eg havi hugsað sera nógv um
tað. Mín niðurstøða er, at Føroyar
og føroysk viðurskifti ikki fylla nógv
í Danmark. Men tað hevur stóran
týdning fyri meg, og kemur tí eisini
at merkja mín politikk. Eg havi allan
mín persón við inn í politikk. Tí kann eg
ikki velja eina síðu fram um eina aðra,
greiðir Annika frá. Av júst somu orsøk
hevur hon eisini gjørt ein danskan fald
ara, har hon varpar ljós á nøkur onnur
evni enn tey, ið koma til sjóndar í før
oyska faldaranum.
- Tað liggja fleiri møguleikar í hesum,
enn um eg bara hevði ein danskan ella
ein føroyskan profil til valið. Margfeld
ni gevur mær og flokkinum nøkur heilt
onnur ting at arbeiða við. Vit kunnu
eisini røkka eitt vet longri út og nærri
veljarunum, fortelur Annika og nevnir
eitt nú Villy Søvndal, sum herfyri var
í Føroyahúsinum og kjakaðist við før
oyskar ungdómar. Tað er neyvan sætt
áður og uttan at Annika á nakran hátt
átekur sær heiðurin av hesum, eigur
hon helst sín stóra lut í, at formaðurin
í SF vitjaði til pallborðskjak á Vester
brogade 17.
Øgiligur spenningur
Um ymsu bakgrundirnar fara at røkka
so langt sum til ein fólkatingssess,
fer tíðin at vísa. Greitt er tó, at valið
nærkast hvønn dag, sum gongur. Men
onkursvegna tykist valfepurin at hava
lagt seg eitt sindur, eftir at alt var uppi
at kóka stutt eftir árskifti og eygleiðarar
spáddu, at Lars Løkke Rasmussen fór at
útskriva val longu í apríl. Persónliga er
støðan hjá Anniku Smith heilt øðrvísi,
hóast fjølmiðlarnir ikki blása eina val
søgu søgu upp og aðra eftir í løtuni.
- Hjá mær økist spenningurin hvønn
dag. Við mínum starvi á Christiansborg
eri eg tættast upp á allar søgurnar, sum
ganga, so tað er næstan ov spennandi,
greiðir Annika frá og nevnir eitt dømi.
- Eg havi millum annað hoyrt, at
Venstre hevur leigað DGI-byen í apríl.
Spurningurin er so, hví tey gera tað júst
tá, spyr Annika Smith flennandi. Sjálv
loyvir hon sær tó at ivast í, at tað skal
brúkast til veitsluna eftir fólkatings
valið.
- Hevði eg verið Lars Løkke, hevði eg
ikki útskrivað val beint nú. Samgongan
hevur ov mikið at tyngjandi málum at
dragast við, og tað seinasta í røðini er
Hornbech. Hinvegin má tað metast at
vera søguligt, at andstøðan stendur so
sterk og so savnað sum nú, sigur Anni
ka Smith, sum tískil einki hevði havt í
móti, um val varð skjótt.
Annika Smith er eitt av 16 valevn
um, sum eru uppstillað fyri SF í Keyp
mannahavn, har gitt verður, at trið
ingur av hesum sleppur á Fólkating.
Sjálvt valið verður í seinasta lagið 13.
november í ár.
Politikkur
alt døgnið
Gerandisdagar er hon politiskur ráðgevi í Norðuratlantsbólkinum
á Christiansborg. Kvøldini og vikuskiftini fara við fyrireikingum til
fólkatingsvalið, har hon er uppstillað fyri SF. - Mítt starv merkir, at eg
arbeiði mitt í øllum politisku leysasøgunum. Tað er næstan ov spennandi nú,
sigur Annika Smith av Tvøroyri, sum satsar alt upp á at fáa ein fólkatingssess