Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í dag var sannur grýlurómur á Argjum, nú tey fyri seinastu ferð hava hildið føstulávint á Argja Skúla, sum letur aftur í summar. Eftir summarfrítíðina verður flutt í nýggjan, stásiligan skúla á Argjahamri. Sum siður er gingu allar grýlurnar ein túr á Argjum, áðrenn farið varð upp á gólv at kvøða Stolt Signhild. Næmingar í níggjunda flokki kjósa bestu grýlurnar, og so verður tunna sligin. Fimtan dagar eftir exittið hjá Jó­ ann­es Eidesgaard, hava javn­að­ar­fel­ øg­ini kosið Aksel V. Jo­hann­e­sen til nýggj­an for­mann. Sum Aks­el V. Jo­ hanne­sen fleiri ferð­ir hev­ur sagt, so er hann ikki roynd­ur í leik­um, hann er ung­ur fam­ilj­u­mað­ur, og hann hev­ur sum fíggj­ar­mál­a­ráð­harri eis­ini nógv onnur jørn í eldinum. Men arv­ur­in eft­ir Jó­ann­es Eid­ es­gaard er tung­ur at lyfta. Hó­ast stóri mað­ur­in av Tvør­oyri valla tykt­ist knógva byrð­una, so kann ein nýggj­ur maður gera tað – um hann saðl­ar um í flokk­i­num­. Og tað hava vit sæð fyrr. Tjóð­veld­is­flokk­urin gjørdi tað í 1998. Tá Tjóð­veld­is­flokk­urin um­síð­ ir varð tikin í álv­ara sum kon­struk­ tiv­ur sam­starvs­flokk­ur og kom í sam­gongu við Javn­að­ar­flokk­in og Fólk­a­flokk­in í 1975, fán­aði loys­in­g­ ar­brodd­ur­in hjá flokk­i­num burt­ur. Eft­ir at flokk­ur­in fór at ar­beiða sum einhvør annar sos­i­al­dem­o­kr­at­isk­ ur flokk­ur, so køvdist tjóð­skap­ar­ neistin nakað, og í áttati- og ní­ti­ár­ u­num var tað eingin, sum trúði upp á einar sjálvstøðuguar Før­oy­ar. Ikki ein gong fremstu tjóð­veld­is­fólk. Tað var bara nakað tey hildu røð­ur um og sungu um. Ikki fyrr enn Høgni Hoydal – eft­ ir at hava gjørt eina spennandi sjón­ varps­røð um, hvussu ó­rein­ir dan­ir vóru móti før­oy­ing­u­num í bank­a­ mál­i­num – upp­fann orð­ið »skip­að loys­ing«. Eft­ir stór­sig­ur­in hjá Tjóð­ veld­is­flokk­i­num á vali­num í 1998, tá flokkurin vaks úr fýra upp í átta ting­fólk, varð orð­ið »loys­ing« skúgv­ að heilt burt­ur, og orð­ið »full­veldi« kom í stað­in. Hetta fyr­i­brigd­ið fekk fast­a­tøk­ur bæði í Fólk­a­flokk­i­num og í Gamla Sjálv­stýr­i­num, so nú var lag­að manni. Og at tað var real­pol­ i­tikk­ur, og nak­a­ð, sum fólk í ­J­avn­ að­ar­flokkinum og Sam­bands­flokk­ i­num eisini máttu fyri­halda seg til, varð greitt, tá fólka­at­kvøð­an varð útskrivað. Tey hildu ond­ini – líka til An­finn Kalls­berg, Fólka­flokki­ num líkt, punk­ter­aði møg­u­leik­an fyri ein­um sjálv­støð­ug­um Før­oy­ um og av­blásti fólka­at­kvøð­una, sum skuldi verða 26. mai í 2000. Aks­el V. Jo­hann­esen hev­ur pro­kla­ mer­að, at Javn­að­ar­flokk­ur­in er ein »sam­ríkja­flokk­ur«. Bara vend­ing­in »sam­ríkja­flokk­ur« vís­ir, at hann ikki mein­ar tað akk­u­rát so­leið­is, og at flokk­i­num tørv­ar eitt nýtt hug­ tak, eins og Tjóð­veld­is­flokk­ur­in í 1998. Tað nyttar einki hjá Aks­eli at kop­i­era Sam­bands­flokk­in. Hann má finna upp á okkurt nýtt. Okk­ urt, sum fær fólk at fylkjast um »sam­ríkja­hug­sjón­ina« upp á ein fiks­ari máta, so kann hann vinna sigrar. Tað nyttar einki hjá Akseli at kopiera Sambandsflokkin Norðoya Tjóðveldisfelag hev­ur ikki rúm fyri ting­ mann­i­num Heina O. Heine­ sen Tveir uppstillingarfundir hava verið í Norðoya Tjóð­ veld­is­fel­ag, men eingin Heini O. Heinesen er á list­ a­num. Hann boðaði annars her­ fyri frá, at hann var til reið­ ar at stilla uppaftur. Heini O. Heinesen hev­ ur í dag ikki stór­vegis við­ merk­ing­ar til, at hann ikki er kom­in á listan. Eftir hansara fat­an var tað avgjørt framm­an­und­ an, hvørji fólk skuldu á list­an. Hann heldur tað ann­ars vera løgið, um pen­ sjon­ist­ar eru óynskir, tá ið pensionistarnir telja fjórð­ ing­in av fólkinum. Heini O. Heinesen varð fyrstu ferð valdur í løg­ting­ ið í 1984 og sat til 2004. Tá fall hann fyri Karsteni Han­ sen. Men hann varð vald­ ur inn aftur í 2008 við 415 atkvøðum og sum numm­ar seks av átta tjóð­veld­is­fólk­ um. Heini slapp ikki á listan skal vinna upp á samband Grýlurómur á Argjum Edmund heilsar Akseli Edmund Joensen kjak á síðu 14 Plan­bú­ skap­ur ella skip­að­ur markn­að­ur Høgni Hoydal kjak á síðu 10