mánadagur 7. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Á
privata
ADHD-stovuni
Hejmdal, sum liggur á Frede
riksberg í Keypmannahavn
hava tey javnan havt vitjan
av
føroyskum
familjum.
Familjurnar eru komnar har
fyri at fáa børn kannað fyri
ADHD ella líknandi brek.
Familjurnar eru farnar
sjálvar á privata sjúkrahúsið,
tí almenna skipanin er so
tung, og hjálpin at fáa í Før
oyum er avmarkað.
Hejmdal er góðkent av
donsku
myndugleikunum,
og danskar familjur fáa tí út
reiðslurnar av at fara hagar
goldnar.
Men føroysku familjurnar
hava goldið sjálvar.
– Hetta halda vit vera
órímiligt, siga Torsten Warrer,
yvirlækni og Jan Samuelsen,
stjóri á Hejmdal. Teir vóru í
Føroyum í tveir dagar í sein
astu viku.
Teir funnu tí uppá at fara
til Føroya at lodda dýpið, um
til ber at gera eina avtalu
um, at starvsfólk av Hejmdal
koma til Føroya at kanna
børn. Hetta ber til, um fleiri
børn verða kannað í senn, og
so koma nøkur starvsfólk av
Hejmdal til Føroya at gera
kanningarnar.
Nógvir føroyingar
Teir hava varhugan av, at
heilt nógv f’øroysk børn fara
til kanningar í Danmark.
Hugskotið um at fara til
Føroya kom eisini av, at før
oyingar starvast á Hejmdal.
Haraftrat var Torsten Warr
er fyri 20 árum síðan og ar
beiddi sum lækni á Lands
sjúkrahúsinum.
Á vitjanini í Føroyum
høvdu teir óformligar fundir
við myndugleikar og fólk
annars, og leygardagin høvdu
teir fund við ADHD-felagið.
Teir tosaðu millum annað
við
Barnaverndarstovuna
og við Kommunusamskipan
Føroya.
Teir hugsa sær til, sum
nevnt, at Hejmdal sendir
starvsfólk til Føroya at kanna
børn, seta viðgerðina í gongd
og umvegis skype, teldubrøv
og onnur tól ber til t.d. at
halda fram við viðgerðini og
at ráðgeva børnunum í Før
oyum úr Danmark.
Royndur arbeiðsmáti
– Hetta er eisini ein spennandi
arbeiðsmáti, sigur teir.
Arbeiðsmátin
er
ikki
nýggjur, tí á sama hátt viðger
og ráðgevur Hejmdal børn
um, sum búgva í Jyllandi.
Hejmdal skal sjálvandi
hava
samsýning
fyri
at
viðgera børn í Føroyum, men
hesin mátin er væl bíligari
fyri familjurnar, sum sleppa
frá at fara av landinum.
Í Danmark er tann skipan
galdandi, at um tað almenna
ikki megnar at veita hjálp
innan tveir mánaðir, hava
fólk rætt til at fara á privat
sjúkrahús við børnunum.
Tí eru heilt nógv børn á pri
vatum sjúkrahúsum sum
Hejmdal.
Torsten Warrer og Jan
Samuelsen
halda
eisini,
at tørvur má vera fyri at
stovna stuðulsbólkar mill
um foreldur at børnum, sum
hava ADHD. Teimum kundu
tey á Hejmdal eisini undir
víst.
Serfrøði
Teir siga, at Hejmdal hevur
fleiri serfrøðingar í barna-
og ungdomssykiatri, og hesir
serfrøðingar kunnu skjótt
siga, um nakað bagir og
beinanvegin seta viðgerðina
åi gongd.
Bíðilistin hjá tí almenna
veksur støðugt, nú meira
vitan er um ADHD og líkn
andi, og eisini tí fleiri nú vita,
at tað ber til at fáa hjálp.
–
Jú
fleiri
børn
við
ADHD fáa hjálp, bíligari
verður tað fyri samfelagið,
tí børnini sleppa av við sín
um
atferðartrupulleikar,
skúlaflokkur teirra fer at
virka betur, vandin fyri
kriminaliteti minkar o.s.v.
Viðgerðin er tí ein samfelags
íløga, sigur Torsten Warrer.
Av tí at tað hevur víst
seg, at fleiri óviðgjørd børn
seinni eru vorðin kriminel,
átekur Hejmdal sær eisini
at undirvísa starvsfólkum í
Kriminalforsorgini í at um
gangast fólk við ADHD.
Skjót hjálp
– Tað ræður um at veita
børnunum hjálp, áðrenn tey
eru meira enn sjey átta ára
gomul, tí annars læra tey ikki
tað sosiala við at vera saman
við øðrum børnum.
Torsten
Warrer
sigur,
at børnini veråða yngri og
yngri, sum fáa heilivág, men
heilivágur er ikki nóg mikið.
– Vit hugsa okkum til, at
eini 20-30 børn her verða
savnað í senn, og vit koma.
Tað skal bara samskipast av
onkrum. Um alt gongur væl,
kundu vit byrjað í Føroyum
aftan
á
summarferiuna.
Sigur Torsten Warrer og Jan
Samuelsen.
Kunnu kanna
børnini í Føroyum
Í staðin fyri at føroyskar familjur fara til Danmarkar at fáa børn kannað fyri ADHD ella aðrar barna-
og undómssykiatriskar trupulleikar, eru tey á privata sjúkrahúsinum Hejmdal í Keypmannahavn
farin at kanna, um áhugi er fyri tilboði teirra at koma til Føroya at kanna børn
Torsten Warrer og Jan Samuelsen
hava verið í Føroyum og loddað
dýpi, um áhugi er fyri at fáa børn
við ADHD kannað í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Wang