Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 6 Sosialurin Áki Bertholdsen - Nú havi eg bjóðað meg fram og tað merkir, at eg eri til reið­ar at fara allan vegin. Tað staðfestir nývaldi for­mað­ur Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen. Á eykaandsfundi í Javn­ að­ar­flokkinum leygar­dag­in varð hann valdur til nýggj­an for­mann við stórum meiri­ luta, eftir at Jóannes Eides­ gaard hevur gjørt av at takka fyri seg. Men nú er Aksel V. Johan­ nesen ikki bara for­mað­ur í Javn­að­ar­flokkinum. Hann er eisini valevni floksins til ein nýggjan løgmann, skuldi flokkurin komið í eina sam­ gongu. Og mong hava reist spurn­ ingin um hann er búgvin til ta uppgávuna, tí royndirnar í politikki eru avmarkaðar við tað, at hann hevur bara hálvt­annað ár sum virkin politikk­ari undir beltinum. Hann kom nevniliga ikki av álvara upp í poli­tikk, fyrr­ enn hann bleiv lands­stýri­s­ maður í Heilsumálum tá ið Hans Pauli Strøm legði frá sær fyri góðum hálvum øðr­ um ári síðani. Men sjálvur skúgvar hann allan iva til viks. - Sjálvandi eri eg til reið­ ar at verða løgmaður. Eg havi bjóðað meg fram at verða formaður floksins og í tí liggur, at eg eisini eri løg­mans­evni floksins og tað eri eg fullgreiður yvir, sigur hann. Hann leggur eisini dent á, at eftir næsta løgtingsval, fer Javn­að­arflokkurin sjálvandi at royna at koma í eina samgongu. - Endamálið við politikki er altíð at fáa ávirkan, so vit fara sjálvandi at royna at koma í samgongu. - Vit vita, at enda vit í sam­ gongu, verða vit noydd at gera neyðsemjur og ber tað til at finna eina semju, uttan at ganga okkara kjarnu­virð­ um ov nær, eru vit til reiðar, sigur hann í morg­un, sum er hansara fyrsti veru­ligi arbeiðsdagur, sum floks­ formaður. Ikki treytaleyst Hann leggur afturat, at ein av nógvum stórum upp­ gávum, ið liggja fyri framm- an, verður at vinna næsta løg­tings­val. - Men tað skal ikki verða treyta­leyst, tí vit mugu ikki missa okkara kjarnuvirði burt­ur og vit skulu eisini tola sjón­ina av okkum og tora at hygg­ja veljaran í eyguni eftir vali. Í hesum sambandi hugsar hann mest um, at flokkurin skal vera trygdin fyri, at væl­ferðar­tænasturnar í sam­ felag­num ikki detta sundur. - Okkara mál skal fram­ vegis verða at teljast ímillum teir fýra stóru flokkarnar, men prísurin skal ikki verða, at tað samhaldsfasta sam­ felag­ið dettur sundur og vit skulu eisini hugsa long­ur fram enn til næsta løg­tings­ val. Samríkjaflokkur Og so staðfesti nýggi for­ mað­urin eisini, at Jav­n­ að­ar­flokkurin er ein sam­ ríkja­flokkur, sum ikki setir vælferðina í vanda í strembanini eftir sjálv­bjarg­ ni. Men hví er tað yvirhøvur neyðugt at minna fólk á, at Javn­að­arflokkurin er ein sam­ríkja­flokkur? Hevur tað nakran­tíð verið eitt ivamál? - Í mínari verð hevur tað ongan­tíð verið eitt ivamál, men summi hava gjørt tað til eitt ivamál, so hetta er bara ein staðfesting av støðuni. Er hetta fyri at trygg­ja tykk­um, at tey sam­bands­ sinn­aðu javn­að­ar­fólkini verða verandi í flokkinum og ikki stinga av yvir í Sam­ bands­flokk­in - Nei, hetta er fyri at stað­ festa, at soleiðis hevur tað alt­íð verið og soleiðis fer tað at verða verandi, sigur Aksel V. Johannesen. Áki Bertholdsen Hvussu nógv skulu tey við góðari løn, rinda til okkara felags samfelagsliga húsar­ hald og, hvussu nógvar byrð­ ar skulu leggjast á tey við lágari løn? Hetta er ein spurningur, sum Aksel V. Johannesen, ný­vald­ur formaður í Javn­að­ ar­flokkinum ætlar at seta á dags­skrá. Hann leggur stóran dent á at geva hugtakinum um tað sam­halds­fasta samfelagið eitt veruligt innihald. Í hesum sambandi ætlar hann at seta fleiri mál á dags­ skrá, sum flyta nógv gjøld frá teim­um lægri løntu yvir á teir breiðaru herðarnar, sum orka betri at bera. Tað staðfestir hann, nú vit fingu orðið á hann í morgun, beint áðrenn hann fór und­ ir sín fyrsta arbeiðsdag sum nýggj­ur formaður í Javn­að­ arflokkinum­. Rentustuðulin skerjastt Í hesum sambandi hugsar hann um rentustuðulin til sethúsaeigarar. Men hann hugs­ar samstundis um skatta­frádráttin til fiski­ menn, um skatta­viður­skiftini hjá teimum, sum arbeiða und­ir nettoskattaavtalum og hann hugsar tilfeingisgjald. - Í løtuni ber til at fáa stuðul av rentum upp til 150.000 krónur og tað svarar til eitt húsalán upp á yvir tríggj­ar milliónir. - Men tað er ikki rímiligt, at fólk, sum byggja so stór og dýr hús, framvegis skulu fáa full­an rentustuðul. Hann sigur, at tað er ikki rími­ligt, at tey, sum byggja eini hús, sum eru yvir miðal, fáa fullan rentustuðul til tað, tí vit eru øll felags um at rinda hendan rentustuðulin, eisini vanligir løntakarar og stak­ir uppihaldarar. Dagstuðul til fiskimenn Aksel V. Johannesen heldur eisini, at skattafrádrátturin til fiskimenn er órættvísur. - Er tað rímiligt, at ein fiski­maður, sum er við ein­ um góðum báti og for­vinn­ ur 500.000 krónur um árið, skal hava størri skatta­ frádrátt enn ein, sum for­ vinn­ur 300.000 krónur, hó­ast báðir eru líka nóvar dag­ar í sjónum, spyr nýggi Javn­að­ ar­for­maðurin. Hann vísir á, at ein grund­ geving fyri frá­drátti­num er, at fiskimenn er burtur heimanífrá og ikki fáa tikið lut í samfelagsins tilboðum á jøvnum føti við heimafólk. Tí heldur hann, at ein rættvísari skipan hevði ver­ ið at latið ein ávísan frá­drátt fyri hvønn dagin, ein fiski­ mað­ur varð burtur, heldur enn at frádrátturin er 15% av hýru­ni, sum hann er í dag. Hann sigur, at hann er farin at kanna um hetta er ein skipan, sum tað ber til at seta í verk, tí hann heldur, at frádrátturin skal ikki vera treyt­að­ur av hýruni men held­ur av, hvussu nógvar dag­ar, ein er til skips. Nýggi formaðurin spyr eisini um tað er órímiligt, at krevja eitt skynsamt tilfeingisgjald frá teimum, Aksel er til reiðar at ve AKSEL TIL VERKA Vit skulu avgjørt ikki vinna næsta løgtingsval fyri einhvønn prís, tí vit skulu eisini tora at hyggja veljaran í eyguni dagin eftir valið, sigur nýggi formaðurin í Javnaðarflokkinum LØGMAÐUR Eg havi bjóðað meg fram at verða formaður Javnaðarfloksins og tað ber eisini í sær, at eg eri løgmansvalevni floksins. Men tað eri eg greiður yvir og til reiðar at vátaka mær, sigur Aksel V. Johannesen Aksel vil hava tey ríku at SAMHALDSFESTI Sleppa tey ríku ov lætt, noyðast hini bara at rinda meir og tað eru politiskir spurningar, sum nýggi formaðurin í Javnaðarflokkinum ætlar at seta á dagsskrá