mánadagur 7. mars 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað var síðsta útkall hjá Neistanum.
Taptu neistakvinnurnar hevði verið
lítið sannlíkt, at tær høvdu havt
virknan leiklut í finalustríðnum.
Tað, sum var síðsta útkall, er nú ein
stórur fyrimunur. Neistin er tvey
stig aftan fyri ovastu liðini, men
bæði Tjaldur og Stjørnan skulu á
vitjan í høllini á Hálsi næsta mán
aðin. Neistin hevur bara ein úti
dyst eftir á skránni. Tað er móti
botnproppinum StÍF – og granna
uppgerðin móti Kyndil, har Neistin
skal spæla sum útilið.
Sjey mál skilti liðini, tá Neistin
vann á VB, sum undan dystinum
ikki hevði tapt í síðstu fimm lands
kappingardystunum.
Tætt í oddinum
Neistin er tvey stig aftan fyri
Stjørnuna, og tvey stig aftan fyri
Tjaldur. Neistin er undir trýsti, tí
liðið hevur tapt tvær ferðir fyri
bæði Stjørnuni og Tjaldri, men bara
vunnið eina ferð á hvørjum teirra.
Hóast Neistin skal spæla móti
oddaliðunum eina ferð aftrat,
styrkir tað ikki um støðuna, kann
tað serliga fáa stóran týdning, at
dystirnir eru á heimavølli.
Torførur dystur
VB er komið upp í ferð, og vágs
kvinnur hava skavað eina rúgvu av
stigum saman seinastu vikurnar. 9
stig av 10 møguligum vóru ræðandi
hagtøl, áðrenn Neistin fór til Vágs.
Tað løgdu neistakvinnur lítið í.
Høvuðsstaðarfelagið vann 33-26.
Tað verða dystirnir móti Tjaldri
og Stjørnuni, sum vera avgerandi
fyri, hvørji lið skulu spæla finalurnar
um føroyameistaraheitið. VB og
Kyndil hava prógvað, at tey kunnu
arga ovastu liðini. Neistin stóð
royndina móti vágskvinnum hesa
ferð. Kyndil fer helst at gera alt fyri,
at grannarnir ikki sleppa í final
urnar.
Tað hjálpir lítið at hugsa, hvat
kann fara at henda. Um eina viku
hava vit kanska øðrvísi støðu. Tá
vitjar VB hjá Stjørnuni í Klaksvík,
Neistin fær vitjan av VÍF, og Tjaldur
spælir á heimavølli móti StÍF.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Nú skal røkka ella støkka. Tað
eru fimm dystir eftir at spæla
í
hondbóltskappingini
hjá
kvinnum. Tá verður endaliga
staðfest, hvøji lið skulu spæla
finalurnar
um
FM-heitið.
Hóast stigini eru eins nógv
verd sum altíð, gerast dystirnir
nú av álvara alsamt meira
spennandi.
Tjaldur tók eitt fet nærri
finaluplássi í gjár. Kvinnurnar
úr Runavík vunnu sannførandi
í høllini á Hálsi, har ungu
kyndlakvinnurnar royndu at
togast við steypavinnararnar.
Kyndil hevur prógvað í hesum
kappingarárinum, at liðið kann
arga betru liðini viðhvørt. Eftir
steðgin var ruddiliga staðfest,
at Kyndil fór ikki í tann leik
lutin hesaferð.
Byrjaðu illa
Støðan hjá Tjaldri er greið. Tað
ræður um at vinna dystirnar
móti niðaru liðunum, og í øllum
førum fáa eitt stig í dystunum
móti Neistanum og Stjørn
uni. Steypavinnararnir loystu
fyrsta knútin í gjár.
Tað var annars lítið sann
førandi fyri hvíldina. Kyndil,
sum bara hevur æruna eftir at
spæla fyri í hesum kappingar
árinum, stóð einki aftan fyri
Tjaldur. Eitt mál skilti liðini
í hálvleikinum. Tá sá eisini
gott út hjá Kyndil, sum fekk
fyrsta mál eftir steðgin. Men
so rapaði alt. Tjaldur fór upp
í ferð, heimaliðið hugdi mest
sum bara at, og gestirnir fingu
sjey mál upp í slag, uttan at
Kyndil svaraði aftur. Tá var
støðan 19-12, og spurningin var
bara, hvussu stórur sigurin
skuldi verða.
Tjaldur vann við níggju
málum, 30-21.
Adina Petra og Simona
Petersen vóru aftur herovastar
hesaferð. Tær stóðu fyri meira
enn helminginum av málunum
hjá gestunum.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Tað skal ikki koma fyri, at tað eru
samfullir 28 dagar, ella fýra vikur,
millum tveir landskappingardystir
í bestu hondbóltskappingini. Tað
er lítið stimbrandi at venja, uttan
at spæla dystir, men seinastu fýra
vikurnar hevur besta kvinnuliðið
hjá Kyndli bara vant, hóast tað
nærkast endanum av kappingar
árinum, Kyndil hevði vitjan av VÍF
tann 5. februar í ár. Liðið slapp aftur
at spæla dyst í gjár, tann 6. mars.
Vikuna eftir, at Kyndil og VÍF
spældu í høllini á Hálsi, vóru
steypafinalurnar á skránni. Vikuna
eftir hevði Kyndil frívikuskifti, og
síðsta vikuskiftið vóru eingir dystir
á skránni.
Slíkt má ikki koma fyri. Tað er
óseriøst.
uni@sosialurin.fo
Neistin skal spæla fýra av seinastu fimm dystunum á heimavølli
Mynd: Álvur Haraldsen
Hondbóltur Neistin loysti torføru uppgávuna til fulnar
og fekk bæði stigini við sær til hús úr Vági. Neistin skal
spæla fýra av seinastu fimm landskappingardystunum
í høllini á Hálsi, og tað kann vera ein fyrimunur, nú
seinasta royndin skal gerast at røkka finaluplássi
Heimavøllurin
verður avgerandi
28 dagar
síðan seinast
Hondbóltur Kappingarskipanin hjá Hondbóltssamband
inum hevur ikki staðið royndina. Kyndil hevði vitjan
av Tjaldri í gjár. Tað var fyrsti landskappingardysturin
hjá besta kvinnuliðnum hjá felagnum í 28 dagar
Eitt fet nærri
finaluplássi
Hondbóltur Tað var í seinna
hálvleiki, at Tjaldur setti ferðina
upp. Fyrstu løtuna eftir steðgin
buldraðu gestirnir avstað, og síðan
var spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin skuldi verða
Nú styttist til tað verður
staðfest, hvørji lið skulu
spæla finalurnar um FM-
heitið. Tjaldur er væl fyri
eftir sigurin í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Sunset Deildin Kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Tjaldur
19
543
447
96
30
2 Stjørnan
18
514
421
93
30
3 Neistin
19
525
442
83
28
4 VB
19
481
474
7
20
5 Kyndil
19
438
464
-26
14
6 VÍF
18
406
497
-91
7
7 StÍF
18
351
513
-162
1
Kyndil – Tjaldur
21-30 (11-12)
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
10 min.: 5-4
20 min.: 10-8
40 min.: 12-19
50 min.: 17-26
Kyndil: Heidi Maria Akselsen 7, Anja Heinadóttir 4,
Rannvá Carlsen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Turið Arge, Guðrið
Eystberg 1, Súsanna Peteren 1.
Tjaldur: Adina Petrea 11, Simona Petersen 8, Benadikta
Johannesen 3, Annika Thomsen 2, Jóhanna í Króki 2,
Kirstin Gaardbo 1, Barbara Nygaard 1, Jakoba Sevdal 1,
Beinta Joensen.
Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 3.
VB – Neistin
26-33 (12-16)
Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
10 min.: 3-6
20 min.: 6-12
40 min.: 14-22
50 min.: 19-29
VB: Gurið Mortensen 5, Rannvá Johannessen 5, Justina
Balzarviciute 4, Bára K. Mortensen 4, Gintare Lydekaite 4,
Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 1, Andrea Nielsen 1.
Neistin: Barbara Brauer 9, Nicoletta R. Hansen 8, Unnur
Danielsen 4, Rakul Magnussen 3, Lovisa Andreasen 3,
Bára Hansen 2, Jacklin Durhuus 2, Jenny Kragesteen 1,
Birita Wardum 1.