Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Í kvinnuflogbólti hevði Fleyr sína stórheitstíð frá 1989 til 1997, tá felagið vann seks av níggju møgu­ ligum meistaraheitum, men síðani er einki steyp endað í høvuðs­ stað­num. Heldur ikki hevur Fleyr vunnið nakra steypafinalu, síðani far­ið var undir at spæla tær í 2000. Men nú er møguleikin at berja seg innaftur í toppin, tí í gjár gjørd­ ist greitt, at Fleyr við 100 pro­sents vissu verður annað av FM-finalu­ liðunum hjá kvinnunum. Fleyr vann 3-1 á Mjølni, sum enn ikki hev­ur vissu fyri sínum finaluplássi, men allíka­væl sær út til at vera á veg í final­una eisini. Fleyr hevur tey seinnu árini havt eitt gott lið, sum eitt nú hevur verið væl umboðað á landsliðnum, men kortini er ikki eydnast at vinna seg heilt fram ígjøgnum. Í vet­ur tykist kortini, sum ganga ting­ini meira upp í eina hægri eind, og Fleyr-kvinnurnar tykjast duga betur at takla støðurnar, tær koma í, tí undanfarin ár eru tær altíð upp­ steðgaðar, beint áðrenn komið var á mál. – Tað er ótrúliga deiligt, at vit endiliga klára at vísa, at vit eru nummar eitt, og vit ætla at fara eftir øllum, tá FM-finalurnar vera, sigur Rakul Dalsgaard-Jakobsen, lið­skipari hjá Fleyr. – At tingini nú rigga betur hjá okkum, hongur helst saman við, at vit hava fingið meira rutinu og eisini hava eina rúgvu av venjing aftan fyri okkum. Vit hava spælt sam­an nokk so leingi nú og eru ord­ iliga komnar at kenna hvørja aðra, so tí haldi eg, at vit eisini fáa tingini betur at rigga. Fleyr betri byrjan Í dystinum í gjár eydnaðist Fleyr at koma betur frá byrjan og vinna fyrsta sett rímiliga sannførandi, og tað hjálpti væl til, at Fleyr at enda vann allan dystin: – Vit hugsaðu bara um hetta sum ein vanligan dyst, har vit sjálvandi vildu gera okk­ara besta. Og tað er jú altíð um­ ráðandi at vinna fyrsta sett, so tað gav okkum eina góðan byrjan, sigur Rakul. Tá gjørdist tað munandi tættari í øðrum setti, har Mjølnir var á odda tann fyrra partin, men varð tikið aftur við 18-18. Nú gjørdist spenn­ andi, men Mjølnir hevði yvirskotið til at vinna settið 26-24. Í triðja setti var tað hinvegin Fleyr, ið gekk undan at byrja við og var framman fyri 14-10 eitt skifti. Men hóast Mjølnir kom afturíaftur og javnaði til 17-17, kláraði Fleyr eisini at hála hetta settið inn og leggja seg á odda 2-1 í dystinum. Nú var fjórða sett síðsti møgu­ leikin hjá Mjølni, skuldi dysturin ikki tapast. Spælið hjá báðum pørtum var nervøst og uttan stór­vegis samanhang. Fleyr var framm­an­fyri 10-7, men so servaði Marjun Kalsø nakrar góðar servur, so Mjølnir fór framum 13-10. Fleyr vildi kortini ikki sleppa, men vann seg inn­aftur og endaði við at vinna setti 25-21 og harvið eisini dystin. Bestu liðini Hóast tapið, so er venjarin hjá Mjølni, Boban Ilic, sannførdur um, at finaluplássið ikki er í vanda, nú Mjølnir hevur tveir dystir eftir. – Nei, vit eru við vissu í finaluni, tí vit skulu bara vinna ein av tveim­ um dystum, vit hava eftir. Tann fyrri av teimum er ímóti KÍF, men vit eru so mikið betri, so vit koma í finaluna. Vit hava eitt sterkt lið, so vit klára tað, sigur Boban Ilic, ið vísti á eina orsøk til, at Fleyr kanska kom í so lætt til sigurin í gjár: – Fleiri spælarar hjá okkum hava verið sjúkir, og tað var ein orsøk til, at vit ikki spældu so trygt og væl, sum vit plaga. Hinvegin spældi Fleyr sera væl í dag, og teirra spælarar vóru uppsettir og stríddust væl. Bæði hann og Rakul eru sannførd um, at tað verða tey bæði bestu lið­ ini, ið koma í FM-finalurnar, sjálvt um Mjølnir teoretiskt ikki hevur tryggjað sær sessin, fyrr enn ein dystur er vunnin aftrat. – Eg haldi, at Mjølnir passar væl til okkum. Tær hava gott álop, men vit hava eisini góðar móttøkur, so tað verða neyvan finalur við hes­ um lobbunum, sum vit skulu kasta okkum eftir. Kemur Mjølnir í final­ una, verður hon millum tey bæði bestu liðini í Føroyum í løtuni, men skuldi SÍ yvirhálað, so eru vit eisini klár til ta finaluna, sigur Rakul Dalsgaard-Jakobsen. – Ja, eg haldi, at Fleyr er eitt betri lið enn SÍ, og hetta verður tí ein finala við góðum flogbólti, tí vit og Fleyr eru tey bestu liðini. Í final­uni ræður um at vísa mentala og krops­ liga styrki, tí har eru tveir dystir dag um dag, sigur Boban Ilic. Næsti dysturin hjá Mjølni verður longu mikukvøldið klokk­ an 20, tá KÍF kemur á vitjan í Bad­ mintonhøllini í Klaksvík. hilmarjan@sosialurin.fo Fleyr-kvinnurnar í finaluni Kvinnuflogbóltur Við einum 3-1 sigri á Mjølni smoygdi Fleyr sær í gjár upp á oddasessin og tryggjaði sær pláss í FM-finaluni, ið allarhelst verður ímóti Mjølni, ið bara skal vinna ein dyst aftrat FLEYR FLÚGVANDI Kvinnurnar hjá Fleyr høvdu størri yvirskot enn Mjølnir. Tí vunnu tær dystin teirra millum í gjár og settu seg á oddasessin, samstundis sum tær við vissu vunnu sær pláss í FM-finaluni Mynd: Álvur Haraldsen