Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 Sosialurin Kjak Heri Mohr Snimma á morgni 1. september 1939 leyp Týsk­land á Polen, og 48 tímar seinri kom yvirlýsing frá Fraklandi og Týsklandi, at hesi lond vildu verja og hjálpa Polen. Soleiðis byrjaði Annar heims­bardagin, sum í 6 ár myrdi og týndi og sorl­aði alla tilveru víða um á klótuni, bæði deytt og livandi. Ørskapurin leikaði í sum pest og kolera, ið eingin var førur fyri at steðga. Hetta vitloysið endaði fyrrapartin sunnudagin 2. september 1945 á dekk inum umborð á tí amerikanska slag­ skipinum ”Missouri” á vágni í Tokio. Tá hevði hetta helviti vart í seks ár og ein dag. Hungur og hall og stórt vónloysi seyg seg yvir heim­in. Tær menniskjansligu líð­ing­ arnar høvdu einki mark. Hví skuldi hetta inferno, sum gjørdi undirgangin veru­ ligan, soleiðis sláa seg niður á alla mannaættina? Tað ber til at siga, at Týsk­ land, Italia og Japan í felag – framkomin lond við fornari søgu og mentan – við teirra errinskapi, maktgirnd og óndari, harðrendari national­ ismu íbyrtu ragnarokið. Ikk i uttan orsøk eru FN og EU sera vakin mótvegis lond­um við sníkjandi nationalismu. E in góðveðursdag, fyrra­ partin 13. apríl 1940, vórðu Føroyar hersettar av Stórabretlandi. Ein stórur krússari, Suffolk, og nøkur onnur skip lógu úti í Nólsoyar­ firði. Frá teimum vórðu eini 250 servandir hermenn, Royal Marines, fergaðir í land. Hetta varð dagur í viku. Vit sluppu úr skúlanum og fóru í flokk um út á molan at síggja herskipini og her­menninar, sum vórðu sigldir inn á kaiina við smærri skipum. Seinri, í maj mánað 1941, var Suffolk við til at jagstra og søkk a tað sera framkomna og spildurnýggja týska slagskipið “Bismarck,” sum hevði gjørt um seg í havinum um okk ara leiðir og søkt stoltleikan í tí bretska flotanum, gamla Hood, millum Ísland og Grønland. Tað gekk ein lítil mánaður, so komu stór troppaskip inn á Havnina við hundraðtals soldátum. Tað fyrsta skipið, ”Ulster Prince,” kom fyrst í maj mánaði 1940. Tey 5 árini, hersetingin vardi, gjørdust byrjanin til nýggjar tíðir í Føroyum. Tíðin undan krígnum var fátækslig og lívið trupult og strævið. Hóast tað ber til at siga, at okk urt var, sum bar brá av ”nýggjum tíðum,” so var tað føroyska sam­felagið stilt og lítið broytt í øldir. Hin sterka, resigneraða guðs­trúgvin, vit kunnu kanska kalla hana kristin­dómur í føroyskum búna, hevði sterkar og djúpar røtur í sálini hjá okk ara for­ fedr­um: ”Hver dag har nok i sin plage,” var vanligt at hoyra tey gomlu siga. Og Janus yrkti: ”Ver sterk mín sál.” Men so kom sum sagt kríggið. Vit vóru heppin at verða hersett av Stóra­bret­ landi – og ikk i av Týsklandi. Tað øvuta er ræðandi at hugsa. Hersetingarvaldið gav ovmikið arbeiði. Kanska serliga í Havn og vesturi í Vágum, men eisini aðrastaðni, eitt nú inni í Skálafirði. Fleiri túsund soldátar skuldu jú beinanvegin hava nakað at búgva í og liva av; og verjutiltøk, eitt nú nógvar loftverjukanónir o.n.a. skuldu setast upp. Alt hetta nógva stoypi-, byggi- og handverksarbeiðið gav almikið av arbeiði til allar hendur. Eitt tíggjumannafar úr Nólsoy – troppaskipið varð tað í spølni kallað av havnarmonnum, minnist meg rætt – sigldi í fastari rutu millum Nólsoy og Havnina við og eftir arbeiðsfólki. Tey føroysku skipini, sum undir krígnum keyptu feskan fisk í Íslandi og sigldu hann beinleiðis til tann skotska fiskamarknaðin, vunnu nógvan pening. Men hetta var dýrt tjentur peningur, tí nógv skip og nógvar manningar fórust av krígsávum. Í 1947 kom bókin ”Víkingasynir” út um hesar sorgarleikir. Ein dagin undir krígnum (1942?) var grindadráp í Havn. Á Kongabrúnni var væl av fólki, meira enn vanligt, tí stórt tal av hermonnum hevði økt um talið av íbúgvum. Vanligt var, at stungið varð við hvalvákni á landi fram við Kongabrúnni. Ein ungur hermaður, ikk i nógv eldri enn eg, svímaði, sum hann stóð og hugdi at drápinum. Hvalváknið líktist hansara bajonett! Undir krígnum gjørdist væl­standur í Føroyum, og hetta førdi við sær m.a., at loysingar­rørslurnar við Fólka­ flokk inum á odda fingu vind í seglini. Longu løgtingsvalið 24. august 1943 gav hesum nýggja flokk i (hann varð stovnaður í desember 1939) 12 av teim­ um 25 løgtingslimunum og manglaði sostatt bert ein lim til kvalifiseraðan meiri­luta. Men longu 3 ár seinri misti flokk ­ urin 4 av teimum 12 løg­tings­ limunum á løg­tings­valinum 1946. (Upp­lýsast kann, at Tjóð­ veldis­flokk­urin varð ikk i stovn­ aður fyrr enn í 1948 og kom fyrstu ferð á ting í 1950). Í 1948 fingu Føroyar heima­­stýrislógina, og fyrsta landsstýrið var mannað við Sam­bands­flokk inum, Javn­­­ aðar­­flokki­ num og Sjálv­­­stýris­ flokki­ num. Fólka­ flokk­ur­in atkvøddi ikk i fyri lógini og var tessvegna ikk i við í lands­ stýri­num. Men hetta broytt­ ist skjótt, tí 7. desember 1950 mannaði Sam­bands­­­flokk ur­ in nýtt lands­­stýri saman við Fólka­ flokki­ num. Kristian Djurhuus úr Sambands­flokki­­ ­ num varð løg­maður og Thor­ stein Petersen og Rikard Long lands­stýrismenn úr Fólka­ flokk inum. S tørsta takið hjá okk um føroyingum var at endur­ nýggja skipaflotan, sum var gamal og ikk i tíðar­hóskandi. Av skipaflotanum vóru 77 skip bygd í 1876-1899 og 91 í 1900-1925. Umframt hetta má havast í huganum, at 39 skip fórust undir krígnum. Har varð ikk i drálað. Í 1946- 1948 komu 38 skip í flotan og nógv gomul vórðu umbygd við nýggjum motori v.m. Hetta var alt gjørligt við eginpeningi, lán úr Fiskeribanken og úr Vinnulánsgrunninum. Men hesi skipakeyp vóru í stóran mun illa umhugsað. Serliga teir nógvu gomlu trolararnir – rustikustar vórðu teir kallaðir – sum vórðu keyptir úr Skotlandi og øðrum londum, gjørdust ein sonn vanlukk a fyri samfelagið. Sjóvinnubankin, sum hevði bundið seg í alt ov stóran mun til fiskiflotan og aðrar vinnur, eitt nú hvalaveiðuna, fór á heysin í 1952 og mátti endur­ stovnast í tveimum stigum. Men løgtingið og lands­stýrið lógu ikk i sjóvarfallið av sær, nú heimastýrislógin var farin at virka. Hóast nógv bakk ast, eitt nú sjóvinnubankaskrallið í 1952 við samfelagskreppu og fólkaflutningi av landinum í túsundatali, virkaði løgtingið og landsstýrið á øllum økjum fyri betran av livikorunum í Føroyum: almannaøkið, heilsuøkið og skúlaøkið fram um alt skuldu útbyggjast. Fiskivinnan, og tað sum henni hoyrdi til, hevði eisini 1. prioritet, tí tað var jú hon, sum bar samfelagnum uppi. Við stuðulslógum megnaði løgtingið at skapa haldgott støði til eina framhaldandi útbygging av fiskivinnuni á sjógvi og á landi. Framburður var á øllum økjum, og við skilagóðum løgtingslógum og fyri­mynd­ ar­ligum samstarvi við ríkis­ stjórnina komu tey bleytu virðini í samfelagnum: heilsu­­ verkið, almannaverkið og skúla­verkið í trygga og for­ svarliga legu. Føroyar var vorðið eitt gott land at liva og virka í. Men hvussu leingi var Adam í paradísinum? Framburður, sum kann gera lívið betri og lættari og stuttligari, er eitt løgið fyribrigdi. Ansa vit ikk i eftir honum, framburðinum, við teymum í hond, hevur hann lyndi til at leypa framav og missa fótafestið. Á ávísum økjum gekk framburðurin í Føroyum ov skjótt, kanska júst tí tað almenna gjørdist ein týðandi aktørur í framburðinum. Hann gav sær ikk i stundir til neyðugar fyrireikingar í tí almennu fyrisitingini og teirri almennu umsitingini. Tað nógva skuldi henda her og nú. Hetta fekk avleiðingar. Tær mongu lógirnar um endurnýgging av og stuðul til fiskivinnuna og -ídnaðin settu sera stór krøv til ta politisku fyrisitingina og ta almennu umsitingina. Umstøðurnar hjá tí einstaka í umsitingini gjørdust truplar av tí, at eingin hægri skipað politisk fyrisiting við kunngerðum, reglugerðum og fyriskipanum í roynd og veru var til á hesum vitalu økjum. Í teirri politisku fyrisitingini vóru tekin um karakter-og mentalitetsbroytingar, ið, sum fráleið, gjørdust sjónlig. Ráðaloysi og tørvandi vitan um siðbundnað almenna fyrisiting varð veruleiki í tíðini 1985-1992. Óhugni lammaði umsitingina. Og so rapaði korthúsið. Eitt ítøkiligt úrslit (av mongum) av húsaganginum 1992 varð, at (næstan) allir løgtingsins grunnar vórðu skrottaðir, burturbeindir. Teir høvdu eitt bókført virði upp á milliardir. Við løgtingslóg í 1992 hvurvu allir hesir grunnarnir úr landskassans ársroknskapi. Tann yngsti av øllum hesum grunnum var Upphøggingargrunnurin, sum løgtingið stovnaði í 1988. Sambært bókini ”Frá­greið­ing um 80-árini” rind­aði hesin grunnur 279 milliónir – fíggjað við lánum og løgtingsjáttan – fyri at burtur­beina 55 skip. Tey flestu av hesum skipum vórðu keypt við lands­kassa­hjálp og hvurvu við landskassahjálp. Men ein grunnur yvirlivdi, og hann livir enn. Tað er Íleggingargrunnurin. Lat okk um hoyra eitt sindur um hendan knassan, sum hevur 46 ár á baki: Í 1964 játtaði fólkatingið yvir nøkur ár nógvar milliónir til ein nýggjan grunn, ið fekk navnið ”Investeringsfond for Færøerne.” Vit kalla hann vanliga ”Íleggingargrunnurin.” Hesin grunnur er sambært fólkatingslóg ætlaður at veita lán til almennar (eisini kommunalar) íløgur her á landi, eitt nú vegir, berghol, brýr og havnagerð. Kanska okk urt annað eisini. Men altíð lán, ikk i stuðul. Grunnurin fekk og hevur framvegis stóran týdning í tí almenna húsarhaldinum. Næstan allar vegagerðir og berghol v.m. hava fingið fígging úr hesum grunni. Eisini tá ið Sjóvinnubankin skuldi bjargast í 1992, vóru boð eftir honum. Tey nógvu fyrstu árini hevði finansministeriet grunnin um hendi, men fyri umleið 30 árum síðani varð grunnurin við øllum ognum (og tað var ikk i lítið) fluttur til Føroya fyri at verða umsitin av einari av landsstýrinum valdari nevnd við stórum heimildum, og gjaldstovuni varð álagt at umsita tað roknskaparliga. Eftir boðum frá ríkisstjórnini gjørdi landsstýrið í 1996 eina kunngerð um virksemið hjá grunninum. Í hesum døgum verður okk ara flogvøllur longdur og nútíðar­gjørdur fyri smáar 400 milliónir. Øll hend­an risa­stóra íleggingin verður fíggj­að, øll sum hon er, við studn­ingi úr Íleggingar­grunni­num. Hesin studn­ingur er veitt­ur við loyvi frá fólka­­tingi­num, av tí at grunn­­urin upp­runaliga varð ætlaður til lán­veitingar og ikk i, sum longu sagt, til studning. Annars er at siga, at Í fleiri ár, serliga í 80-unum, játtaði løgtingið nógvar milliónir, kanska 75, til flogvøllin í Vágum. Nú flogvøllurin verður nútímansgjørdur við fígging úr einum donskum grunni, kundu loysingarpolitikarar kanska greitt Føroya fólki frá, um útbyggingin av flog­vølli­ num er olmussuhjálp úr ríkis­ kassanum? Sum kunn­ugt vilja hesir somu poli­tik­­arar vera við, at ríkis­kassablokk urin til heilsu­verk­ið og almanna­verkið er olmussu­hjálp til gomul, sjúk, av­lamin og brekað í Føroyum. A propos tað stóra talið av landsstýrislimum, embætis­fólki og løgtings­ limum, sum verður umrøtt í hesum døgum: Í 1998-2003 ráddi loysingarlandsstýrið fyri borgum. Í mun til 1997 øktust landskassans inntøkur í hesum tíðarskeiði við 35 %, meðan lønarútreiðslur til polit­iska fyrisiting, politiska um­siting og almenna um­ siting yvirhøvur øktust við 680 milliónum, ella 61 %. Parkinsons lóg vil vera við, at umvent proportional nýtsla og inntøka (tering eftir nering) og støðugt bólgnandi embætisverk við fiktivum og/ella óneyðugum arbeiði er beinleiðis hóttan móti góðum og tryggum búskapi. Men tað skal tó sigast, at við Parkinsons lóg, gerast vit ikk i nógv klókari upp á fíggjarpolitikk in, sum meirilutin á løgtinginum og embætisvaldið stendur fyri – og stóð fyri serliga í 1985-1992 og 1998-2003. Líka mikið. Hóast alt eru tað vit, borgarar í Føroyum, ið gjalda meginpartin av tí, sum kemur í landskassan. Hesin peningur, sum verður kallaður almennur pen­ingur í somu løtu hann er farin úr okk ara lummum og í landskassan, kann bert nýtast við heimild í løg­tings­­lógum. Man okk ara van­­liga vit og skil vera so avmark­að, at vit lítið og einki skilja av framkomnum føroysk­um fíggjarpolitikk i í okk ara framkomna landi? Vit eiga tó ikk i at ivast í, at loysingartilhallandi politikk ­ urin, sum hevur gjørt um seg á tingi nú í 12 ár, einki skil hevur á almennan fíggjar­ politikk . Og slettis ikk i í fígg­ ingini av almannamálum og heilsumálum. Prógvini eru ræðandi. Hugleiðingar