mikudagur 9. mars 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
Sosialurin
Oyggjablaðið
bara koma
Nógv inn – men
nógv út aftur
Nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni vísa
ein hækkaðan skatt á Viðareiði higartil
í ár í mun til í fjør - so mong sum 20,3
prosent.
Hóast ein sær peningin koma inn í
kommunukassan, so kann ein samstundis
staðfesta, at nógvur peningur fer úr aftur
kassanum til dagliga raksturin og fastar
skyldur hjá kommununi.
– Tað er faktiskt meiri enn eg trúði, vísir Rói
Absalonsen á, og peikar samstundis á eitt ynski
hjá mongum viðingum at fáa eitt sambýli til eldri
í bygdini.
– Eg haldi at tað er púra skeivt, at vit skulu senda
okkara gomlu av bygdini. Tey skuldu sjálvandi verðið
her, – her sum tey altíð hava búð.
– Men eg vænti tó, at soleiðis sum støðan er í dag,
verður nakað enn, áðrenn vit fáa eitt sambýli..
2020
Tað er ilt at spáa um fram
tíðina, men tá Rói roynir at
gera seg sínar metingar av
henni, so er tað eitt ið hann
er sera upptikin av.
– Eg vóni, at Viðareiði fram
vegis fer at vera ein bygd
í vøkstri. Eg vóni sjálvandi
eisini, at okkurt vinnuligt
arbeiðspláss verður skapt
her, soleiðis at Viðareiði ikki
bara verður ein sovibýur.
– Vit síggja eisini, at fólka
talið er í støðugum vøkstri.
Og eg vóni tí, at enn fleiri
fara at vilja búseta seg her.
Eg vóni, at okkurt vinnuligt arbeiðs
pláss verður skapt her, soleiðis at
Viðareiði ikki bara verður ein sovibýur
VEKSUR
Viðareiði veksur í fólkatali, men eingin
ivi er um, at bygdin hevði vaksið enn
meiri, um ein tryggari farleið var
higar. - Ein tunnil má koma nú, sigur
bygdarráðslimurin Rói Absalonsen
Haraftrat eru fáir
pensjónistar á Viðar
eiði, samstundis sum
barnatalið er so stórt
og at skúlin er ov lítil.
Samstundis sær ein, at
flestar aðrar bygdir
og býir kring landið
minka í fólkatali.
Nógvar
orsøkir
eru uttan iva til hetta,
men tá ein hugsar um
at ein stórur partur
av
mannfólkunum
eru knýtt at sjónum,
so er ikki ónatúrligt
at
skattainntøkan
er bundin at hesi
gongd.
– Vit uppliva tíbet
ur í dag, at tað gongur
framá við fiskivinnuni,
sigur Rói, og vísir til
seinastu inntøkutølini
sum vísa, at í januar
mánaði hækkaði skatt
urin við meiri enn góðum
trimum prosentum.
– Hetta sær bara gott
út. Vit eru í øllum førum
nøgd.
snorri@sosialurin.fo