Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30 12 Sosialurin Petersen Vinnu- & bilradio á Um dagarnar eru tvinni uppskot løgd fyri tingið at játta íløgu- og rakstrarpening til Saltsiloina á Tvøroyari. Saml­aður íløgukostnaður um 60 mio kr, umframt mvg-frí­ tøk­una, sum landið missur. Projektið virkar tølandi. Talan er bert um triðings­ upphædd tí danir koma við restini. Men er tað so? Verkætlanin gjørdist av­ leggari av einum eftirskúla í Hvalba, har ósamsvar var millum nyttu og kostnað. So var at finna uppá okkurt annað. Stigtakarin barslaði nýtt uppskot. Saltsiloin skuldi ger­ast mentanardepil í Norð­ur­høvum, ein tón- og sjón­leikaoasa, fjarskotin frá fólka­meingi, eitt uppland til arketon­iskt forvitni og alment fitilendi hjá mentanar­ kveikjara. Í sjálvdrátti hevur fyrr­ verandi sambands­høvdingin nú lagt uppskot fyri tingið, har skotið verður upp, at landið beinanvegin játtar 20 mio kr, umframt 2,5 mio kr í árligum rakstrarstuðli. Sama hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjørt, tó við virknaði frá 2012. Eingin íløgu­ raðfesting. Alt gjørt í politisk­ um ad hoc gávumildni og ovfarakæti. Men spurningurin er, hvussu kann slíkt projekt realiserast uttan veruliga politiska viðgerð? Lobbyarbeiði Søgan byrjaði fyri ári síðani við óglærum lobbyarbeiði sum endaði við tilsøgnum ella politiskum knæfalli, sum so er brúkt at fáa Mærsk og donsku stjórnina at játta 38 mio til projekt, sum flestu bert kenna konjunkturarnar av. So einfalt kann peningur fáast til vega, tó at fleiri aðrar verkætlanir í landinum hava staðið í bíðirøð í áravís. Annað, sum tykist ør­kyml­ andi er ætlanin, at landið árliga skal rinda helvt­ina av rakstrar­kostnaðinum fyri virksemi, sum aðrastaðni verður goldið lokalt. Tí er almenna gjaldsjáttanin prinsipiell, tí hví skulu onnur mentanarhús og bygdarhús ikki fáa almennan stuðul til sítt gerandisvirksemi? Hví skulu Atlantis, Ment­anar­ húsið í Fuglafirði, Bygdar­ húsið á Strondum o.s.fr ikki vænta somu vælvild? Í áravís hevur tað verið afturvendandi ynski, at landið játtar pening til rakstur av mentanartilboðum. Men her hevur politikkurin verið avgjørdur, skilnaður er gjørdur millum fíggjarlóg og lokalt mentanarvirksemi. Men nú er so vend ávegis, skilst. Har ein skriða er lopin er onnur væntandi, tí hví skulu onnur ikki vænta sær somu rakstrarvælvild sum Saltsiloin? Annað er so, at Saltsiloin skjótt kann gerast ein fíggj­ ar­ligur kleppur fyri lokal­ samfelagið. Aðrastaðni í landinum standa mentan­ar­ hús mestsum tóm, tí fíggja­ r­orka ikki er til gerandis­ virksemi. Har eru stórt sæð ongar inntøkur, bert út­­reiðsl­ ur. Hví skal tað so verða øðrvísi á Tvøroyri, har komm­ unan eisini liggur fíggj­ar­­lig­ um andaleypi, at hon neyvan klárar gerandis­skyldurnar. Annað at bjóða Hinvegin, so er hevur Suður­ oyggin so ómetaliga nógv annað at bjóða, har pen­ing­ ur uttanífrá og lands­kassa­ ískoyti veru­liga kundi gjørt mun fyri mentanina og ikki minst ferðavinnuna. Og møgu­leikarnir eru nógvir, har eitt hjálpandi íløguískoyti kundi gjørt allan munin. Í Vági liggja handilshúsini úti á Marknoyri og vesturi á Gørðunum. Har hevði ein ítøkilig verkætlan og ístand­ seting við eini bøtandi hond og peningainnspræning mest­ ur komið væl við. Handils- og fiskahúsið við træbrúnni á Hvítanesi og framúr havnarumhvørvið á Tvøroyri, sum av eldsálum er sett í stand og gjørt til fólkaogn, er ein perla, har avmarkað almenn upphædd helst hevði gagnað meiri enn risa upphædd á Drelnesi. Í Fámjin stendur fitti handilin og kaffein og bíðar eftir einari hjálpandi hond. Í Hovi royna fús fólk at gera gamla handilin við bátahylin til eitt savn. Sjáldsama grótlaðingin á Fiskieiðinum, kolanámini í Hvalba – ja, ivaleyst eru fleiri slíkir møguleikar í Suðuroy. Allastaðni hevði stór nytta verið í íløgustuðli, sum annars ikki er til taks. Minni fyri meira? Sjálvsagt kunnu øll fegn­ ast um stórfingnu peninga­ váttanina úr Danmark. Men spurningurin er, fáa vit minni fyri meira? Ein risa íløga í eitt so ógvisligt hús sum Saltsiloin á Drelnesi er eitt. Nakað heilt annað verður stríðið av at fylla Saltsiloina við nógvum og dyggum innihaldi, áskoðara- og áhoyraraundirtøku, sum kann bera árliga kostnaðin av rakstri og viðlíkahaldi til at rættvísgera hetta altjóða átakið fyri byrjaðanarprísi uppá 60 milliónir krónur? Rætt er, at fittur partur av íløgukostnaðinum kemur úr Danmark. Slíkt duga summi fólk (eru tey nevnd, so eru tey kend) ikki at siga nei takk  til. Men hava vit ráð til hetta eksperiment vitandi um, at íløgan bara er partur av fíggjarliga veru­ leikanum, sum fer at daga í havsbrúnni? Tá vit ikki í ártíggju hava klárað Tjóðleikpallin og Kirkjubømúrin betur enn higartil, so er hugsandi, at hvaðna verri kann tað tað gerast við Saltsiloini á Tvøroyri. Livst so spyrst. Kjak Bjarni Djurholm løgtingsmaður Bøtir salt alt? Saltsiloin er ikki bert eina gávu. Hon kann gerast dýr og blíva ein kleppur fyri suðuroyingar