Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 11 - 17. januar 2004 Nr. 11 - 17. januar 2004 43 ALMANNASTOVAN Eitt fulltíðarstarv sum málsviðgeri á Veitingardeildini er leyst at seta til 1. februar 2004. Arbeiðs- og ábyrgdarøki: • Pensiónsmál – útrokning, áseting og ávísing • Dagpeningamál – viðgerð, avgerð, útrokning, áseting og ávísing • Uppihaldspeningur – viðgerð, útrokning, áseting og ávísing • Forsorgarmál – útrokning og ávísing av málum játtað í Almannamiðstøðini, Streymoy, Barnaforsorgar- og Brektoyminum Arbeiðsmarknaðardeildini • Gera upp fíggjarliga partin, tá mál ganga út • Aðrar uppgávur Útbúgving: • Skrivstovuútbúgving, merkonom, HH ella onnur fyrisitingarlig útbúgving • Starvsfólkið skal luttaka á innanhýsis útbúgving hjá Almannastovuni Arbeiðsroyndir/førleikakrøv: • Arbeiðsroyndir innan almenna umsiting ella líknandi starvsroyndir er ein fyrimunur • Er fleksibul og hevur góð samarbeiðsevnir • Evni og vilja til at arbeiða saman við øðrum toymum og miðstøðum • Evni at hava yvirlit við at kunna arbeiða við fleiri kompleksum problem- stillingum í senn • Hava góð evni til at kunna umstilla seg tá broytingar henda • Góð evni at orða seg bæði munnliga og skrivliga • Hollan kunnleika til EDV – her er tað ein fyrimunur at hava hollan kunnleika til Windows office programmini Um deildina: Á deildini starvast 11 málsviðgerar,3 fulltrúar og 1 deildarleiðari.Av tí at talan er um nýggjan bygnað á Almannastovuni, má tann ið sett/-ur verður tola broyt- ingar í starvsinnihaldinum. Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið og lønt í lønarbólki 3.Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tummas Djurhuus, deildarleiðari á tlf. 35 35 10. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til Almannastovuna J. Broncksgøta 27 Postsmoga 3096 110 Tórshavn í seinasta lagi mánadagin 26. januar 2004. Vinarliga merkið brævbjálvan: »Veitingardeildin«. Málsviðgeri á Veitingardeildini Tofta kvøldskúli Veturin 2003/2004 Almenn frítíðarundirvísing Datalæra, tekstviðgerð á byrjanarstigi Hósdag kl. 19.00-21.35 Ragnar Joensen Tlf. 219841 Heilsa og kostur – og hvussu nýta vit føroyskar urtir í matgerð Mikudag kl. 18.00-21.00 Olga Hentze Tlf. 224258 Undirvísingin er treytað av nóg góðari undirtøku og av góðkenning frá myndug- leikunum. Byrjað verður í viku 4 og endar í viku 13. Datalæra kostar 50,- kr. eyka fyri prenting og pappír. Goldið verður tað fyrsta kvøldið. Upplýsingar fáast frá kvøldskúlaleiðaranum tlf. 447332. Tofta kvøldskúli Kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Kunoyar bygd Útskiftingarfundur verður í Kunoy mikudagin 28. janaur kl. 11. Á fundinum verða metingin av kommunalu ognar- tøkuni og endaligur planur fyri útskiftingina løgd fram. Ætlanin er at enda útskiftingina og lata hana til ákæru. N. v. Øssur Á. Midjord, útskiftingarnevndarformaður Pedagogur søkist Vit eru 80 glað og lívlig børn og ein væl samansjóð- aður starvsfólkabólkur, ið frá uml. 1. mars 2004, mangla ein pedagog 32 tímar um vikuna, í okkara hópi. Ljóðar hetta áhugavert??? – So støkk inn á gólvið ella ring á tlf.312854 og tosa við Louisu. Skrivlig umsókn við avriti verður at senda í seinasta lagi 9. februar. Sankta Jósefs Barnagarður Varðagøta 12 · FO-100 Tórshavn Tlf. 312854 · Fax 316990 veitst tú ikki tað? Tryggingarfelagið pdf C M Y K 43 42