mánadagur 14. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
4
Sosialurin
Heimleysur
føroyskur
bókaummælari
Rólant Waag Dam
Í dag býr Edmund S. Jacob
sen í egnari íbúð á Amager.
Hetta er fyrsta ferðin, at
hann, síðani flutti niður fyri
17 árum síðani, hevur sína
egnu íbúð. Á duraklokkuni
til uppgongina við Lergrevs
parken stendur »Edmund S.
Jacobsen«, og uppi í íbúðini
liggur sáttmálin, sum sigur,
at íbúðin er hansara. Tað
hevur Edmund ikki upp
livað áður.
41 ára gamli Edmund
hevur
annars
upplivað
eina rúgvu. Hann er út
búgvin skipsførari og skips
verkfrøðingur og hevur siglt
í nógv ár. Tá Edmund flutti
til
Danmarkar,
arbeiddi
hann eisini eitt ár sum
skipsverkfrøðingur.
Men
so steðgaði alt upp hjá Ed
mundi. Sjálvur veit hann
ikki hví.
– Í fimm mánaðir gjørdi
eg einki. Als einki, fortelur
Edmund, sum vit práta inni
í snotiligu íbúð hansara,
sum hann er ógvuliga fegin
um.
Eftir eitt lítið hálvt ár
uttan nakað sum helst, fór
Edmund undir at skipa fyri
tiltøkum. Tað er eisini tað,
hann tekst við í dag. Hann
skipar fyri mangum tón
leikatiltaki, dansi og øðrum
tiltøkum. Tá syrgir Edmund
fyri øllum. Hann samskipar
við tónleikarar, syrgir fyri
ferð, uppihald, skaffar ljóð
føri, ger alt reklamuarbeiði
og hongur enn tá plakatir
upp kring Keypmannahavn,
sum lýsa fyri tiltøkunum.
Millum útisetar í Keyp
mannahavn
er
Edmund
kendur sum ein eldsál av
einum fyriskipara.
Eitt óhugnaligt stað
Nógvar
av
plakatunum,
Edmund ger, arbeiðir hann
við á einum kreativum
verkstaði, sum er knýtt at
Sundholm, eitt herberg fyri
heimleys í Keypmannahavn.
Edmund búði á Sundholm í
hálvttriðja ár.
– Har búgva øll sløg av
fólki, sum øll hava eina
trupla fortíð. Psykisk sjúk,
alkoholikarar, stikknarko
manar og so framvegis. Tað
var sera hart og óhugnaligt,
tí fólk kundu rópa og
skríggja um næturnar ella
leggja teg undir líkt og ólíkt,
greiðir Edmund frá.
– Við tíðini lærdu tú tó,
hvussu tú skuldi uppføra teg
í teimum ymsu støðunum.
Eg visti hvønn eg gott kundi
arga og arbeiða uppá, og
hvønn eg als ikki skuldi gera
tað við, sigur Edmund.
Tað eru teir báðir virdu
sjónvarpsjournalistarnir
Mads Brügger og Michael
Bertelsen, sum hava gjørt
sendingina við alternativu
b ó k a u m m æ l a r u n u m .
Sendingin er tikin upp á
Sundholm, har Edmund og
hinir tríggir ummælararnir
búðu.
Við
Politiken
greiddi
Mads Brügger millum ann
að frá, hvussu tey vóru
vitni til ein bardaga, har
grønlendingar og somaliu
menn fóru til hendurs og
slóu hvønn annan við jarn
rørum.
– Tað er ótrúligt, at tey
yvirhøvur megnaðu at lesa
eina bók undir slíkum um
støðum, segði Mads Brügger
við donsku avísina hósdagin
í farnu viku.
Hóast Edmund ikki býr
á Sundholm longur, hevur
hann framvegis sína dag
ligu gongd á kreativa verk
staðnum.
Persónligar
lagnusøgur
Læsegruppen
Sundholm,
sum sjónvarpssendingin eit
ur, telur umframt Edmund
eisini donsku Anitu Steen
Svenson og Michael Ricks
Eliassen og Abdul Rahim
Shirazi, sum er úr Uganda.
Tey fara í átta sendingum
at viðgera og ummæla átta
ymsar bøkur. Øll fýra hava
annaðhvørt verið ella eru
heimleys.
Og hóast eingin teirra
hevur tað lætt, vóru tey
øll so mikið væl fyri, at tey
megna at lesa bøkur. Tað
eru tað ikki øll, sum búgva
Sundholm, ið megna, tí tey
eru so niðurundirkomin.
Edmund sigur sjálvur, at
hann taldist millum teirra,
sum vóru best fyri á Sund
holm.
– Fyrr var illa, flennir
hann og sipar til, hvussu
illa fyri nógv av hinum eru.
Hjá Edmundi steðgaði tað
bara upp. Hann fekk nokk
og orkaði meira.
– Eg veit ikki hví, svar
ar Edmund stutt, tá hann
verður spurdur um or
søkina. Hann er tó skjótur
at leggja aftrat, at tað ikki
er tí at hann hevur havt ein
keðiligan barndóm ella ikki
hevur funnið út av tí við
foreldrum. Í so máta var alt
sum tað skuldi vera.
Men tað kann vera, vit
koma nærri at einum svari
so hvørt sendingarnar hava
verið.
Sambært
Michael
Bertelsen er Læsegruppe
Sundholm eisini ein send
ing um einstøku lagnurnar
hjá teimum fýra ummæl
arunum.
–
Óbeinleiðis
snúgva
sendingarnar seg eisini um
lagnurnar hjá Anitu, Micha
el, Rahim og Edmund. Tá
tey lesa um lagnur og um
persónar, so uppliva tey tað
ógvuliga sterkt og beinleiðis,
sigur
Michael
Bertelsen
sambært Politiken.
Danska
útvarpsrásin
P1 hevur tosað við Tomas
Espedal, rithøvurin handan
bókina »Gå eller kunsten
at leve et vildt og poetisk
liv«, ið Edmund og hini trý
millum annað viðgjørdu.
Hann hevur sæð sendingina
og var ógvuliga hugtikin.
– Tað var sera sterkt, og
tey hava eina ósnobbutta til
gongd til bókmentir, sum vit
kunnu læra nógv av, segði
hann í sendingini Skønlitte
ratur, sum varð send á P1
leygardagin. Sjálvur vísir
Edmund eisini á ein faktor,
sum ger tey rættiliga øðrvísi
enn aðrar ummælarar:
– Vit siga sum er og
pakka einki inn. Vit noyðast
ikki at tosa pent um nakran
ella
halda
nakað
ávíst,
sigur hann. Av tí sama er
tað eisini, at hann uttan
at himprast gevur ávísum
bókum
botnkarakter
og
sigur eitt nú, at Suzanne
Brøgger ikki egnar seg sum
rithøvundur longur.
Tiltrongt og
spennandi
Hetta gevur sjálvsagt send
ingini eina heilt aðra dimen
sión enn vanligar bók
mentasendingar hava. Tað
er spennandi og tiltrongt,
hevur Kinna Poulsen, um
mælari, givið til kennar á
sínum
bloggi,
listinblog.
blogspot.com:
– Tilvitað sum eg eri
um glashús og steinblak,
skal eg ikki vera ov skjót
til at snakka um ment
anarsnobbar í mentanar
sendingum, men sannleikin
er tann, at tað ofta eru
nøkulunda tær somu typ
urnar, sum úttala seg um
bókmentir og lesibólkar
sambinda vit ofta við fólk,
sum eru væl fyri bæði so
og so. Tí er hugskotið sera
frískt og øðrvísi og eg gleði
meg veruliga at hoyra hvat
Edmund Jacobsen og hini
hava at siga um tær ymisku
bøkurnar, skrivar Kinna
Poulsen.
Sjálvur er Edmund eisini
ógvuliga spentur upp á
sendingina og reaktiónirnar,
sum koma.
– Eg eri rættiliga nervøsur
nú, viðgongur hann, sam
stundis sum hann eisini sig-
ur, at hann kortini er fegin
um at hava verið partur av
sendingini.
–
Tað
hevur
verið
læruríkt, hevur givið mær
nýggja vitan og eisini nøk
ur ting at hugsað um, sigur
bókaummælarin Edmund
S. Jacobsen, sum verður at
síggja á DR2 hvørt mána
kvøld klokkan tíggju í send
ingini Læsegruppen Sund
holm næstu átta vikurnar.
rolant@sosialurin.fo
BØKUR Fyri 17 árum síðani flutti hoyvíkingurin Edmund S. Jacobsen til Danmarkar. Har hevur hann livað
sum heimleysur og júst hetta er orsøkin til, at hann í kvøld er partur av nýggjari sjónvarpsrøð á DR2.
Edmund fer saman við trimum øðrum heimleysum at ummæla bøkur. Sosialurin hevur hitt Edmund í
Keypmannahavn og hann viðgongur, at hann er nokk so nervøsur undan fyrstu sjónvarpssendingini