Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 8 Sosialurin Snorri Brend – Okkurt má gerast longu í hesum árinum, sigur ting­ maðurin, og vísir til stóra arbeiðsloysið í Norð­oyggjum innan jørð- og betong­ar­ beiði. Hann hevur spurt Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum um tunnils­ ætlanir í økinum. Ein tunnil Norður um Fjall – ella Eystur um Fjall, sum Heini tekur til – er longu prosjekteraður og sam­tykt­ ur. Men sambært honum er tað løgna hent, at í ár eing­in króna játtað til hetta enda– málið. – Ístaðin eru 5 mió krónur játtaðar til tess at gera eina tunnil til Viðareiðis, sigur undr­andi tingmaðurin úr Kunoy. Hann vil tí hava svar uppá, um nakað skal gerast, og ikki minst, nær tað skal gerast. - Tað hevur skund, tí tað er sera vandamikið at koyra á hesum vegastrekkjunum í dag, vísir hann. Á tingfundi mikudagin í farnu varð samtykt at hesin fyrispurningurin skal svarast. So innan rímiliga tíð fæst at vita, hvørjar ætlanir land­ sins myndugleikar hava lagt um tunnilsarbeiðir í Norð­ oyggjum. Nýtt úr Funnings- firði Mikudagin er Oyggjablaðið á tremur við tíðind­um og reportasjum úr Funnings­firði. Lesið í hesum blaðnum millum annað: Gestur vil gera ein transformara Framleiða 300 plattar um tíman Malvinus (79) hevur úr at gera Rebekka skrivar, teknar og skjýtur ørvar HVØR KEMUR FYRST? Tunlarnir í Norðoyggjum eru vandamiklir, og tí er neyðugt at okkurt verður gjørt fyri at betra um ferðslutrygdina. Tí hevur tingmaðurin, Heini O. Heinesen spurt um, hvør tunnil skal gerast fyrst – tann til Árnafjarðar ella tann til Viðareiðis Snorri Brend Tey arbeiða nevniliga við at seta upp ein sjónleik í bygdini. Avbjóðingin er nú at finna leikarar til hesa verkætlanina. Á Suðuroyarportalinum hava tey tí sóknast eftir ung­ um sjónleikahugaðum fólk­ um, sum kunnu spæla við í hesum leikinum. Tey bæði eru ikki ókend við sjónleikir og framførslur av slíkum í heimbygd teirra, Nólsoy. Nú er so ætlanin at spæla einhvønn leik í heyst. Við sendingina “Góðan morgun, Føroyar” í morgun segði Vibeke, at tey ikki enn hava avgjørt júst hvønn leik tey skulu spæla. Men tey hava fleiri leikir í at velja. - Tað veldst alt um, hvørjir leikarar ið verða tøkir, sigur Vibeke á Botni. Sovítt sum hon hevði fing­ ið uppspurt, er sjónleikur ikki spældur í Sandvík seinastu fimmti árini. Men nú er so fyrsta stigið tikið til at at hetta kann gerast veruleiki. So her er møguleiki hjá sjónleikahugaðum suður­ oy­ingum at skriva søgu, við at spæla sjónleik kanska á fyrsta sinni í Sandvík. snorri@sosialurin.fo Nú skal sjónleikur spælast í Sandvík Gongur tað sum tey bæði, Vibeke og Aksel á Botni í Sandvík ætla, so fer sjónleikur at verða spældur í bygdini seinni í ár. Ynskir greið boð um tunlar - Tað hevur skund at gera okkurt við ferðslutrygdina í Norð­ oyggj­um, sigur tingmaðurin Heini O. Heinesen úr tjóðveldi. Hann vil hava Anniku Olsen at svara uppá, um tunnilin til Árna­ fjarðar ella tann til Viðareiðis skal gerast fyrst.