Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Nú er tað lítið, sum bendir á, at VÍF skal spæla í finalunum um føroya­ meistaraheitið. Vestmenningar kundu vinna seg í góða støðu. Næsta vikuskiftið skal VÍF á vitjan í Kollafirði, og tað kundi verði eitt satt oddabrak, um vestmenningar høvdu vunnið, ella bara fingið stig, í gjár. VÍF søplaði snøgt sagt sigurin burtur. Tá seks minuttir restaðu í, vóru gestirnir úr Vestmanna á odda 37-35. Neistin vann seg aftur Neistin vann 38-37. Og aftur staðfestu einaráðandi havnarmenninir, at tað eru í serflokki. Jugoslav Djumic, David Edvardsen og Finnur Hansson, sum hava verið millum teir mest eyð­ sýndu í hesum kappingarárinum, skutu trý mál seinastu løtuna, og VÍF svar­aði ikki aftur. Og so vann Neistin aftur. Heimaliðið legði annars bragdl­ igari fyri. Neistin var skjótt á odda við fýra málum, og tann munurin helt sær so at siga allatíðina í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin tóktist tað sum, at VÍF visti, at nú mátti røkka ella støkka. Gestirnir løgdu nógv fyri í seinastu royndini at vinna seg í góða støðu í finalustríðnum. Vest­menningar fingu leiðsluna, men tað, sum vendi upp, tá seks min­uttir restaðu í, vendi brádliga nið­ur tá avtornaði. Tað var serliga í verjustøðu, at liðini vóru lítið sannførandi. Tað er sjálvsagt, tá heili 75 mál vóru skotin í alt. Neistin hevur ikki havt nakað at spælt fyri í fleiri vikur, og tað merkist sjálvsagt á avrikinum. Tað sigur hinvegin ikki lítið, at verandi greipuvinnararnir halda fram við síni sigursgongd. Seinastu vikuna hevur Neistin vunnið á bæði KÍF og VÍF, sum eru nærmastu kapp­ ingar­neytarnir, og sum hava alt at spæla fyri, nú liðini, sum skulu spæla finalurnar, sum finnast. Møguleikin er lítil VÍF er framvegis nummar trý við 21 stigum. KÍF, sum vann stórsigur á Team Klaksvík, er nummar tvey við 26 stigum. Átta stig eru eftir at spæla um. Vestmenningar kunnu ikki fáa fleiri enn 29 stig í hesum kapp­ingarárinum. Tað við við øðrum orðum siga, at KÍF manglar fýra stig fyri at staðfesta sítt finalu­ pláss. KÍF fær vitjan av VÍF næsta viku­skiftið. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tá tað stundar til móti kapp­ ingar­enda, og fleiri av liðunum hava millum lítið og einki at spæla fyri, merkist tað væl á kappingini. Liðini hava stór sveiggj í sínum avrikum. Kyndil tykist ikki veruliga hava spælt fyri sínum møgu­ leika at vinna seg í finalurnar um føroya­meistara­heitið. Fyri tveimum vikum síðan kundu teir, um tað gekk teimum væl, vinna seg upp á annað plássið, men spælið hevur verið lítið sannførandi. Kyndil hevur nú ikki vunnið tríggjar ferðir upp í slag. Tað hevur við sær, at H71 kann vinna seg upp á fjórða plássið mikudagin, tá hoyvíkingar fáa vitjan av StÍF. Heimaliðið vann uppiborið Kyndil tapti 30-24 fyri StÍF í ítróttarhøllini á Skála í gjár. Kyndil var omaná fyrstu løt­ una, men seinastu minutt­irnar í fyrra hálvleiki gjørdi StÍF bart og fór framum. Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. Heima­ liðið var betri, og Kyndil hótti ongantíð leiðsluna. Serliga stóð vestmenn­ing­ urin Karl Jóhan Djurhuus, Kyndil, seg væl. Hann var topp­ skjútti við 10 málum. Uni Holm Johannesen Nú stundar av álvara til kapp­ingar­ endan. Fimm lið í bestu mansdeildini spæla bara fýra dystir afturat í hesum kappingarárinum. Tá er summ­ar­steðgur. Neistin og KÍF ella VÍF skulu hinvegin spæla tveir ella tríggjar dystir afturat. Finalurnar um føroyameistaraheitið skulu av­ greiðast. Kollfirðingar hava havt kós í finalurnar frá byrjan. KÍF hevur verið nummar tvey so at siga alla­ tíðina, meðan VÍF og Kyndil hava runnið í hølunum. Kyndil veittraði sínum FM-møgu­ leika farvæl síða vikuskifti. VÍF hevur framvegis møguleikan, men tað er lítið sannlíkt, at vestmenn­ ingar fara framum kollfirðingar. Jan Ottesen og kollfirðingar tóku eitt fet nærri finalunum um viku­skiftið. KÍF vann sum væntað á botnliðnum Team Klaksvík, og VÍF tapti fyri Neistanum. Fimm stig skilja nummar tvey og nummar trý. Átta stig eru eftir at spæla um. Avgreiðsluspurningur Team Klaksvík hevur fingið tvey stig í skjáttuna higartil. Tað er góð­tikið, nú púra óroyndu klaks­ víkingarnir spæla í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Sigurin á H71, sum má vera besta úrslitið hjá Team Klaks­vík nakrantíð, kom sera óvæntað. Og tað er heldur ikki til at vita, nær klaksvíkingar spæla upp til sítt besta, meðan mótstøðuliðið tekur sær av løttum. Eftir fáum minttum í bad­minton­ høllini í Klaksvík fríggjakvøldið var greitt, at Team Klaksvík fór ikki at hótta kollfirðingar hesaferð. Tað skrædnaði millum liðini beinan­ vegin, og uppgávan hjá heima­ liðnum var bara at avmarka tapið. Úrslitið var 39-21. Næsta vikuskiftið vitjar VÍF í Kollafirði. Við einum sigri kunnu vest­menningar framvegis liva í vónini um finalupláss. KÍF kann hinvegin kveistra allan iva til viks og stað­festa plássið í finalunum um føroya­meistaraheitið. Nú verður trupult hjá VÍF Hondbóltur Vestmenningar vóru eitt mál frá at vinna sær eitt týdningarmikið stig í stríðnum um pláss í finalunum um føroya­meistaraheitið. VÍF misti alt á gólvið seinastu løtuna, tá Neistin aftur vann Kyndilin er sløknaður Hondbóltur Tað hevur verið lítið veiggj í Kyndil seinastu vikurnar. Tað var aftur staðfest í gjár, tá StÍF vann sær tvey stig afturat í skjáttuna KÍF bukaði botnliðið Honbóltur Kollfirðingar vunnu stórsigur, tá teir hildu fast um sína stevnan móti finaluplássi. 18 mál vóru á muni í Klaksvík fríggjakvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 20 707 552 155 39 2 KÍF 20 571 521 50 26 3 VÍF 20 565 527 38 21 4 Kyndil 20 512 525 -13 19 5 H71 19 519 507 12 18 6 StÍF 20 516 528 -12 13 7 Team Klaksvík 19 451 681 -230 2 StÍF – Kyndil 30-24 (16-14) Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen 10 min.: 5-6 20 min.: 10-10 40 min.: 20-17 50 min.: 24-20 StÍF: Leivur Justinussen 8, Fríði R. Djurhuus 5, Jóannes Prestá 4, Sveinur Justinussen 4, Bent Djurhuus 3, Marius Joensen 2, Jógvan Berg 2, Jógvan G. Joensen 1, Høgni Jensen 1. Kyndil: Karl Jóhan Djurhuus 10, Bárður Johannesen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Rani Ellingsgaard 2, Tróndur Jensen 1, Torvald Abrahamsen 1, Andreas Sólsker 1. Útvísingar: StÍF 4, Kyndil 5. Neistin – VÍF 38-37 (23-20) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen 10 min.: 11-3 20 min.: 17-12 40 min.: 28-28 50 min.: 34-33 Neistin: David Edvardsen 10, Finnur Hansson 8, Jugoslav Djumic 5, Áki Mørk 5, Heini Hanusarson 3, Rósing Rasmussen 3, Sjúrður Thomassen 2, Guðfinnur Thorsteinsson 2. VÍF: Magnus Muller 10, Áki G. Olsen 9, Bjarti Hansen 6, Rúni Fossdal 5, Joen Pauli Høgnesen 3, Sámal Joensen 2, Holgar Durhuus 2. Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3.