mikudagur 16. mars 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Í sambandi við roknskapin
hjá Smyril Line er komið
fram, at frákoyrdi stjórin
kostaði felagnum 2,4 milliónir
krónur í fjør. Upplýst verður
ikki, hvussu stórur partur er
løn og hvussu stórur partur
er fráfaringarløn. Men stjórin
varð koyrdur frá í juni, so
ein stórur partur má vera
fráfaringarløn.
Fyri tveimum árum síðani
stóð Smyril Line á eggini til
húsagang. Tað almenna setti
30 milliónir krónur í felagið,
sum varð bjargað. Altso 30
almennar milliónir krónur
bjargaðu felagnum.
Nú
er
tað
so,
at
landssttýrið eigur meirlutan
í felagnum, partvís beinleiðis
og partvís ígjøngum Fram
taksgrunn Føroya. Taka vit
partin hjá TF Holding, sum
fólkið í Føroyum eigur, so eig
ur tað almenna 78,7 prosent
av felagnum.
Tí er tað ótruligt, av Vinn
umálaráðið umstir almennar
pengar so illa. At tað ber til
hjá einum partafelag, sum
tað almenna eigur, at geva
stjóranum næstan 10 pro
sent av almennaru kreppu
hjálpini, tað er í besta lagið
idiotiskt.
Áhugavert hevði verið at
fingið at vitað, hvussu Smyril
Line hevur brúkt hin partin
av teimum 30 milliónunum –
og um Vinnumálaráðið í heila
tikið hevur ánilsi fyri, hvussu
kreppuhjálpin verður brúkt.
Er tað so galið, at almenna
skipanin bara er for rotin...?
Tað er hugaligt at síggja, at okkurt
veruliga er við at henda á pensjóns
økinum – at vit nú loksins fáa ein
pensjónsreform, sum kann rudda
upp í tí óskili, sum valdar á pensjóns
økinum, har so stórur og so grovur
stættarmunur valdar.
Nú verður sagt, at vit øll skulu
gjalda 15 prosent í eftirløn. Tey lægst
løntu fara at fáa størsta vinningin,
verður sagt, meðan tey vælbjargaðu
skulu lata nakað av sínum framíhjá
rættindum.
Tað, sum hevur týdning er sjálv
andi, at vit fáa eina skipan, sum
tryggjar vælferðina hjá pensjónist
um í framtíðini, og eina skipan, sum
arbeiðandi fólkið megnar at gjalda.
Tað var Hans Pauli Strøm, tingmað
ur Javnaðarfloksins, sum legði dent á,
at við reforminum vinna tey lágløntu
mest. Hann vísti á, at inntøkugrund
arlagið hjá veikum pensjónistum verð
ur styrkt, at misrøkta fólkapensjónin
verður styrkt og dagførd, at mótrokn
ing verður minkað, at skattafíggjaður
fyrimunur hjá kapitalpensjónistum
verður tikin av, og at samhaldsfesti
í samlaðu pensjónsskipanini verður
styrkt.
Okkurt bendir á, at Hans Pauli
Strøm hevur serliga ringt eyga á kap
italpensjónini. Og rætt kann hann
hava í tí. Hann tosar um, at »fidusur
in er, at tey vælbjargaðu hava fingið
hinar skattgjaldararnar at gjalda ein
stóran part av teirra pensjón, tí tey
hava fingið ein skattafrádrátt«. Hann
sigur, at skattafíggjaði framíhjárætt
indini hjá vælbjargaðum skulu burt
ur, og soleiðis fáa láginntøkurnar
mest burtur úr nýggju skipanini.
Sera áhugavert og góður javnaðar
politikkur. Men Hans Pauli Strøm og
øll hini í løgtinginum gloyma teir all
ar mest vælbjargaðu pensjónistarnar,
sum eru tey sjálvi. Nú er tað løgting
ið, sum smíðar lógir. Og eftir at full
veldislandsstýrið tók við í 1998 kom
løgtingið til ta niðurstøðu, at lønirnar
hjá politikarum skuldu hækkast mun
andi og somuleiðis pensjónirnar.
Meðan vanlig fólk skulu brúka eitt
heilt lív til at vinna sær eina pensjón,
so tekur tað bara átta ár hjá einum
landsstýrisfólki og 16 ár hjá einum
tingfólki at vinna sær fulla feita
pensjón. Í ávísum førum kunnu tey
eisini fara upp á pensjón, tá tey eru
60 ár. Tey fáa tænastumannapensjón.
Tað merkir, at tað eru Palliba og Mar
sanna, sum gjalda pensjónsgjaldið.
Og tað er høgt: Fyri tingfólk liggur
tað um 25.000 krónur um mánaðin og
fyri landsstýrisfólk um 75.000 krónur
um mánaðin. Altso skuldu tey goldið
sína pensjón sjálvi - eins og tey nú
ætla at vit øll onnur skulu – so skuldu
hesi tøl leggjast oman á lønina hvønn
mánað fyri at fíggja teirra pensjón.
Altso: Politikarar hugsa fyrst og
fremst um seg sjálvan. Tá javnast skal
- og javnast skal niðureftir, so spæla
politikararnir ikki sjálvir við, tá eru
tað bara hini, sum skulu vera sam
haldsføst. Ei undur í, at fólk troyttast
av sjálvfeitum politikarum...
Eitt landsstýrisfólk kostar
75.000 um mánaðin í pensjón
Kringvarp Føroya hevur
við sendirøðini Fólksins
Rødd rættiliga sett meiniga
føroyingin
í
fokus.
Í
sendingunum
siga
fólk
kring
landið
siga
sína
hugsan um ymisk evni, og
tað er bæði hugvekjandi og
undirhaldandi.
Leygarkvøldið verða trý
av fólkunum í sendirøðini
hjá Kringvarpinum gestir
í sendingini Hvonn Live
á
Rás2.
Tosað
verður
við
havnamannin
Inga
Sørensen,
klaksvíkingin
Sonhard Johannesen og
Sumbiarbóndan
Arnfríð
Hentze um, hvussu tað er at
verða røddin hjá fólkinum,
og um hvussu tað er at blíva
kend kring landið.
Í Hvonn Live hesaferð
vitjar
eisini
danski
rithøvundin
Cammilla
Rysgaard,
sum
hevur
skrivað bók um at sjálvsvirði
og gevur góð ráð um,
hvussu fólk kunnu sleppa
undan at stúra og heldur
hugsa positivar tankar um
seg sjálvan.
Hallur Joensen og dótt
irin Jessica leggja eisini
leiðina framvið og fara at
spæla live í sendingini.
Hvonn Live verður leyg
arkvøldið kl. 20 til 22. Fólk
eru
vælkom
in á Hvonn
at
fylgja
sending
ini,
og
a n n a r s
ber eis
ini til at
h o y r a
alt
á
Rás2.
Føroyskar reality-
stjørnur á Hvonn Live
Hugsa mest og best um egnan búk
...so verður
tað nei.
Tað vita
vit
øll
l o n g u
framm
anund
an, og so
kunnu øll í uttanlandsnevnd
ini, fólkafloksfólk, fyrrver
andi fólkafloksfólk ella ikki-
fólkafloksfólk siga og halda
hvat tey vilja.
Tey vóru øll so fegin í gjár,
og Høgni Hoydal fegnaðist í
sjónvarpinum um søguliga
semju um makrelin, tí ein
samd nevnd uttan um
Fólkaflokkin og Poul
Michelsen
sigur,
at
Jacob
Vestergaard
skal
selja
60.000
tons
av
teimum
150.000 tonsunum
til hægstbjóðandi.
– Endiliga hava
vit fingið sett hol á
málið um eina tilfeingisbúð,
og endiliga fáa vit lumpað
eitt tilfeingisgjald ígjøgnum
uttan um Fólkaflokkin.
Men
gloymið
alt
um
hatta. So frægur stirðil er
ikki í løgtinginum, at tey
fara at taka eitt so stórt stig
uttan um flokkin, sum stýrir
fiskivinnuni. Tjóðveldi, Sam
bandsflokkurin og Javnaðar
flokkurin tora ikki at leggja á
annan bógv, enn fólkafloks
bógvin, og harvið verður tað.
Fólkaflokkurin ræður eina í
fiskivinnumálinum. Fólka
flokkurin handlar, hini bara
snakka...
Tá Vestergaard sigur nei...
Umsita almennar pengar illa
Viðini
skapt í Norð
oyggjum
Gunvá Við keldu
kjak á síðu 14
Trý smá
sjúkrahús
Óli Mikkelsen
kjak á síðu 14
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo