mikudagur 16. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Norðoyingar vilja ikki longur
hava Heina O. Heinesen at
umboða seg á Føroya Løg
tingi.
Tað er greitt eftir at sein
asti uppstillingarfundur var
í Norðoya Tjóðveldisfelag í
gjárkvøldið.
Formaðurin í Norðoya
Tjóðveldisfelag,
Jógvan
Ravnsfjall,
vil
ikki
siga,
hvønn felagið við hava á
valevnislistan til næsta løg
tingsval.
Men
Sosialurin
hev
ur fingið váttað, at Heini
O. Heinesen, løgtingsmað
ur,
slapp
ikki
ígjøgnum
nálareygað, tá ið samanum
kom og er sostatt ikki á lista
num.
Ikki brúk fyri
pensjónistum
Tað hevur leingi ligið í luftini,
at Norðoya Tjóðveldisfelag
ikki varð sinnað at skjóta
Heina O. Heinesen upp
sum valevni.
Longu tá ið tveir uppstill
ingarfundir høvdu verið í
Norðoya Tjóðveldisfelag fyrr
í mánaðinum, stóð tað øllum
greitt, at tey ikki longur vildu
hava Heina O. Heinesen á
valevnislistan.
Tá
hevði
legendariski
tjóðveldismaðurin í Kunoy
ikki stórvegis viðmerkingar
til málið.
Men hann helt kortini
fyri, at tað var løgið, at
tað ikki eisini skuldi vera
brúk fyri pensjónistum í
Løgtinginum,
hóast
pen
sjónistarnir telja ein fjórðing
av fólkinum.
Seinasta roynd
Sjálvur hevur Heini O. Heine
sen ongantíð dult fyri, at
hann ætlaði sær at stilla upp
aftur og hann gjørdi, hvat
hann var mentur fyri at slep
pa aftur á listan.
Og enntá eina lítla løtu
uppundir seinasta og av
gerandi uppstillingarfundin
í gjárkvøldið, gjørdi hann
aftur eina seinastu, roynd at
sleppa á listan aftur.
Hetta var ein sermerkt
roynd, har aldursforsetin á
tingi tók nýggjastu tøknina í
brúk í eini roynd at reka fólk,
sum stuðlaðu honum, á upp
stillingarfund.
Í teldubrævi, hann sendi
runt umkring, var ein innilig
áheitan á fólk, sum stuðlaðu
honum, um at møta fjølment
á lagnufundi, sum hann
kallaði tað, í Norðoya Tjóð
veldisfelag í gjárkvøldið at
velja seg á listan.
Og hann hevði enntá við
fest eitt filmsklipp, hann
hevði lagt á Youtube, har
hann, sitandi í bili, heitur á
fólk um at fara á fund.
Í
teldubrævinum
ger
hann greitt, at tað eru fiski
vinnan og fullveldi, sum altíð
hava verið hansara hjarta
mál.
Tey sum kenna meg, vita
at fiskivinnan og fullveldi
eru míni hjartamál.
- Tey kunnu líta á, at eg av
øllum alvi fari at arbeiða fyri
landi og fólki, leggur hann
afturat.
Ósamdur
Men kanska er tað nettupp
fiskivinnupolitikkurin, sum
beindi fyri Heina O. Heine
sen, tí tað er ongin loyna,
at hann hevur ikki verið
samdur við flokkin annars
um framtíðar fiskivinnu
politikkin.
Tað kom serliga til sjóndar
í CHE samgonguni, tá ið
Heini O. Heinesen ikki vildi
stuðla
fiskivinnupolitikki
num hjá restini av Tjóð
veldisflokkinum.
Tá gjørdi flokkurin greitt,
at í fiskivinnumálum taldu
tey ikki longur Heina O.
Heinesen við, tá ið atkvøð
urnar hjá flokkinum skuldu
teljast saman.
Flokkurin
kunngjørdi
somuleiðis, at kundi Tjóð
veldi ikki standa saman í
einum so týðandi aðalmáli
sum fiskivinnupolitikkinum,
kundi flokkurin heldur ikki
meta seg sjálvan at vera
stjórnarberandi longur.
Skifta flokk?
Tað hevur ikki eydnast at fáa
eina viðmerking frá Heina O.
Heinesen. Men nú er greitt,
at hann verður ikki aftur
at síggja á Føroya Løgtingi
uttan so, at okkurt annað
øki í landinum vil hava hann
á listan.
Tað ber væl til, nú alt
landið er eitt valdømi og tað
vóru meiri enn eitt dømi um
tað á seinasta løgtingsvali.
Men so hevur hann sjálv
andi eisini møguleika at
skifta flokk, men tá kann
bara ein annar flokkur koma
upp á tal og tað er Framsókn
hjá Poul Mikkelsen, sum
eisini hevur fullveldi á skrán
ni.
Men
um
fiskivinnu
politikkurin hjá Heina O.
Heinesen
og
Framsókn
kunnu samansjóðast, er ein
annar spurningur.
Hinvegin hevði tað uttan
iva stolið fitt av atkvøðum
frá Tjóðveldinum.
Men Heini O. Heinesen
hevur altíð lagt dent á, at
hann
er
tjóðveldismaður
út í odd og egg og hann fer
onki at gera, sum hann kann
skaða Tjóðveldi.
Og so er tað sjálvandi
eisini ein spurningur um
Framsókn vil hava Heina O.
Heinesen á listan....
Tey, sum vilja síggja og
hoyra Heina O. Heinesen
á
Youtube,
kunnu
fara
inn
á
hesa
leinkjuna:
http://www.youtube.com/
watch?v=PGJktZurx7M
aki@sosialurin.fo
Heini O. Heinesen er rættiliga gamal í garði í Tjóðveldi
og hann hevur verið uppstillaður á hvørjum vali síðani
1978, bæði á fólkatingsvali og á løgtingsvali
Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting í 1984 og sat
líka til 2004, tá ið Karsten Hansen varð valdur á ting.
Heini O. Heinesen varð afturvaldur á valinum í 2008.
Í Tjóðveldinum hevur hann havt nógv álitisstørv.
Hann hevur verið formaður í Vinnunevndini og hann
var eisini formaður floksins frá 1994 til 2002. Hann
hevur somuleiðis umboða flokkin í fleiri nevndum,
eisini sum formaður.
Hann er nú 72 ára gamalur og heldur framvegis, at
hann hevur nakað at bjóða í politikki og í Tjóðveldi.
Hann er annars húsasmiðjur, men hevur eisini verið
sjómaður og vegformaður hjá Landsverki.
Annars hevur hamm verð bygdaráðslimur í
Kunoy síðani 1962 til 1970 og hann hevur verið
bygdaráðsformaður síðani 1977.
Norðoyingar vraka
Heina O. Heinesen
UPPSTILLING Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, slapp ikki á listan hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum
Síðani 1978
Løgið at tað
ikki skal vera brúk
fyri pensjónistum í
Løgtinginum tá ið
pensjónistarnir eru ein
fjórðingur av fólkinum
Legendariski
tjóðveldismaðurin í
Kunoy er allarhelst
liðugur í politikki. Ikki tí
at hann vil tað sjálvur,
men tí at flokkurin,
hann hevur umboðað á
Løgtingi í yvir 20 ár, og
verið formaður fyri, ikki
vil hava hann longur
Vrakaður
Í gjár
kvøldið gjørdi
hann eina sein
astu roynd